týsdagur 8. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Føroyskir høvundar
fara at seta sær hægri
mál, um útlit eru
fyri einum størri
lesaraskara, spáa
ummælarar og
rithøvundar
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Koma føroyskar bókment-
ir ikki við í altjóða,
bókmentaliga umrenslið,
steðga tær upp. Og tað er
júst tað, sum er í ferð við
at henda.
So avgjørdur er rithøv-
undurin og ummælarin, Carl
Jóhan Jensen, nú markn-
aðarføring av føroyskum
bókmentum úti í heimi er
vorðið eitt afturvendandi
kjakevni her heima.
Eisini Kim Simonsen,
ummælari og rithøvundur,
vísir á vandan við at
føroyskar bókmentir byrgja
seg inni
- Sum er sita føroyskir
høvundar á eini trongari
rók og flaksa við veingjun-
um uttan møguleika at
sleppa á flog. Og tað er ikki
serliga motiverandi í longd-
ini, sigur Kim Simonsen.
Í úlvsins kjaft
Hóast breið semja tykist
vera um tydningin av at
marknaðarføra
føroyskar
bókmentir úti í heimi, hevur
heldur lítið verið at hoyrt
um, júst hví tað er so
umráðandi,
at
føroyskir
rithøvundar fáa møguleika
at gera seg galdandi uttan-
fyri landoddarnar.
Men rithøvundarnir og
ummælararnir, Kim Simon-
sen, Carl Jóhan Jensen og
Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru
ikki í iva: Ein størri lesara-
skari fer sum frá líður at fáa
føroyskar høvundar at seta
sær hægri mál.
- Tað er sum við so
nógvum øðrum. Samanber-
ing við onnur, fær teg at
hyggja at tær sjálvum við
øðrum eygum og seta onnur
krøv til tað, tú gert. Fyri ein
føroyskan
rithøvunda
merkir tað, at hann má
trúgva uppá, at hann hevur
okkurt at leggja afturat
bókmentum í alheims høpi,
sigur Carl Jóhan Jensen og
leggur afturat, at føroyingar,
ivaleyst
eisini
føroyskir
rithøvundar, hava lyndi til
halda halda alt ov lítið um
seg sjálvan.
- Ein máti at koma burtur
frá hasi undirlutakensluni
er at taka kappingina upp
við onnur. Og fyri føroyskar
rithøvundar merkir tað, at
teir mugu tora at blaka sínar
bøkur í úlvsins kjaft, og so
taka tað við, sum kemur,
heldur Carl Jóhan Jensen.
Sum er, kemur so at siga
onki, sigur Arnbjørn Ó.
Dalsgarð, og vísir á, at tað
sum
oftast
er
rættiliga
tilvildarligt, um ein føroysk
bók verður ummæld ella fær
nakra reaktión yvirhøvur.
- Rithøvundar skriva jú,
tí teir vilja verða lisnir, og tí
teir hava nakað uppá hjarta.
Tí kann eg ikki ímynda
mær annað, enn at útlitið til
at fáa ein størri lesaraskara
má vera ótrúliga motiver-
andi fyri skrivihugin, sigur
Arnbjørn Ó. Dalsgarð.
Fótbóltur sum
fyrimynd
Júst hvussu marknaðarfør-
ing av føroyskum bók-
mentum fer at ávirka støðið
sum frá líður, kunnu vit enn
bara gita okkum til. Men
Carl Jóhan Jensen heldur
tað vera upplagt at saman-
bera við føroyskan fótbólt í
hesum viðfangi.
- Føroysk luttøka í altjóða
fótbólti hevur ment fótbóltin
her heima á ein hátt, sum
vit neyvan høvdu upplivað,
um vit ikki kappaðust við
teir stóru úti í heimi. Het-
lendingar valdu ikki at vera
við í altjóða fótbólti, og tí
helt øll menning av fót-
bóltinum har stórt sæð upp-
at. Tað sama fer at henda
við okkara bókmentum, um
vit ikki fara út at kappast
við onnur, væntar Carl
Jóhan Jensen.
Eisini
Kim
Simonsen
heltur tað vera eyðsæð at
samanbera vit tað, sum hend-
ir á øðrum økjum, tá farið
verður út um landoddarnar.
