Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 120 - 27. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Við sigrinum á LÍF er B36 við aftur í odda- stríðnum, hóast liðið enn er trý stig aftan- fyri fremsta liðið. Sigurin hjá B36 var uppiborin, tí heima- liðið spældi seg fram til fleiri møguleikar og hevði bóltin meira 2. DEILD Jákup Mørk Eftir eina góða byrjan uppá kappingarárið er liðið hjá leirvíkingum dottið niður á næstniðasta plássið, og teir liggja í løtuni til at spæla upp- og niðurflytingardyst móti næstfremsta 3. deild- arliðnum. B36 heldur hin- vegin fast í oddaliðunum og hevur góðan møguleika at vinna heiðursmerki í ár. Eingin ivi var um, at B36 var betra liðið í dystinum móti LÍF leygardagin. B36 skapti fleiri málmøguleikar og hevði greiða yvirvág í leiki størsta partin av dyst- inum. Tað var annars LÍF, sum fekk fyrsta málið. Tann ungi framherjin Magnus Skoralíð, varð spældur leysur, og hann sendi spakuliga framvið mál- verjanum hjá B36, sum var komin út ímóti. B36 hevði annars havt meira spæl undan málinum, og tí mundi tað koma sum ein hvøkkur fyri heima- liðið. B36 megnaði tó at leggja seg framum, áðrenn hálvleik. Fyrst var tað Brynleif Hansen, sum gjørdist leysur og langaði til úr spískum upp undir nettakið. Síðani skoraði Áki Mørk til 2-1 stutt fyri steðgin. 2. hálvleikur málríkur Tá dómarin bríkslaði í gongd, setti B36 ferðina upp, og tað eydnaðist at leggja seg framum 4-1, áðrenn LÍF raknaði við aftur. Liðformaðurin Karl Leonsson økti um leiðsluna til 3-1, tá hann setti fótin á bóltin inni í málteiginum, og Áki Mørk var aftur á blettinum løtu seinni. So tóktist sum um dysturin var liðugur. LÍF gjørdi tó ein vørr afturat. Dómarin bríkslaði fyri einum heldur ivasom- um brotssparki, sum Tomek Resel setti inn, og sami Resel sendi síðani eitt frí- spark beinleiðis í netið. Millum málini hjá Resel hevði Rógvi Róin skotið eitt mál í hinum endanum. Samanumtikið var tað ein uppiborin sigur til havnar- menn, sum enn eru við í stríðnum um oddasessin. LÍF er hinvegin í botninum av stigatalvuni, har GÍ er aftast. Ein sera týdningar- mikil dystur verður kom- andi leygardag, tá botnlið- ini hittast í Gøtu. B36 – LÍF 5-3 (2-1) 0-1: Magnus Skoralíð 1-1: Brynleif Hansen 2-1: Áki Mørk 3-1: Karl Leonsson 4-1: Áki Mørk 4-2: Tomek Resel (br.) 5-2: Rógvi Róin 5-3: Tomek Resel Enn mugu forhonds- favorittarnir úr ÍF hyggja langt upp á talvuni, skulu teir síggja oddaliðini 2. DEILD Jóannes Hansen Vit eru framvegis framm- anfyri ÍF. Hetta staðfestu NSÍ menninir, tá teir fóru av vøllinum í Fuglafirði, har teir høvdu tapt 2–0. Stigatalvan sigur, at hetta er satt, og tað sigur eisini, at fótbólturin í Runavík hevur tað nógv betri, enn fótbólt- urin í Fuglafirði hevur tað. Næstbestu NSÍ menninir høvdu nógvar royndir. Trygvi Mortensen var ein brandur í málinum (millum annað bjargaði hann í 2. hálvleiki brotssparki), og frammanfyri seg hevði hann millum aðrar brøður- nar Eyðun og Oddfríða Gaardbo og longri frammi á vøllinum Sverra Justinus- sen. NSÍ hevði ikki nógvar upplagdar møguleikar, men tá heimaliðið hevði ilt við at koma avgerandi framum, so var spenningur alla tíð- ina um, um NSÍ álopið eina ferð skuldi megna at sleppa frá Torsteini Joensen og teimum í ÍF verjuni og fáa bóltin innum Ken Bærent- sen. ÍF vann 2–0, men tað var ikki fyrrenn tað restaði ein lítil løta, at teir skoraðu seinna málið. Eyðálvur R. Petersen misnýtti bortssparkið, sum ÍF fekk, tá ein NSÍ maður púra ómotiverað tók bóltin eftir hornaspark og tískil fekk reyða kortið. Eyðálvur R. Petersen skoraði til 2–0 við fínum skoti úr 16 metrum og eitt sindur til høgru. Trygvi Mortensen fekk ytsta lið á fingrinum á, men bólturin fór umvegis handara stólp- an og í netið. Í 1. hálvleiki hevði Jan Jørgensen skorað til 1–0, eftir at bólturin var stungin fram ímillum. Jan Jørgen- sen vaks upp í NSÍ. Síðst í áttati árunum var hann evnaríkur ungur spælari. Níti árini hevur hann verið á flatlondum. Nú er hann aftur í Føroyum, og hóast fótbóltsaldurin er høgur, so er hann kærkomin styrkur hjá ÍF. Fuglfirðingar høvdu í 2. hálvleiki nógvar hálvar møguleikar, men teir vóru lítið neyvir. 