týsdagur 8. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
13
K
jakið um javnstøðu tykist
hava vent sær burtur frá
javnstøðuhugtakinum og í staðin
vera farið at snúgva seg um
kvinnurættindi einans. Rættar
støðan hjá pápum og harvið
eisini hjá børnunum er út av lagi
vánalig í Føroyum. Nú má stund
in vera komin at fáa hesi rættindi
upp á pláss, ella í minsta lagi fáa
tey at vera ítøkiligan part av
javnstøðukjakinum á jøvnum
føti við kvinnurættindini.
Øll børn skulu hava rætt til
bæði foreldur. Tað eigur at vera
høvuðsreglan í lóggávuni kring
børn og tað, sum vit í dag
heldur konservativt kalla fyri
foreldrarætt. Men so er ikki í
Føroyum. Her hava børn fyrst
og fremst rætt til mammuna og
so bara møguliga til pápan
eisini. Børnini og páparnir eru
harvið fyri løgfrøðiligum og
ikki minst menniskjaligum og
kensluligum órætti.
Hetta dømið snýr seg um
lógina um foreldramyndugleika.
Tað er tó langt frá einasta økið,
har tað haltar við javnstøðuni
hjá pápum og rættindunum hjá
børnum í Føroyum. Vit kunnu
til dømis nevna sáttmálarnar á
almenna arbeiðsmarknaðinum,
har tað er ásett, at kvinnur
skulu hava fult lønarendurgjald,
tá tær fara í barnsburðarfar
loyvi, meðan menninir ikki
hava rætt til fult lønarendur
gjald. Men lat okkum kortini
dvølja við júst konservativa
hugtakið um foreldrarætt eina
løtu í fyrsta umfari.
Líka frá 1922 og fram til í
fjør hevur rættarstøðan verið
tann, at ógiftir pápar so at siga
ongan løgfrøðiligan rætt hava
havt til síni egnu børn – og ikki
minst, so hava børnini heldur
ongan rætt havt til sínar egnu
pápar. Pápar í slíkari støðu
hava ikki so mikið sum kunnað
greitt atkvøðu til skúlaráðsval
og enn minni verið valdir í
skúlaráðið, enntá hóast teir
liva saman við bæði mammuni
og barninum. Heilt galin hevur
støðan verið í teimum førum,
har foreldrini eru farin frá
hvørjum øðrum. Har hevur
rætturin einans ligið hjá
mammuni og harvið hvørki
hjá barninum ella pápanum.
Framstig uttan rættindi
Tað eydnaðist í undanfarnu
samgongu eftir trýsti frá felags
skapinum Børn Uttan Rættindi
og við áhaldandi áheitanum frá
Javnaðarflokkinum at fáa bøtt
eitt lítið sindur um hesi viður
skifti. Hetta varð gjørt tá táver
andi landsstýrismaður í lógar
málum, Jacob Vestergaard, 4.
oktober í 2006 legði fyri tingið
ríkislógartilmæli, sum hevði við
sær, at tað frá 1. januar 2007 bar
til hjá ógiftum pørum aktivt at
velja felags foreldramyndug
leika. Uppskotið fekk undirtøku
frá øllum flokkum í
løgtinginum.
Vit hava altso fingið eina
nýggja skipan, sum gevur
møguleika fyri øktum rættind
um, um semja frammanundan
er ímillum foreldrini aktivt at
biðja myndugleikarnar um at
sleppa at fáa felags foreldra
myndugleika.
Hetta er eitt framstig, men í
mínari verð er hetta als ikki nóg
stórt framstig. Tí nýggja lógin
staðfestir ikki veruliga nakran
rætt, og tað er langt burturfrá,
at man kann siga, at hon tryggj
ar javnstøðuna. Hon gloppar
bert dyrnar eitt lítið vet fyri
øktum rættindum.
Skipanin er soleiðis háttað, at
um foreldrini ikki eru gift, skal
mamman skriva undir uppá, um
hon ynskir at deila foreldra
myndugleikan við pápan. Tað er
í veruleikanum upp til hennara
at avgera rættarstøðuna hjá
pápanum. Vil mamman ikki, ja
so fær pápin ikki foreldra
myndugleika, tí soleiðis er
galdandi lóggáva.
Sama avgerðarrætt hevur
mamman í prinsippinum til at
ógilda eina avgerð um felags
foreldramyndugleika. Tí lógin
er soleiðis háttað, at ynskir
annað av foreldrunum í eini
konfliktstøðu at ógilda felags
foreldramyndugleikan, kann
viðkomandi fara í rættin og fáa
hetta gjørt. Hóast rætturin met
ir, at bæði eru egnað sum foreld
ur, skal rætturin skera ígjøgnum
og geva antin mammuni ella
pápanum allan foreldramyndug
leikan. Sambært hagtølum
vinna mammurnar í 88 prosent
um av tílíkum rættarmálum. Og
so er aftur líka vítt sum sítt við
javnstøðuni og við rættindunum
hjá barninum.
