týsdagur 8. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Nítjandi partur
Seinast sóu vit, hvussu
tað gongur út og hevur
gingið út, sum Harrin
hevur talað við profet
unum. Hetta, at Harrin
sendi fólk sítt í útlegd til
allar tjóðirnar, men at
hann nú leiðir tey heim
aftur, júst sum hann
hevur lovað við profetum
sínum. Í tí brotinum kom
Ezekiel eitt sindur inn á
heidningatjóðirnar. Men
Ezekiel kemur eisini,
eins og hinir báðir, vit
hava nevnt, nógv inn á
heidningatjóðirnar. Eins
og hinir talar hann dóm
yvir tær. Í tríatiáttanda
og tríatinýggjunda kap
itli lýsir Harrin ein ræðu
ligan dóm yvir Gog og
tjóðirnar, sum eru við
honum. Har sigur hann,
at eftir at Ísrael er komið
aftur til landið, skulu
hesar tjóðir leypa á teir,
men Harrin grípur tá inn
og frelsir Ísrael og held
ur ein alvorligan dóm
yvir heidningatjóðunum.
Í tjúguáttanda kapitli
stendur hetta: So sigur
Harrin HARRIN: Táið
Eg savni hús Ísraels frá
tjóðunum, sum tey eru
spjadd ímillum, skal Eg
fyri eygum tjóðanna lata
síggjast á teimum, at Eg
eri heilagur, og tey skulu
búgva í landi sínum, tí,
sum Eg gav Jákupi,
tænara Mínum.
Tey skulu búgva trygt
har og byggja hús og plan
ta víngarðar – tey skulu
búgva trygt, meðan Eg
haldi dóm yvir øllum teim
um, ið rundan um tey
búgva, og sum vanvirða
tey – og tey skulu sanna,
at Eg, HARRIN, eri Gud
teirra. Ez. 28,2526.
Tað eru fleiri kapitlar í
Ezekiel, sum siga frá um
dómin, sum skal koma
yvir tjóðirnar. Les kapitl
arnar 25 til 35. Sumt av
hesum er longu gingið
út. Fleiri av profetunum
tala um “dag Harrans”,
sum er ein dómsdagur
yvir henda heim. Ezekiel
sigur soleiðis:
Orð HARRANS kom
til mín; Hann segði:
Menniskjasonur! Profet
era og sig: So sigur Harr
in HARRIN: Venið tykk
um: „Vei – tann dagur!"
Tí nær er dagurin, ja, nær
er dagur HARRANS;
dagur við skýggjum,
dómstíð skal hann vera
tjóðunum. Ez. 30,13.
Dómur bíðar heimi
num, nú ið Harrin er byrj
aður, at lata tað ganga út,
sum profetarnir hava
talað um frelsu Ísraels á
seinastu døgum. Hetta
eru profetarnir samdir
um. Eg havi eftir føri
muni tikið nakað fram av
tí, sum Esaias, Jeremias
og Ezekiel siga um hetta.
Tað, sum nú stendur
frammanfyri er at Jesus
Kristus, Ísraels Messias,
skal koma aftur. Hann
kemur niður í luftina
eina løtu, vit kanska ikki
høvdu vænta, og rykkir
samkomu sína upp til
sín. Hygg Ápostlasøgan
1. kapitul 9. til 11. vers.
Og 1. tessalonikabræv 4.
kap. 13. til 18. vers.
Hann kemur eisini niður
á jørðina, niður á olju
fjallið, at frelsa Ísrael.
Hygg Zakarias 14. kap.
1. til 5. vers. Her standa
stórar og álvarsamar
hendingar fyri framman.
Nú er ikki at sova. Men
gera eftir ráðum Jesusar:
Tað, sum eg sigi við
tykkum, sigi eg við øll:
Vakið! Hoyrir tú til
samkomu Guds? Verður
tú við í skaranum, sum
verður ryktur upp í luft
ina at møta Jesusi? Eg
spyrji ikki, um tú hoyrir
til “brøðrasamkomuna”,
fólkakirkjuna, hvítu
sunnufólk ella okkurt
annað. Men hoyrir tú til
samkomu Guds, ert tú
frelstur, hevur tú vent
við frá tí skeivu leið,
sum bæði tú og eg hava
gingið frá barni av. Eru
syndir tínar fyrigivnar?
Vit hava nú hugt at,
hvat profetarnir siga um
dómin yvir hendan heim.
Jesus sigur tað soleiðis
hjá Markusi:
Tann, ið trýr og verður
doyptur, skal verða frelst
ur; men tann, ið ikki trýr,
skal verða fordømdur.
Mark. 16,16.
Næstu ferð fara vit í
Dánielsbók.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi
- ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen
Politiska minnið er ofta
rættiliga stutt, og onkun
tíð kann tí vera neyðugt at
fríska tað eitt sindur upp
Karsten Hansen, lands
stýrismaður í fíggjarmál
um, hevur boðað frá, at
fíggjarlógaruppskotið fyri
2008 verður lagt fyri tingið
í hesi vikuni, men løgtings
formaðurin hevur avgjørt,
at eingin tingfundur verður
hesa vikuna, so uppskotið
kann ikki leggjast fram
fyrr enn í fyrsta lagið kom
andi týsdag. Løgtingsval
var 19. januar og sam
gonguskjalið var undir
skrivað 2. februar.
