týsdagur 8. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
17
tíðindi
Í fagrasta veðri
leygardagin 5. apríl,
var vakra listasavnið
Kjarvalsstaðir í
Reykjavík karmur um
stórfingna føroyska
mentanarveitslu
í samband við at
Mikines framsýningin
lat aftur hetta
vikuskiftið
FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Tað var Reykjavíkar Býráð
og listasavnið Kjarvalsstaðir
sum høvdu tikið stig til
tiltakið og í samstarvi við
Útnorðurráðið, Føroyinga
felagið og Sendistovu Før
oya, varð ein fjølbroytt skrá
sett saman fyri allan seinna
partin.
Hópur av fólki var komið
á Kjarvalsstaðir hendan
dagin og tiltakið byrjaði við
at Aðalsteinn Ingólfsson,
rithøvundi av stóru Mikines
bókini, helt fyrilestur um
listamannin og greiddi frá
listarverkum hansara. Eftir
hetta var ymiskt fyri børnini
– dukkusjónleikur, spøl og
kapping, har Mikinesmynd
irnar vóru partur av spæl
inum.
Smyril Line, Atlantsflog
saman við Flugfelag Islands
og Færeyjaferðir vóru um
boðaði við fólki, ið góvu
faldarar og kunning um Før
oyar sum ferðamál og hópur
av fólki vísti hesum áhuga.
Føroyska klædnafyritøkan
Sirri var somuleiðis um
boðað við modellum, sum
gingu runt og sýndu føroysk
klædnapløgg fram og hand
aðu faldarar til gestirnar.
Kl. 16 framførdi føroyska
trio’in við Leivi Thomsen,
Bjarka Meitil og Katrinu
Petersen hugtakandi fólka
løg, avbera vakurt borin
fram av Katrinu. Eftir hetta
var farið upp á gólv. Heini
Mohr, Sámal Júst Ziska
Dahl og Leivur Jacobsen,
allir royndir og dugnaligir
kvøðarir
úr
Klaksvíkar
Dansifelag, vóru komnir at
skipa dansin, sum gekk
væl og tað sást at nógv fólk
høvdu hug at koma uppí.
Eftir hetta var borðreitt
við føroyskum mati og bjóri
og Gunvør Balle, sendi
kvinna, greiddi frá hvussu
vit hagreiða tjóðarrættir
okkara. Sera stórur áhugi
var millum íslendingar, og
sjálvsagt eisini føroyingarn
ar, at smakka ein bita av
turra tvøstinum og spikin
um,
skerpikjøtinum
og
skinsakjøtinum.
Tá talt var upp eftir at
síðstu gestirnir vóru farnir
kl. 18.00, varð greitt, at
1600 fólk høvdu vitjað
Kjarvalsstaðir hendan dagin
og talan var nærum um met
fyri savnið. Fyrireikararnir
vóru sjálvsagt sera væl
nøgdir við teir nógvu gest
irnar og kundu staðfesta, at
hetta ber boð um stóran
áhuga fyri føroyskari ment
an í Íslandi.
Tenorsangarin Peter
Hentze Niclasen
og guitarleikarin
Ólavur Jakobsen fara
í hesi vikuni at hava
tvær konsertir við
føroyskum sangum
og sangum eftir m.a.
Dowland, Britten og
Donizetti
SANGUR
Guitar og sangur er ein
samanseting, ið ikki er so
ofta at hoyra í føroyska
klassiska tónleikaumhvørv
inum. Enn meira forkunn
ugt er, at teir eisini fara at
framføra okkurt nýgjørt
fyri guitar og sang. Talan er
um sanglag skrivað av
Bjarna Restorff. Bjarni hev
ur sett lag til yrking eftir
Carl Jóhan Jensen, og verð
ur tað her framført á fyrsta
sinni.
Ólavur Jakobsen hevur
skipað
føroysk
løg
av
nýggjum til guitar og sang.
Her er serliga talan um
sangir eftir Regin Dahl,
eins og Hans Jacob Høj
gaard eisini er umboðaður.
Teir fara víða um í kon
sertini – bæði landafrøðiliga
og í tíð. Har verða verk eftir
enska
renæssencutóna
skaldið
John
Dowland
(15631626), sum uppruna
liga skrivaði sín tónleik til
lut.
Somuleiðis
verða
sungnir fólkasangir, sum
enska tónaskaldið Benjamin
Britten (19131976) hevur
lag til rættis. Okkurt kent
frá italskum belcanto oper
um
verður
at
hoyra,
umframt at Ólavur fer at
framføra
solotónar
eftir
Johann Sebastian Bach á
guitara.
Peter Hentze Niclasen er
tenorsangari og syngur við
í m.ø. Tórshavnar Manskóri
og Tarira. Hann var næm
ingur á Íslendska sangskúl
anum – Føroya deild, ið
virkaði í Føroyum fyri nøk
rum árum síðani, og hevur
hann leitað sær lærdóm hjá
m.ø. Garðar Cortes og Óløf
K. Harðardóttir. Eisini hev
ur hann í styttri tíðarskeið
fingið sangundirvísing í
Keypmannahavn og Aber
deen. Umframt solistupp
gávur í kórum, hevur hann
eisini sungið við á fleiri
fløguútgávum.
Ólavur Jakobsen er av
Kamarinum í Havn. Hann
byrjaði sum smádrongur at
spæla gittara. Hann var so
at siga sjálvlærdur innan
klassiskt guitarspæl, tá ið
hann kom gjøgnum nálar
eygað á tónlistarskúlanum í
Keypmannahavn. Hann tók
diplomprógv haðani í 1995.
Lærari hansara var Ingolf
Olsen. Ólavur var á árs
skeiði í 1993/94 í Franka
ríki. Hann var næmingur
hjá Roland Dyens, núver
andi professara á Conserva
toire Superieur í Paris.
Konsertirnar eru:
Hóskvøldið 10. apríl kl.
20 í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Sunnukvøldið 13. apríl
kl. 19:30 í Mariu Kirkjuni í
Havn.
Ókeypis atgongd er til
konsertina í Mariu kirkjuni
í Tórshavn, atgongumerki
fyri 80 krónur fáast við
dyrnar í Ribarhúsi í Fugla
firði. Skúlanæmingar hava
ókeypis atgongd.
Tenorsangur við guitarspæli
Føroysk mentanarveitsla
á Kjarvalsstøðum
Peter Hentze Niclasen og Ólavur Jakobsen hava klassiska konsert við guitara og sangi í Ribarhúsi og Mariukirkjuni