týsdagur 8. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
11
tíðindi
r høvundar
kann henda fyri okkara
bókmentir,
heldur
Kim
Simonsen.
Sambært Carl Jóhan Jen
sen er Ísland kanska besta
dømi um, at bókmentir hjá
smáum tjóðum væl kunnu
gera seg galdandi úti í
heimi. Hann greiðir frá, at
hvørja ferð ein av 20 teim
um fremstu íslendsku rit
høvundunum gevur eina
bók út, kann hann vænta, at
hon er týdd til eini seks mál
innan tvey ár.
Íslendingar hava dugað
at bjóða útlendskum høv
undum til Íslands. Afturfyri
hava teir so skapt áhuga og
gróðarlíkindi fyri íslendsk
um bókmentum úti í heimi.
Innsig skapar jú útsig – men
tað hava vit heldur tungt
við at fata í Føroyum,
heldur hann.
Tey ungu halda
seg aftur
Carl Jóhan Jensen minnir á,
at líka síðani miðøld hava
heimins bókmentir verið í
samskifti við hvønnannan.
Tað er hetta bókmentaliga
umrenslið, sum hevur skapt
ta áhaldandi menningina og
endurnýggjanina,
sum
føroyskar bókmentir mugu
gerast partur av. Hendir tað
ikki, steðgar menningin av
føroyskum
bókmentum
stutt sagt upp.
Eg eri bangin fyri, at tað
er júst tað, sum er í ferð við
at henda. Í løtuni er tað
ómetaliga lítið, sum eggjar
føroyskum høvundum at
skriva. Ivaleyst er tað eisini
orsøkin til, at so fá av
teimum ungu tíma at bjóða
seg fram sum høvundar,
sigur Carl Jóhan Jensen.
Eisini
Kim
Simonsen
hevur varnast, at ungir
høvundar eru lítið at hóma.
Tað sigur seg næstan
sjálvt. Longu sum er berjast
føroyskir rithøvundar um
alsamt færri molar, og tí er
tað nærum ógjørligt hjá
nýggjum, ungum rithøvd
undum at gera seg galdandi.
Tí er tað alneyðugt at vit
víðka føroyska bókamarkn
aðin, um føroyskum bók
mentum skal verða lív
lagað,
staðfestir
Kim
Simonsen.
Opið hús á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
10. apríl frá kl 10 – 15 skripa lesandi á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya fyri einum tiltaki at varpa
ljós á útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing – ætlað næmingum í 9. og10. flokki og næmingum í
miðnámsskúlunum,s júkrarøktarfrøðingum og kliniskum vegleiðarunum. Tey halda, athendan
útbúgvingin er ein spennandi ferð inn í vitanina um menniskjað og letur hurðina upp til ótalligar
valmøguleikar. Útbúgvingin gevur nógvar møguleikar fyri spennandi størvum, bæði innan
heilsuøkið og aðrastaðni í samfelagnum, serútbúgvingum innan ymisk sjúkrarøktarøkir, víðariút
búgving á master/kandidatstøði bæði innan sjúkrarøkt og onnur líknandi fak, siga fyrireikararnir.
Útbúgvingin er á altjóða støði og gevur soleiðis bæði møguleika fyri víðarilesnaði og arbeiði
uttanlands. Sum lesandi hevur tú eisini møguleika fyri at taka partar av útbúgvingini uttanlands.
Eingin í høvuðs
staðnum vil hýsa
Ársins Songrøddini
– tí verður finalan á
Kambsdali
SONGRØDDIN
Tíðindaskriv
Annað umfar av Ársins
Songrødd hevur verið í
TBhúsinum á Tvøroyri.
Nógv fólk komu at hoyra
teir sjey luttakararnar og
teirra framførslur á palli
num. Tað Janus Wiberg
Mortensen, John Holm og
Vivian Skyt sum tryggjaðu
sær
pláss
í
finaluna
leygarkvøldið tann 3. mai í
høllini á kambsdali.
Suðuroyingar vóru sum
altíð í góðum hýri og tóku
væl ímóti Ársins Songrødd
2008, og suðringar slóu tað
enn einaferð fast við sjey
tummaseymi, at teir hava
tað bestu áskoðarafjøldina
í landinum.
Komandi
leygarkvøld
gongur leiðin norðurum
aftur. Triðja og seinasta
umfarið verður í Høllini á
Kambsdali
nú
leygar
kvøldið 12. apríl.