Fyri fýra árum síðani var
løgtingsval tann 20. januar
og samgonguskjal undir
skrivað 31. januar. Táver
andi fíggjarmálaráðharri
legði sítt fyrsta uppskot til
fíggjarlóg fyri tingið tann
25. mars.
Karsten Hansen hevur
sostatt havt tríggjar vikur
longri um at gera hetta upp
skotið, enn Bárður Nielsen
hevði um sítt uppskot fyri
fýra árum síðani, men hóast
hetta, so hevur Karsten
Hansen fingið góðan
arbeiðsfrið – serliga um vit
samanbera við, hvussu
andstøðan í 2004 leikaði í,
tí Bárður Nielsen arbeiddi
ov seint. Millum annað
vóru hesar atfinningarnar
alment frammi tá:
“Tað er ein vanlukka fyri
samfelagið, at vit fram
vegis ikki hava nakra fíggj
arlóg fyri 2004, sigur
Karsten Hansen, fyrrver
andi landsstýrismaður í
fíggjarmálum.”
(Sosialurin 5. mars 2004)
“Tá ið undanfarni løgmað
ur valdi at skriva val út og at
senda fíggjarmálaráðharran
til hús, legði hann landið í
stjórnarloysi og landskassan
í ongamannaland.”
(Høgni Hoydal í blaðgrein
8. mars 2004)
“Fyri hvønn dag, ið
gongur, so fossar peningur
úr landskassanum.”
(Høgni Hoydal í blaðgrein
8. mars 2004)
“Nú byrjar tíðin at ganga
undan”
(Bill Justinussen í løgting
inum 10. mars 2004)
“Samfelagið hevur reelt
ligið uttan stýring síðan
fyrst í desember mánað, og
tað er sera óheppið.
(Karsten Hansen í samrøðu
við Sosialin 5. mars 2004)
Um støðan var so álvarsom
áðrenn 10. mars 2004, so
veit eg ikki hvat vit skulu
siga um 15. apríl 2008.
Men alt hevur sína orsøk.
Í desember 2003 legði táver
andi landsstýri frá sær, beint
áðrenn botnlinjutølini á fíggj
arlógini gjørdust reyð. Tí var
tað sera umráðandi hjá teim
um flokkunum at fáa tveitt
alla fíggjarliga ábyrgd yvir á
tað eftirfylgjandi landsstýr
ið. Undirskotið skuldi einki
hava við teirra politikk at
gera, nei tað var vantandi
stýring frá 5. desember 2003
til 25. mars 2004, sum var
altavgerandi.
Men nú hevur tað eftir
øllum at døma einki at siga
fyri somu flokkar, um tíðin
dregur út, tí minni hjá velj
arunum er so vælsignað
stutt.
Politiska minnið er stutt
helgi
abRahamsen
Ì lesarabrævi tann 22. feb
ruar 2007 skrivar Jens Mar
ius Poulsen, kommunustjóri,
at blaðmaðurin á Dimma
lætting, Heini Gaard, ber
skeivan boðskap um keypið
av skrivstovubyggninginum
við Fr. Petersensgøtu.
Men eg spyrji bara, segði
kommunustjórin satt ella
ósatt, tá hann upplýsti fíggj
arnevndini, at tað kom at
kosta 200300 túsund krón
ur so at byggningurin var
klárur at taka í brúk hjá
kommununi.
À fíggjarnevndarfundi
tann 18. apríl 2007 varð
eitt av málunum, um
kommunan skuldi keypa
ella leiga skrivstovu bygn
ingin við Fr. Petersensgøtu.
Kommunustjórin, Jens
Marius Poulsen segði tá, at
hølisviðurskiftini hjá um
sitingini vóru út av lagi
vánalig, og at málið, um at
keypa bygningin við Fr.
Petersensgøtu hevði stóran
skund. Ein meiriluti í fíggj
arnevndini mælti tí býráð
num til at keypa byggning
in fyri 7. mill. krónir. Tann
23. apríl kom málið fyri
býráðið, har keypið varð
einmælt samtykt tíverri.
Grundin til at byggning
urin varð keyptur, var tí at
kommunustjórin segði, at
tað kostaði ca. 200300
túsund krónur at fríska
byggningin upp, so at hann
var klárur at taka í brúk.
Hann segði eisini, at keypi
hevði skund, tí tronga støð
an í býráðnum var kata
strofal. Tað er nú eitt ár
síðani, og enn er byggning
urin ikki tikin í brúk.
Eyka fíggjarnevndar
fundur var tann 1. februar
2008, har biðið bleiv um
knappar 3. mill. Krónur til
at gera byggningin kláran.
Nú var kostnaðurin 10
ferðir meir enn hvat komm
unustjórin hevði upplýst
fyri fíggjarnevndini.
