týsdagur 8. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
„Tað fækkast í vinaskara“
Leygardagin fylgdu vit Herbjørn í
kirkjugarðin heima á Sandi. Nógv
fólk vóru samankomin, men tað var
helst við ymiskum kenslum, vit
minntust Herbjørn.
Fyrst og fremst tey nærmastu, fam
ilian, persónligir vinir, bygdarfólk
og onnur.
Sjálvur kom eg til Sands í fríggj
araørindum, men kortini ættaður hið
an, og úrslitið gjørdist, at kona mín
var systkinabarn Herbjørns, so her
var ávíst tilknýti.
Herbjørn og eg gjørdust ongantíð
hjartavinir, men tíðandi partur av lívs
leið okkara í frítíðini kom at liggja á
somu ferðaleið, nevniliga tí at báðir
vóru „bjargamenn um ein háls!“
Tað fyrsta, eg minnist, var, tá vit
fóru „undir oynna“ at ræna lomviga
egg. Farið varð við fýramannafarinum
hjá Herbjørn „Títlingur“. Manningin
var Herbjørn, Nonne svágur, Vallu
jógvan og eg sjálvur. Herbjørn var
undangongumaður. Vit løgdu at
sunnanfyri á Lonini, og fremstur var
Herbjørn. Vallujógvan var bátsmaður
og maskinmaður. Upp á land fóru
Nonne, Herbjørn og eg sjálvur.
Klófastur og krøkin, sum Herbjørn
var, varð hann ikki uttan orsøk kall
aður „Kettan hjá Lorraine“ konuni.
Fyrstu eggini vóru rættuliga løtt at
fáa fatur á, men eg minnist, tá vit
skuldu útvesturum eftir smalari rók,
og Herbjørn skuldi útav vestanfyri,
at eg skuldi sita undir, men lendið
var so smeðið, tá eg segði, at her er
ikki sitandi, men Herbjørn segði:
„Hví ert tú so komin við, hví vart tú
ikki heima meðni“! Hann kendi
umstøðurnar og fyritreytirnar, men
eg var óroyndur. Í øðrum føri var eg
í línuni, og Herbjørn sat undir.
Samstarv okkara „undir oynni“
vardi í nøkur ár, mest í Lonini og
undir Oknadalsdrangi. Seinni fall
hetta mest sum burtur.
Seinnu árini vóru vit saman norðri
í Skorðum við og eftir seyði, mest
veðrum, og síðan yviri á Egg og sigu
eftir havhestaeggum. Herbjørn var
vanur at síga, men seinnu árini var
heilsan farin at bila, so hann var
meiri við sum maður uppi á eggini,
meðan teir yngru vóru í línuni.
Hvørja ferð, tá liðugt var, hittust
allir á ávísum støðum til at býta fong
in, kanska ein kaffimunn við pannu
køkum, og til teir, ið høvdu hug, ein
snapsur og ein øl!
Nú er undirritaði einasti eftir av
„manningini“ á Títlingi. Var væl
yngri enn hinir.
Altíð endaði henda ferð við, at Her
bjørn gav boð um og byrjaði seinasta
ørðindi úr sálminum: Nú dagurin at
enda er. Vit minnast altíð hann við:
Og takk at tú meg hevur vart
frá váða og frá neyð,
Takk fyri himmalljósið bjart,
takk fyri dagligt breyð
Í hesum sambandi komu minnini
fram á gravarbakkanum, tá vit ferð
aðust í brattlendi. Tað skuldi dirvi til
og álit á undirsitingarmann og sig
mann, tí niðanfyri var steyrrætt berg
og hav, so sveik álitið, var deyðin
vísur.
Herbjørn var royndur og vitur í
brattlendi. Ansaði altíð eftir, at vit
og skil varð nýtt, og tí kendist hann
sum álitismaður at vera saman við.
Sagt verður, at í hvørjum manni
býr ein smádrongur, so at skilja, at
sjálvt tilkomnum monnum kennist
spælilyndið!
Í nevnda tíðarskeiði var bjargalívið
ikki nakað lívsneyðugt arbeiði. Veið
an var ikki partur av føði til gerandis
dagin, men hetta var helst ein leivd
av søgunum um spennandi bjarga
ferðir, sum vit vildu gerast ein partur
av og kenna spenningin í.
Sum yngri ynsktu vit at vera við í
hjúnaðarlag til at „skapa“ lív, meðan
seinni í tí vandamikla bjargalívinum
var neyðugt at vera varin og varðveita
lív!
Nú er Herbjørn farin. Nú hevur
hann ikki longur fyri neyðini at hava
álítandi undirsitingarmann, tí hann
hongur ikki meir í nakrari línu, men
heldur hevur hann lagt frá sær og
kastað akker, og vón okkara er tí, at
akkerslagið, hann hevur valt, heldur!
Heilsan frá
Eyðun Mohr Viderø
Nú er eisini Herbjørn farin!
Hugnaløta aftaná ræningardag f.v.: Hilmar Jensen, Herman í Stórustovu, Herbjørn Simonsen, Gudmund Jacobsen (Guddi),
Eyðun M. Viderø, Jógvan Poulsen, (Vallujógvan), Michael Olsen, Jón Henriksen (Nonne) og Harald Jensen
Lesið Sosialin - so eru tit við
Andlát og jarðarferðir
Kistan við Hans Sigurð í Skorastovu, Hvítanes,
fer úr Landssjúkrahúskapellinum, týsdagin klokkan
seks. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju miku
dagin klokkan eitt. Sungið verður úr sálmabókini.
Harry Larsen, ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í
Tórshavn, andaðist fríggjadagin, 67 ára gamal. Kist
an fer úr Landssjúkrahúskapellinum í kvøld kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týdagin kl. 13.
Petur Zacharisen, ættaður úr Mykinesi, búsitandi í
Tórshavn, andaðist leygardagin 5. apríl, 88 ára
gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
týsdagin kl. 15.
Kistan við Karlu Samuelsen, fødd Sjóstein, fer úr
heiminum hjá dóttrini týsdagin klokkan 13:30 í
kirkjuna. Jarðarferin verður kl. 14 sama dag. Sungið
verður úr sámlabókini
Ruth Olsen í Tórshavn, fødd Isaksen, andaðist á
Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 70 ára gomul.
Ingarð Karlsen, fødd Olsen, ættað av Skála, and
aðist í Stokke í Noregi mikudagin, 68 ára gomul. Jarð
arferðin verður úr Stokke kirkju hósdagin kl. 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
9. apríl. Procopius. Talan er kanska um tann
Prokorus, sum er nevndur í Ápostlasøguni 6,5. Segðist
vera bróðursonur Stefans.