týsdagur 8. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Samgongan hevur lagt
fram uppskot á ting um at
broyta barsilsskipanina frá
1 juni 2008. Broytingarnar
vera eisini galdandi fyri tey
sum eru í barsil tann 1 juni
2008.
Høvuðsinnihaldi í
uppskotinum er:
1. Barsilsútgjaldstíðar
skeiðið verður longt. Tíðin
sum foreldur samanlagt
hava rætt til barsilspening
eftir barnsburði verður
longd frá 26 vikum til 33
vikur.
2. Býtið millum foreldr
ini av barsilsútgjaldstíðar
skeiðinum verður broytt.
Býtið millum foreldrini av
samlaðu tíðini, tað kann
útgjaldast barsilspeningur
(33 vikur), verður broytt
soleiðis, at pápakvotan upp
á 2 vikur verður hækkað til
5 vikur, og 4 vikur verða
lagdar aftrat teimum ver
andi 10 vikunum, sum
foreldrini kunnu býta
ímillum sín.
Samstundis verður
kravið um, at pápakvotan
skal verða tikin innan fyri
fyrstu 14 vikurnar eftir
barnsburð, strikað. Pápa
kvotan skal nú verða tikin
innan fyri fyrstu 33
vikurnar eftir barnsburð.
3. Treyt fyri útgjaldi. Tað
verður ein generel treyt
fyri at fáa rætt til barsilsút
gjald, at tað av foreldrun
um, sum fær barsilsútgjald,
skal vera um barnið í út
gjaldstíðarskeiðinum/bars
ilsfarloyvistíðarskeiðinum.
4. Serligar reglur fyri
foreldur, sum eru einsa
møll við barninum. Um
mamman ella pápin er
einsamøll/ einsamallur um
barnið, hevur mamman,
um tað er hon, sum er
einsamøll við barninum,
rætt til pápakvotuna upp á
5 vikur, og um tað er
pápin, so fær pápin rættin
hjá mammuni til tær fyrstu
14 vikurnar.
5. Hámarksútgjaldið
verður hækkað frá kr.
25.000 til kr. 27.000.
Familjan í miðdepilin
Tá ið tosað verður um
javnstøðu verður oftast
hugsa um javnstøðu
millum kvinnur og menn,
har tað eru kvinnurnar ið
ikki hava javnstøðu. Ì
spurninginum um barsils
skipanina snýr tað seg um
tað øvugta, nevniliga
væntandi javnstøða fyri
menn ella pápar.
Tá ið tað kemur til rættin
at vera saman við sínum
børnum, serliga tá ið
børnini eru smá, eru tað
páparnir, og ikki minst
børnini, ið eru fyri vanbýti
í dag. Í dag er tað so, at
børnini ikki hava sama
møguleika at fáa eitt tætt
og gott samband við bæði
foreldrini frá byrjan av.
Viðurskiftini millum
foreldur og børn er eitt tað
týdningarmesta ið lívinum.
Øll ið eiga børn vita, at
grundin verður løgd frá
byrjanini, í dag er tað so, at
mamman fær einarætt/
einaábyrgd av at byggja
hetta samband upp, pápin
má næstan berjast fyri at
sleppa uppí.
Í Føroyum hevur pápin
fyrr í tíðini verið meira
fráverandi enn nógva
aðrastaðni, við tað at
nógvir teirra hava balst á
sjónum í langa tíð í senn.
At pápin, kanska langt upp
í barnddóminin var ein
meira fjarður persónur í
gerandisdegnum, vita øll
tey ið hava ein sjómann til
pápa.
Í dag eru viðurskiftini
nógv broytt, í hvussu er
hvat hugburði viðvíkur.
Tað eru alt fleiri pápar ið
eru varðugir við, hvat ið
tað er teir missa, og teir
vilja ikki góðtaka
framhaldandi at missa
henda rættin.
Tað at pápin eisini fær
møguleika at luttaka í
øllum teimum lívsjáttandi
upplivingum tað er, at læra
eitt nýføtt barn at kenna,
merkir ikki at nú skal
mamman skúgvast til viks,
tvørturímóti nú er tað
familjan ið skal framat.
Eg vil undirstrika, at
sjálvsagt er biologiski
munurin á kvinnu og
manni nakað ið vit fult
viðurkenna og tí síggja tað
natúrligt at mamman hevur
ein annan leiklut enn
pápin. Tað ið vit vilja rætta
uppá, er møguleikan hjá
pápanum, at luttaka meira í
hesum týdningarmikla
tíðarskeiðnum hjá
barninum og familjuni
allari.
Javnvág millum familju
og arbeiðslív
Í dag verður tosað so nógv
um javnvág millum
familju og arbeiðslív,
hetta uppskotið er avgjørt
eitt stig á røttu leiðini. Tað
hevur stóran týdning, at
staðfesta rættin hjá
pápanum til at vera saman
við barninum. Um hesin
rættur ikki er staðfestur, so
kann ein vænta, at tað
verður ringt og kanska illa
dámt á arbeiðsplássinum,
at pápar nýta sín natúrliga
rætt at fara í barsil. Tíverri
er okkara arbeiðsmarkn
aður ikki enn vorðin so
fleksibul, at hann í nóg
stóran mun tekur atlit til
familjuna. Hetta er nakað
ið fyriliggjandi uppskot vil
bøta um.