Ógvusligar avleiðingar
Slíkt rættarmál kann væl gjøgn
umførast uttan nakað slag av
mekling ímillum foreldrini
frammanundan. Tí kann ein
keðilig og spent støða ímillum
eitt ógift foreldrapar lættliga
hava rættiliga ógvusligar avleið
ingar við sær, har tað eru pápin
og harvið eftir míni sannføring
eisini barnið, sum eru við
skerdan lut.
Tá avgerðin er tikin, hevur
pápin ikki so mikið sum rætt til
kunning um grundleggjandi
lívsviðurskifti hjá barninum.
Pápin hevur til dømis ikki so
mikið sum rætt til at fáa at vita,
um ella nær eitt barn flytur
bústað, sjálvt um tað kanska
enntá flytur til eitt annað land.
Pápin hevur ikki rætt at kunna
seg um, hvussu tað gongur við
skúlagongdini, hvussu tað
gongur í barnagarðinum og so
framvegis. Hann og barnið eru
nú í høvuðsheitum rættindaleys
í sambandinum hvørt við
annað, hóast pápin kortini
varðveitir fíggjarliga partin av
sínum skyldum.
Ta samveru, sum pápin ynsk
ir við barnið eftir slíka avgerð,
skal hann í veruleikanum eisini
keypa seg til. Tí meðan foreldur
í grannalondum okkara býta
ferðakostnaðin, er tað í før
oyska førinum soleiðis, at pápin
skal rinda allan flutning í sam
bandi við samveru við barnið.
Tað er púra rætt, tá ført
verður fram, at stakar mammur
í Føroyum hava út av lagi vána
lig fíggjarlig kor, og tí mugu
politisk átøk setast í verk. Men
loysnin uppá hendan trupulleik
an er ikki at halda støku pápar
nir í eini verri rættindastøðu á
familjurættarøkinum. Í sam
bandi við fíggjarliga partin
kunnu vit harumframt undrast
á, at fyrsta spariuppskotið til
hvørja einastu fíggjarlóg í
hesum landinum er at avtaka
ískoytið til pápar fyri at rinda
barnapening. Serliga tá vit vita,
at hetta eisini gongur ógvusliga
út yvir støðuna hjá fyrr nevndu
støku mammuni.
Avleiðingarnar av stóru ójavn
anum eru eftir mínum tykki
sjálvsagdur. Ójavnin leggur upp
til fleiri syrgiligar søgur, enn
tað áttu at verið. Syrgiligar søg
ur, har sambandið kanska heilt
rýkur ímillum pápa og barn og
klandrið ímillum foreldrini
gerst óneyðuga stórt. Størstu
tapararnir eru óseku børnini, ið
eiga at vera framtíðar tilfeingið
í samfelagnum.
Foreldraábyrgd og barnarættur
Mín áskoðan er, at vit mugu
flyta okkum burtur frá hugtaki
num um foreldrarætt, har hugs
að verður um rættin hjá einstaka
foreldrinum til at “eiga” barnið.
Í staðin eiga vit at tosa um for
eldraábyrgd, har einstaka barnið
hevur rætt til bæði foreldur.
Ynskiliga rættarstøðan skal
vera, at barnið “eigur” eina
mammu og ein pápa og hevur
eins góðan rætt at hava samband
við og vera saman við teimum
báðum. Ikki fyrr enn tá uppfylla
vit neyðugu rættindakrøvini hjá
barninum og neyðugu javnstøðu
krøvini hjá pápanum.
Tað kann ikki vera meiningin,
at vit í 2008 – meðan kjakið
gongur lívliga um javnstøðu og
rættartrygd – góðtaka eitt lógar
verk, har rætturin so at siga
einans liggur hjá einum av
trimum pørtum.
Vit eiga tí helst at yvirtaka
familjurættarøkið og fáa sett nýtt
lógarverk í gildi, sum líkist tí
norska, íslendska og teirri
nýggju broytingini í Danmark,
har rætturin er fluttur yvir til
barnið, ið harvið hevur krav
uppá bæði foreldur. Og lat okk
um gera sum í framkomnu
grannalondum okkara, har dóm
ararnir kunnu velja at lata bæði
foreldur hava tann sokallaða for
eldramyndugleikan, um tey
bæði verða mett skikkað til
tess.
Tað er vísindaliga prógvað,
at børnini við góðum
sambandi við bæði foreldur
eru munandi betri fyri á fleiri
økjum, enn tey sum ikki
sleppa at hava samband við
annað foreldrið. Og royndirnar
vísa eisini, at tá bæði foreldur
eru tvungin at hava ábyrgd,
hóast tey eru farin frá hvørjum
øðrum, so er lættari at finna
semjur um, hvussu hetta skal
leggjast til rættis.
Vónandi fáa vit at síggja í
verki, at tey mongu væl mein
andi tingfólkini, sum dagliga
tosa nógv um rættindi og javn
støðu, fara at leggja veruligu
merkingina í hugtøkini, so tað
eisini verður arbeitt fyri javn
støðu og dagførdum rættindum
á hesum øki. Eg gleði meg í
øllum førum til eitt gott
samstarv.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Pápar mugu fáa
rætt at vera pápar
Næstu ferð:
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur, Tøl skapa veruleikan
Tíðargreinin
tíðargreinin
John Johannessen,
Formaður Javnaðarfloksins á tingi
Tekning: Óli P.