Tað var ætlanin at hava
eitt undanumfar í Havn,
har sera nógvir luttakarar
hava teknað seg til kapp
ingina, men Tórshavnar
býráð hevur enn ikki latið
hoyra frá sær. Søgan er
annars tann, at fyrireikar
arnir fingu at vitað, at
“nevndin” hevði avgjørt,
ikki at brúka Badminton
høllina, og Ítróttarhøllina á
Hálsi til ungdómstiltøk, t.
e. dansur o.a., sigur Mark
Joensen, sum er ein av
fyriskiparunum.
Hann sigur, at trupul
leikin er, at tey bæði støðini
eru tey einastu hølini sum
hava verið brúkt til at hýsa
eina nóg stóra áskoðara
fjøld, t.e, tá ið tiltøk fyri
ung undir 18 ár hava
verið.
Tískil bóðu fyrireik
ararnir í nóg góðari tíð, um
eykaloyvi til at hava eitt
umfar av Ársins Songrødd
í Ítróttarhøllini á Hálsi, júst
tí at tiltakið í stóran mun
kann bólkast sum eitt ung
dóms og mentunartiltak,
og at nóg gott pláss mátti
verða fyri áskoðararnar.
Ársins Songrødd hevur
verið lopfjøll hjá nógvum
tónleikarum sum ríka okk
um tónlistarliga hvønn dag,
og tí eigur hetta tónleika–
og mentanartiltakið at fáa
innivist í høvuðstaðnum
Tórshavn, siga fyrireikar
arnir, heldur hann.
Men ikki hevur borið til
at fingið, hvørki játtandi
ella noktandi svar frá
Tórshavnar Býráð. Tískil
verður undanumfarið sum
annars skuldi vera í Havn,
flutt á Kambsdal.
Mark Joensen sigur, at
ein spennandi SMS kapp
ing er í samband við Ársins
Songrødd, har hópin av
vinningum er upp á spæl,
eitt nú ein spildurnýggjur
scootari, atgongumerki til
Bryan Adams, atgongu
merki til summarfestivalin
og annars nógvir aðrir
mega feitir vinningar. Man
skal bert sms’a ”sang” til
1919, og so er man við í
kappingini.
Ársins Songrødd finalan
verður á Kambsdali
FYRILESTUR
Hóskvøldið 10. apríl kl.
19.00 bjóðar Synergi til
fyrilestur í Miðlahúsinum
við kenda norska sálarfrøð
inginum, Dr. Atle Dyregrov.
Í fyrilestrinum kemur
Atle Dyregrov inn á hesi
evni:
Tá eitt barn doyr – sorg
í familjuni
Sorg hjá børnum – annar
leiðis enn hjá vaksnum?
Hvussu kann ein hjálpa
sínum børnum, tá ein
sjálvur er í sorg?
Fyrilesturin er ókeypis
og er ætlaður foreldrum,
sum hava mist eitt barn, og
avvarandi. Tilmelding er
ikki neyðugt, men tó er
avmarkað pláss.
Um Atle Dyregrov: Dr.
Phil. Atle Dyregrov varð
útbugvin sálarfrøðingur í
1980 og er serfrøðingur í
kliniskari sálarfrøði.
Hann hevur starvast í
fleiri ár við tilknýti til
"Barneklinikken, Hauke
land sykehus", har hann
fyri tað mesta hevur havt
ábyrgd fyri uppfylging av
familjum, sum hava mist
børn. Síðani hevur hann
arbeitt í 4 ár sum granskari
á "Forskningssenter for
Arbeidsmiljø, Helse og
Sikkerhet"
(FAHS)
við
universitetið í Bergen. Har
hevur hann arbeitt bæði
praktiskt og granskingarligt
við kreppum, vanlukkum
og tilbúgvingarætlanum.
Síðani 1988 hevur hann
verið dagligur leiðari fyri
"Senter for Krisepsykologi"
og starvast við kreppum í
gerandislívinum.
Serliga
hevur hann fingist nógv
við børn sum uppliva sorg
og
trauma.
Harafturat
hevur hann sum spesialistur
arbeitt við fleiri størri
kreppum og vanlukkum í
bæði inn og útlandi, og
hevur verið ráðgevi fyri
Reyða Kross, Red Barnet,
FN og Unicef.
Atle
Dyregrov
hevur
skrivað eina røð av bókum,
har fleiri teirra eru umsettar
til nógv ymisk mál og verður
nýttar sum lærubøkur.
Øll eru vælkomin til
fyrilesturin, sigur Synergi,
sum fyrireikar tiltakið.
Atle Dyregrov í Miðlahúsinum