týsdagur 8. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Ákærdi maðurin í
narkotikamálinum,
sum er fyri einum
nevningatingi hesa
vikuna, breyt regl
urnar og smuglaði
tvey brøv út úr fongsl
inum. Tí varð hann
settur aftur í isolatión
frá 28. november, og
hann er framvegis í
isolatión
NARKOMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit halda fram, har vit
sleptu í blaðnum í gjár.
Bakmaðurin
var
ikki
nøgdur við innpakkingina,
og tí varð alt amfetaminið
pakkað umaftur í Hanst
holm. Hetta fór fram á sjó
mansheiminum í býnum.
Síðani fleyg bakmaðuin
heim aftur til Íslands, með
an tveir av hjálparmonnun
um sigldu bátin umvegis
Hetland til Føroya. Sunnu
morgunin
9.
september
leggja teir at á Gomlurætt.
Har seta báðir menninir
seg í samband við ein til
vildarligan kirkjubøing, og
har bíða teir eftir ákærda,
sum teir høvdu ringt til. Síð
ani verður farið oman í
havnina á Gomlurætt at
skoða bátin, og nakrar task
ur verða tiknar úr bátinum
og settar í viðførisrúmið á
bilinum.
Týsdagin eftir er ákærdi í
Klaksvík og í Havn. Við
honum eru báðir íslendarar
nir. Teir fáa pengar fluttar
við Western Union hendan
dagin,
7.640,92,
sum
ákærdi fekk besta vin sín í
Føroyum at taka ímóti.
Hvørki ákærdi ella íslend
ingarnir høvdu samleika
prógv uppi á sær.
Leigaði báturin, ein Bavia
30,
verður
uppdagaður
mikudagin 12. september
um morgunin, og klokkan
13 sama dag varð báturin
rannsakaður av løgregluni.
Báturin var eftirlýstur, tí ill
gruni var fyri, at hann varð
nýttur til smugling.
Løgreglan fann kortini
einki narko umborð á bátin
um, sum rímiligt var, tað lá
jú alt í bilinum hjá ákærda.
Mynd var tikin av bátin
um, sum varð send til
Íslands, og íslendska løg
reglan kom til Føroya at
kanna málið saman við før
oysku løgregluni.
Eygað verður nú hildið við
bátinum fyri at vita, hvussu
menninir koma og fara.
Vendu aftur
Hóskvøldið 13. september
er ákærdi í veitslu í Vágun
um saman við íslendsku
vinunum og einari føroysk
ari gentu. Seinni fara tey til
Klaksvíkar, og har sigur
ákærdi seg fáa at vita, at
hann í fleiri dagar hevur
koyrt runt við narkotiskum
evnum í viðførisrúminum.
Tá hann seinni um kvøld
ið fer heim aftur til Vest
manna, har føroyska gentan
býr, greiðir hann henni frá,
at hann hevur narkotika í
bilinum.
Leygardagin eru teir trígg
ir so í Suðri haðani teir
koma aftur um kvøldið.
Sunnukvøldið verður so bil
urin hjá ákærda sæddur á
Gomlurætt, og síðani verður
báturin sigldur til Vest
manna, meðan føroyski vin
urin hjá ákærda koyrir bilin
til Vestmanna.
Hetta kvøldið verða task
urnar við amfetamini og
extacy so bornar umborð
aftur á bátin.
Mánadagin
verða
teir
báðir íslendingarnir sæddir
saman við pápa at vininum
hjá ákærda. Hann er sam
stundis pápi at unnustuni
hjá ákærda. Um trítíðina
hendan dagin fer báturin av
Vestmanna við kós móti
Íslandi, men av tí at teir
hildu seg sigla á eitthvørt,
vendu teir aftur inn á Vest
manna.
Stutt fyri klokkan átta um
kvøldið kom bilurin hjá
ákærda á keiina í Vestmanna,
og við í bilinum var ein
myrkhærd genta, sambært
upplýsingum frá løgregluni.
Bilurin koyrdi til og frá
fleiri ferðir, og einu ferðina
hevði ákærdi ein posa við
sum vísti seg at innihalda
kavaraútgerð.
Annar av íslendingunum
kavaði síðani niður at kanna
skrúvuna, eitt arbeiði, sum
tók einar 45 minuttir.