Lóggávan heimilar í dag
eitt ára barsilsfarloyvi, men
foreldur hava sjálvdan
fíggjarligar umstøður at
gera brúk av hesum
møguleikanum, tí tey bert
fáa endurgjald fyri lønar
miss ein part av tíðini.
Málið hjá samgonguni er
at longja barsilsskipanina í
hesum samgonguskeiðnum
til 1 ár soleiðis at endur
gjaldi vegna lønarmiss
verður longt tilsvarandi.
At fáa eina 1 ára barsils
skipan kostar pening, men
hetta hevði samstundis
viðført eina munandi
sparing fyri kommununnar
við tað, at vøggustovupláss
eru kostnaðarmikil. Tað
hevði eisini verið gott fyri
barnið og familjuna tí
sloppið var undan teim
ofta mongu sjúkadøgunum
ið ofta elva til strongd í
familjuni tí teirra luttøka á
arbeiðsmarknaðinum
verður so óstøðug av tí
sama.
Í dag er tað tíverri so, at
pápar ið nógv minni mun
enn mammur luttaka í
barsilsskipanini. Ein týð
andi orsøk til hetta er helst
tann, at fíggjarligi missurin
hjá familjuni verður nógv
størri um pápin fer í barsil.
Tí tað er ein sannroynd, at
miðalinntøkan hjá mann
fólki er umleið dupult so
stór sum miðalinntøkan hjá
konufólki.
Fyri millum annað, at
stimbra pápunum at gera
brúk av skipanini verður
hámarkið fyri útgjald
hækkað úr 25.000 kr til
27.000 kr. Hóast hetta ikki
er nógv, so bøtur allur bati.
Sambært uppskotinum, so
eru hesar broytingar
útreiðsluneutralar við tað
at hetta rúmast innan fyri
fíggjarkarmin hjá
barsilskipanini.
Ein nýtímans familju
politik
Hetta uppskoti er eitt týdn
ingarmikið stig á leiðini, at
verja barnið, geva
pápanum betur rættindi ið
samband við síni børn og
ikki minst, at geva familj
uni allari sum hon er betur
kor.
Soleiðis sum samfelags
gongdin er, síggja vit at
familjan verður sett alt
meira undir trýst og bæði
børn og foreldur gerast alt
meiri strongd. Hetta krevur
ein nýggjan, virknan og
nýmótans familjupolitikk,
har familjan og barnið
verða sett í hásæti.
Vit mugu finna skipannir
ið loyva hesum. Ein skipan
kann verða, at foreldur
forvinna sær dagar ella
klipp, har tey hava so og so
nógvar dagar har tey kunnu
vera heima, tá ið barnið
hevur tað fyri neyðini heilt
upp til barnið er hálvvaks
ið. Til dømis, kundu
forledrini brúkt nakrar
dagar tá ið barnið ferð í
fyrsta flokk, fyri at nevna
eitt dømi.
Eitt annað, ið verður
tosað um í londunum kring
okkum, tað er at síggja
arbeiðslívið hjá fólki í
einum longri høpi. Vit vita,
at fólk eru á arbeiðsmarkn
aðinum í 3040 ár. Hví ikki
gera arbeiðsmarknaðin so
fleksiblan, at fólk kunnu
arbeiða minni meðan
børnini eru smá og síðan
arbeiða hetta innaftur tá ið
tey eru vaksin.
At longja barsilstíðini
fyri bæði foreldrini, er ein
góð og neyðug byrjan til
ein virknan nýmotans
familjupolitikk ið tekur
atlit til broyttu umstøð
urnar hjá familjuni.
Betur barsilsskipan
løgtingskvinna
Eyðgunn
SamuElSEn
Eli Smith hevur framsýning í Miðluni í
Klaksvík í apríl mánað
FRAMSÝNING
Eli Smith fer at hava framsýning í Miðlan við
steinmálningum. Hetta er ein teknikkur, hann
sjálvur hevur ment. Tilfarið, ið hann nýtir, eru
ymisk grótsløg, kol og skeljar úr Føroyum, sigur
Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Eli Smith er føddur í 1955 í Tórshavn. Hann er
sjálvlærdur listamaður, men hevur eisini verið á
listaháskúlanum í Holbæk 1982. Eli hevur
undirvíst í tekning og máling í fólkaskúlanum og
á fólkaháskúlanum.
Eli hevur verið við til fleiri framsýningar bæði í
Føroyum og í Danmark. Hann hevur myndprýtt
bæði bygningar (skúlar), bøkur, fløguhúsar og
plakatir. Og hann hevur eisini myndprýtt tvær
frímerkjaútgávur (Vágar, 2004 og Sandoy, 2006).
Eli hevur eisini vunnið virðislønir í sambandi við
yrki sítt sum listafólk, m.a. Barnabókaheiðursløn
M.A. Jacobsens, 1999.
Á heimasíðuni www.eli.fo fæst meira at vita
um Eli, verk og arbeiðshættir.
Eli Smith í Miðluni
Kunngerðir (vit lesa upp)
Lýsingar
(við tónleiki)
Tórsgøta 1 · FO-100 Tórshavn tel 35 99 99 faks 34 18 01 ras2@ras2.fo
Sjálvandi lýsa vit á
35 99 99
www.ras2.fo