- Vit síggja jú, hvussu
føroyskur tónleikur støðugt
brýtur øll landafrøðilig og
mental mørk, og hvussu
hetta hevur havt eina ótru-
liga menning og áræði við
sær millum tónleikarar her
heima. Vit hava onga orsøk
til at halda, at tað sama ikki
Størri lesaraskari eggja
-Føroyskir rithøvundar sita á eini trongari rók og flaksa
við veingjunum uttan møguleika at sleppa at flog. Og tað
er ikki serliga motiverandi í longdini, sigur Kim Simonsen,
rithøvundur og ummælari
Hóast dygdin skal
vera í lagi, er hon ikki
einasta barometrið
fyri, um føroyskar
bøkur kunnu gera seg
galdandi uttanlands
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Marknaðarføring av før-
oyskum bókmentum má
hava skaldsligu dygdina
sum sítt fremsta metingar-
støði, staðfesti bókmenta-
frøðingurin, Erik Skyum-
Nielsen her í blaðnum
herfyri.
Eisini Carl Jóhan Jensen,
rithøvundur og ummælari,
tvíheldur um, at skulu
føroyskar bókmentir gera
sær vónir um at gera seg
galdandi uttanlands, má
dygdin vera tað berandi.
Spurdur, hvat dygd merk-
ir í hesum høpi, sigur Carl
Jóhan Jensen, at dygd ikki
so lætt letur seg eyðlýsa.
- Men vit vit nokk øll,
nær
ein
bók
er
góð.
Trupulleikin er, at vit ikki
tora at skyna ímillum góðar
og vánaligar bøkur. Í staðin
dyrka vit tað miðalgóða og
siga, at alt er javngott, sjálvt
um vit innast inni vita, at
tað er nakað øgiligt tvætl
Hóast Carl Jóhan Jensen
fýlist á lyndi hjá føroyingum
at ógilda dygdarmunin, tá
tað ræður um bókmentir,
heldur hann, at glottar eru
at hóma.
- Á næstan hvørjum ári
velur nevndin, ið innstillar
til
Bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins, út eina
bók, ið tey meta hevur eina
serliga dygd. So leingi, tey
tora tað, eru vit á góðari
leið, heldur Carl Jóhan
Jensen.
Dygd og sjangrur
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, for-
maður í Rithøvundafelag-
num, minnir á, at eitt høgt
listarligt støði eigur ikki at
vera
einasta
barometrið
fyri, um ein bók er verd at
týða og marknaðarføra ella
ikki. Møguleikin fyri um
ein bók kann gera seg
galdandi aðrastaðni veldst
eisini nógv um, hvørja
bókmentaliga sjangru, hon
hoyrir heima í.
Sjálvur er Arnbjørn Dals-
garð rættiliga sannførdur
um, at í fleiri førum kunnu
føroyskir
høvundar
væl
gera seg galdandi innan
sína sjangru.
- Eg kann væl ímynda
mær, at Jógvan Isaksen
kann fáa enn størri út-
breiðslu innan krimisjan-
gruna. Eisini haldi eg at
Oddvør Jóhansen er eitt fínt
boð uppá ein høvunda, sum
kann gera seg galdandi
millum tær lættari bók-
mentirnar, sigur hann.
Ein annar máti at meta
um, hvørt ein føroysk bók
kann gera seg galdandi, er
at hyggja at, hvørjar før-
oyskar bøkur selja mest í
Føroyum, heldur Arnbjørn
Ó. Dalsgarð.
- Føroyskir lesarar eru
ikki øðrvísi enn lesarar
aðrastaðni, so teirra áhugi
kundi givið eina góða
ábending, heldur formað-
urin í Rithøvundafelagnum,
sum annars eftirlýsir fleiri
virðislønir
til
føroyskar
bókmentir, ið kundu verið
við til at mett um støðið.
- Í londunum rundan um
okkum er tað heilt vanligt,
at eitt nú peningastovnar
lata virðislønir til bókmentir,
og tað haldi eg eisini at
líknandi stovnar í Føroyum
áttu at gjørt, sigur Arnbjørn
Ó. Dalsgarð.
Ein spurningur um dygd
Gore til Grønlands
Fyrrverandi grønlendski landsstýrismaðurin Josef Motzfeldt
vil hava fyrrverandi amerikanska varaforsetan Al Gore til
Grønlands. Josef Motzfeldt, sum var á røðarapallinum í Norð-
urlandahúsinum í gjár, sigur við KNR, at grønlendingar kunnu
skipa fyri einari ráðstevnu sum teirri í Føroyum, og at teir
eisini eiga at fáa Al Gore at luttaka. Við KNR sigur Motzfeldt,
at hann roknar við at fáa Al Gore til Grønlands næsta ár.
Vit mugu tora at skyna
ímillum góðar og vánaligar
bøkur, um vit skulu bjóða
tær fram úti í heimi,
sigur Carl Jóhan Jensen,
rithøvundur og ummælari