Isoleraður
Dagin eftir, týsdagin 18.
september, fer báturin so
aftur av Vestmanna.
Ákæri og løgregla vildu
ikki handtaka menninar og
rannsaka bátin, tí tey kendu
seg ikki vís í, at rúsevnini
vóru umborð á bátinum.
Tað kundi jú hugsast, segði
Linda Hesselberg, at menn
inir høvdu bundið taskurnar
í eina boyu, tá teir vóru
ávegis dagin fyri, og so taka
tær upp aftur á veg til
Íslands.
Í staðin bóðu teir Triton
halda eyga við bátinum á
ferðini til Íslands, og tá bát
urin við teimum báðum
íslendsku monnunum og
rúsevnunum kom inn í lítlu
bygdina Fáskrúðsfjørð, stóð
íslendska løgreglan fyri
teimum. Menninir vórðu
handtiknir og hald varð lagt
á rúsevnini.
Heima her í Føroyum
varð tann ákærdi handtikin
og settur í grundlógarav
hoyring
21.
september.
Hann varð síðani varðhalds
fongslaður og settur í iso
latión. Hann sat so isoler
aður fram til 31. oktober, tá
løgreglan ikki meiri metti,
at ákærdi kundi hava nakra
ávirkan á kanningina.
Men ákærdi hevði ikki
virt forboð og ávaringar,
sum løgreglan hevði sett
honum. Hann hevði nevni
liga smuglað tvey brøv út
úr fongslinum, hóast hann
staðiliga var ávaraður ímóti
hesum.
Brøvini vóru til eitt vitni
– uttan at tað beinleiðis
varð sagt, er talan allarhelst
um unnustuna – har ákærdi
eisini hevur úttonkt ein
máta hjá henni at fáa brøv
smuglað inn til hansara.
Hetta førdi so til, at
ákærdi aftur varð settur í
isolatión 28. november, og
har situr hann í hvussu er
inntil fríggjadagin, tá rætt
armálið móti honum vænt
andi endar. Tá hevur hann
sitið isoleraður í 177 dagar.
Vinmaður tann ákærda
var eisini í grundlógarav
hoyring. Hann hevði millum
annað lagt navn til peninga
flutningin við Western Uni
on, hann hevði umvegis
ákærda lánt íslendingunum
kavaraútgerðina og hann
hevði koyrt bilin við rúsevn
unum í av Gomlurætt til
Vestmanna
sunnukvøldið
16. september, tá taskurnar
vórðu skipaðar úr bilinum í
bátin aftur.
Ákærin, Linda Hessel
berg, segði seg kortini
trúgva manninum, tá hesin
segði seg einki vita um mál
ið, og tískil var eingin
ákæra reist móti honum.
Fimm og ein
hálvan mánað
í isolatión
Ákærdi maðurin hevur – sjálvgjørt má sigast – sitið í samfullar 177 dagar í isolatión. Hann hevði
nevniliga smuglað tvey brøv út úr fongslinum til eitt høvuðsvitni
Tekning: Hannis Egholm
Flogfar í hálku
Eitt flogfar hjá SAS, sum setti seg á Langnes
flogvøllin í Tromsø tann 19. desembur í fjør,
mundi farið av breytini, tí tað vísti seg, at breytin
var hálari, enn flogskiparin roknaði við. Í
frágreiðingini um tilburðin stendur, at flogskiparin
hevði fingið at vita, at lendingarviðurskiftini vóru
góð, men tað var altso ikki heilt rætt, og í steðgaði
flogfarið ikki fyrr enn úti á sjálvum endanum.
Flogfarið var av slagnum Boeing 737500 og kom
úr Bodø.
Hvalur stóran áhuga
Alt fleiri fremmand ferðafólk leita sær til Íslands á
hvørjum ári at vita, um tey kunnu vera so heppin at
sleppa at síggja ein ella fleiri hvalir á sjónum. Hagtøl hjá
ferðavinnuni vísa, at talið er fimmfaldað tey seinastu 10
árini, úr 20.540 í 1997 í 104.300 í fjør. Í ferðavinnuni
vænta tey, at uppaftur fleiri fara at koma til Íslands í
komandi árum at hyggja eftir hvali, og summastaðni
fyrirerika fólk seg til at taka ímóti teimum fremmandu.
Flogfarið mundi farið av breytini, tí hon var so hál
Mynd: Nordlys