Kommunustjórin skrivar
eisini í lesarabrævinum, at
ongir pengar eru brúktir til
at ummvæla byggningin.
Tað er rætt, men hann
gloymir at skriva, at komm
unan hevur brúkt um 100
túsund krónur til at gera
eitt projekt til ummvæling
av húsinum, eitt prosjekt,
sum fíggjarnevndin ikki
hevði biðið um.
Seinast í brævinum
skrivar kommunustjórin:
”tað stendur einum hvørj
um greitt, eisini býráðs
limum, at skulu høli, sum
flutt verða úr, takast aftur í
nýtslu, er neyðugt við
ávísum ábótum”.
Tað vita allir býráðs
limir, men tá kommunu
stjórin, við einari stórari
ummsiting undir sær, sigur
at tað er nokk at brúka 2
300 túsund krónur til
ummvælingina, so tóku
býráðslimir tað fyri góða
vøru, men so varð ikki.
býráðslimur
høgni
mikkelsen
Nú nógv hevur verið tosað
um at tað er so trupult at
manna kappróðrarbátarnar,
er ongin ivi um, at lógirnar
sum í dag eru galdandi hava
negativa ávirkan, tá báturin
skal mannast. Her hugsi eg
um, at bátur skal lutaka í
minsta lagi tríggjar fm
stevnur fyri at kunna lutaka
í kappróðri á Ólavsøku.
Tað er onki at taka seg
aftur í, at nógv fleiri bátar
vóru mannaðir, um reglur
nar vóru sum fyrr. Tá kundi
bátur verða mannaður/flot
aður ein kanska tveir mán
aðir undan Ólavsøku og
hettar hevði við sær at kapp
ingin bleiv størri og betri
sum leið út ímóti Ólavsøku.
Gleðin var stór hjá teim
um, sum mannaðu bát mitt
í kappingini og somuleiðis
høvdu sjófólk/útisetar og
fólk her á landi møguleika
at gera dreymin til veru
leika, og sjálvsagt hevði
áskoðarafjøldin vaksið, tá
hevði avvarandi hjá hesum
"óvandu" rógvarum leitað
sær oman at støðnni.
Hesir "óvandu" høvdu
brúk fyri einari kanska
tveimum "test" stevnum
áðrenn finaludagin á Ólav
søku soleiðis at so kundi
rættast upp á ymsar skeiv
leikar umborð á bátinum,
og hesar royndarstevnur
høvdu somuleiðis drigið
avvarandi við sær, og
sostatt vaksið um inntøk
urnar á stevnunum uttan
fyri Havnina.
Sum lógin er í dag,
kunnu øll lutaka í fmróðri
á øllum stevnum uttan í
Havn. Eg veit at hendan
lógin var gjørd, tí at fm
úrslitið kundi broytast um
avgerandi róðurin um fm
heitið var á Ólavsøku, og
so kom ein bátur mitt í
árinum og broytti fmúrs
litið soleiðis, at heilt aðrir
bátar kundu gerast meistar
ar osv. Halló... er man veru
liga best, tá man tapir
ímóti bátum sum hava vant
meira enn helvtina styttri
og bert róð eina ella tvær
stevnur????
Vaksnamannabátarnir
Trupulleikin er at manna
vaksnamannabátarnar.
Sostatt skuldi tað veri frítt
at lutikið í kappróðri fyri
6manna, 8manna og 10
mannaførini og ikki veri
nøkur lóg sum beindi fyri
kappróðrinum í hesum
bátastøddum.
Tað hevði verið til stóra
gleði fyri øll vaksin kapp
róðrarfólk og ikki minst
fyri teir sum rógva allar
stevnurnar og sum eru væl
trimmaðir í rógvimaski
nunum tá kundu vit sæð
um teir "maskintrenaðu"
roynast so nógv betur enn
hin náttúrliga megin sum
Várharra gav okkum.
Somuleiðis hevði "myt
an" rógvimaskinur staði
sína roynd,vit vita jú at tær
"gomlu" tíðirnar vóru ikki
verri enn í dag, ja, onkun
tíð betur og tá var venjing
in annan hvønn dag ella
sum tað nú einaferð lá fyri
og sostatt hevði ein tíð til
familjuna og ikki sum nú
at 68 mánaðir fara til
venjing/fyrireiking.
Vælsignaðir tit í RSF og
feløg kring landið, hugsið
um tað, tí at hettar er í tøk
um tíma. Roynið og broyt
ið lógina til komandi aðal
fundin 2008 og gevið so
leiðis øllum gleðina aftur
við at síggja so nógvar
kappróðrabátar á firðum
og vágum sum gjørligt og
tá síggja vit aftur føroysk
an kappróður blóma.
Við vón um at besti
bátur vinnur!!!!
Við vón um eitt gott
kappróðrarár.
Lógir RSF ein bági fyri kappróðurin...
ÁRni
andReasen
Kommunustjórin í Tórshavnar kommunu
skrivar, at Dimmalætting ber skeivan boðskap