týsdagur 8. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Hvønn hósdag hevur
Sjálvstýrisflokkurin
opið hús á gamla
apoteki. Nýggja
tiltakið kallar
flokkurin Tingstovan
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hósdagin fer Sjálvstýris
flokkurin á tingi undir eitt
nýtt tiltak við heitinum
Tingstovan, har møguleiki
verður at koma á gátt í floks
hølunum hjá flokkinum á
Gamla Apoteki. Endmálið
er at lata upp fyri tættari
sambandi við veljaran og
geva fólki møguleikan at
koma á tal við tingbólkin.
Flokkurin sigur í tíðinda
skrivi. at í Tingstovuni fáa
fólk møguleikan til eitt prát
við tingbólkin um mál, sum
hava teirra áhuga.
Tingbólkurin vónar á
henda hátt at fáa íblástur og
upplýsingar frá fólki, sum
hava innlit í ymisku málini,
sum koma fyri á tingi. Vón
andi fara fólk at, ið hava
eitthvørt upp á hjarta, at
nýta hetta høvið at gera
sína ávirkan galdandi, sigur
flokkurin.
Tá Tingstovan hevur opið
hús, verður eisini ein drekka
muður og ein breyðbiti at
fáa.
Sum eina roynd hevði
Tingstovan opið hús sein
asta hósdag fyri valevnum
og øðrum. Hetta eydnaðist
sera væl, og vóru øll samd
um, at hetta var eitt gott til
tak.
Tingstovan
hjá
Sjálv
stýrisflokkinum, á Gamla
Apoteki á Áarvegi 2 í Havn,
verður opin hvønn hósdag
millum klokkan 12.00 og
13.30, hetta til tingið fer
heim í summarfrí – og øll
eru vælkomin, sigur Sjálv
stýrisflokkurin.
Í sambandi við 70 ára
føðingardagin hjá
Charley Pride verður
skipað fyri tiltaki í
Klaksvík hóskvøldið
TónLeIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Charley Frank Pride var
føddur hin 18. mars 1938 í
býnum Sledge í Missisippi
USA.
Sum
unglingi
droymdi hann um at gerast
professionellur
baseball
spælari og fekk eisini sátt
mála sum slíkur, men tón
leikari skuldi gerast hansara
lívsstarv, tí umframt base
ball byrjaði hann eisini sum
heilt ungur at spæla uppá
gittar.
Fyrstu ferð Charley Pride
kom á Billboard Hot Coun
try Songs var í desember
1966
við
lagnum
Just
Between You and Me. Men
tað var í 1971 við singul
plátuni “Kiss an Angel
Good Mornin’, at Charley
Pride slerdi navnið hjá sær
fast við 12 tumma seymi í
country tónleikaheimin.
Síðani tá hevur Charley
Pride havt 36 løg sum
nummar eitt á listanum hjá
Billboard
Hot
Country
Songs, og hevur hann til
samans hava selt 70 milli
ónir plátur um allan heim.
Charley Pride hevur
nógvar fjepparar í Føroyum,
og tí verður skipað fyri hes
um tiltaki at halda 70 ára
føðingardagin hjá honum,
sigur Karl Sofus Heimi
stovu, sum hevur lagt til
takið til rættis.
Charley Pride hugnakvøld
á Fortuna hósdagin 10 apríl
kl. 19.00. Á skránni verður
filmur um Charley Pride,
Petur Rouch fer at halda
fyrilestur, og borðhald verð
ur.
Kostnaður fyri alt tiltakið
er 225 krónur. Tilmelding
kann gerast á tlf. 218111 í
seinasta lagi mikudagin 9.
apríl.
Sjálvstýrisflokkurin hittir veljarar
Sum eina roynd hevði Sjálvstýrisflokkurin opið hús seiansta hósdag, har valevni og onnur hitta
tingmanningina
Halda 70 ára
dagin hjá
Charley Pride
í Klaksvík
Nýggj við
gerðar
stova
Tann 1. apríl
byrjaði byrjaði
Heri Kragesteen,
aut.cand.psyk.,
sum sjálvstøðugur
vinnurekandi
sálarfrøðingur.
Viðtaluhølið er í
húsunum í Tórsgøtu
17, har tríggir aðrir
sálarfrøðingar eisini
húsast
VInnULíV
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um førleikar og royndir
kann í stuttum verða
nevnt, at Heri Kragesteen
seinastu sjey árini hevur
virkað sum leiðandi sál
arfrøðingur á Psykiatriska
deplinum, og áðrenn tað
undirvísti hann í sálar
frøði fyri komandi lærar
um og námsfrøðingum á
Læraraskúlanum. Annars
hevur hann arbeitt við
børnum og ungum sum
kliniskur sálarfrøðingur
á Sernámsdeplinum um
framt at hann eftir loknan
lestur starvaðist á Stolpe
gården í Gentofte. Um
framt drúgvar royndir
við viðgerð, sálarfrøðilig
um kanningum, undirvís
ing, supervisjón og ráð
geving, er eisini talan
um royndir við at leggja
til rættis og skipa fyri
stytri skeiðum við sálar
frøðiligum evnum.
Viðgerðartilboðini eru
vend móti bæði einstak
lingum,
familjum
og
bólkum umframt stovn
um, kommunalum og
teimum hjá landinum.
Tilgongdin ástøðiliga og
verkliga er merkt av ein
ari
samanrenning
av
dynamiskari og system
iskari hugsan, umframt
at hann eisini brúkar so
nevndar kognitivar tera
peutiskar tilgongdir.
Ólafur Ragnar heiðraður
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, fær Nehru
heiðurslønina, sum varð stovnað til minnis um indiska
politikaran Jawaharlal Nehru. Indisku myndugleikarnir boðaðu í
gjár frá, at íslendski forsetin fær heiðurslønina fyri árið 2007 og
kemur hann sostatt í hóp saman við so kendum persónum sum
eitt nú Martin Luther King, Nelson Mandela og Móðir Teresa.
Umframt heiðurin fær Ólafur Ragnar Grímsson einar 700.000
krónur.
Ólafur Ragnar Grímsson verður heiðraður í India (Mynd: Vísir)
Út við vinarpolitikkinum
Herfyri skrivaði stjórin í grønlendska flogfelagnum Air Greenland, Michael
Binzer, at vinar og kenningapolitikkur er alt ov vanligur í Grønlandiog hevur
kostað grønlendska samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur. Nú fær hann
undirtøku frá Uffe EllemannJensen, fyrrverandi uttanríkisráðharra, sum var
formaður í Royal Greenland eitt skifti. Við Politiken sigur hann tað vera
óheppið, at politikkur og vinnulív eru so nær tengd í Grønlandi.