2. deild ÍF–NSÍ 2–0 (1–0) 1–0: Jan Jørgensen 2–0: Eyðálvur R. Petersen Við málleysa javn- leikinum í Klaksvík mistu Skálamenn oddasessin, sum teir hava havt higartil í landskappingini 2. DEILD Jákup Mørk Skálamenn vóru komnir norður eftir sigrinum, tá teir vitjaðu í Klaksvik um vikuskiftið. Tá teir fóru á vøllin, høvdu teir framvegis fremsta plássið í varveitslu, men eftir 90 minuttir uttan mál, máttu teir ásanna, at teir fyri fyrstu ferð í ár ikki vóru á odda. Javnleikur var kanska eisini eitt hóskandi úrslit, tó at bæði liðini høvdu møgu- leikar til at gera okkurt málið. Fyrra hálvleik var tað kanska heimaliðið, sum hevði eina lítla yvirvág, men tað var kortini so sum so við møguleikunum. Eitt fríspark frá Eyðuni Klak- stein á stongina var hitt nærmasta. Hinvegin var Skála vandamikið í skjót- um mótálopum, og eftir eitt slíkt fekk Marius Joensen gyltan møguleika, men Carsten Joensen í KÍ máli- num kom sera væl út og bjargaði. Í seinna hálvleiki vendi gongdin. Nú vóru tað gest- irnir, sum trýstu, men mál komu tó ikki. Ofta fingu teir spælt seg fram í sjálvan brotsteigin, men tað var kortini sjáldan, at talan gjørdist um veruligar at- sóknir. Alexandur Johansen skeyt ta einu ferðina á yvir- leggjaran, men hinvegin noyddust skálamenn sjálvir at bjarga á strikuni, tá Olgar Danielsen stútaði eftir horna. Alt í eitt rættvíst úrslit, hóast hvørgin parturin sum so man vera serliga væl nøgdur um einsamalla stig- ið. KÍ-Skála 0-0 B36 – LÍF 5-3 (2-1): B36 er við aftur LÍF var við undirlutan í Gundadali, og eftir eina góða byrjan á kappingarárið, er botnurin nú av álvara farin at nærkast hjá teimum Mynd: Álvur Haraldsen Tungt hjá fuglfirðingum Skála misti vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 HB 9 5- 2- 2 20 16 4 17 2 Skála 9 4- 4- 1 18 10 8 16 3 NSÍ 9 5- 0- 4 18 19 -1 15 4 B36 9 4- 2- 3 20 20 0 14 5 Sumba 9 4- 1- 4 24 18 6 13 6 ÍF 9 4- 1- 4 22 17 5 13 7 TB 9 3- 3- 3 19 20 -1 12 8 KÍ 9 3- 3- 3 12 13 -1 12 9 LÍF 9 2- 2- 5 16 21 -5 8 10 GÍ 9 1- 2- 6 10 25 -15 5 Máltindurin: Eyðun Samuelsen HB 7 Jan Jørgensen ÍF 7 Tomek Resel LÍF 7 Bogi Gregersen Skála 7 Áki Mørk B36 5 Heini í Skorini B36 5 Fróði Jóanesarson NSÍ 5 Eirikur Joensen Sumba 5 Nebojsa Velkovic Sumba 5 Gunnar Mohr HB 4 Jonhard Høgnesen LÍF 4 Jan Nónklett NSÍ 4 Pauli Hansen Skála 4 Zoran Mancic TB 4 Støðan, 2. deild menn C M Y K 22 Nr. 120 - 27. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 JAZZFESTIVALUR 3. til 8. juli, 2001 Sjónleikarhúsið hevur fyrr verið nýtt til tónleik, s. s. Goggudans, konsertir við Hjarnum, Faroe Boys, og MC-Hár, og nógvan annað tónleikaligt. So tað var rættiliga innlýsandi, at húsið hjá Sjónleikarfelagn- um fór at hýsa ein part av ársins Jazz-, Fólka- og Blues Festivali. Tiltøkini í Sjónleikarhús- inum verða hósdagin 5. juli og fríggjadagin 6. juli. Frá klokkan 20.00 til 22.00. Og talan er fyri tað mesta um gospel-, jazz-, popp-, og fólkatónleik. Hóskvøldið er tað stóra kórkvøldið. Tíggjutals sangarar og tónleikarar úr Føroyum trína pallin til kórsang, ið bæði umfatar barnaløg, lovsang og popp. Nøvnini eru »Ung Stjørnuskot« og »Praise«. Ung Stjørnuskot Ung Stjørnuskot eru fyrst og fremst 30 sangarar, sum venja í Skansastovu. 11 av teimum 30 eru dreingir. Og lærari teirra er Sigrið Sivertsen. Tey 30 Ungu Stjørnu- skotini syngja av og á sum eitt kór. Men oftast fram- føra tey í smáum bólkum. Sigrið Sivertsen hevur vant tey í bólkum við 4. Og tað stóra kórið er komið seinni. Tey 10-14 ára gomlu fara at syngja so kend løg sum The Rose, I Believe I Can Fly, My Heart Will Go On, og Dukkan Fía. Og okkurt lag hjá Britney Spears er eisini á skránni. Sagt verður, at av teimum 30 eru fleiri stórtalent, sum hava góðan møguleika at røkka langt, um tey leggja í. Ung Stjørnuskot hoyra til ein undirvísingarbólk, sum Sigrið Sivertsen hevur vant í tvey ár. Fyri at menna sín før- leika, hevur hon tikið nógv skeið í sangi á Rútmiska Konservatoriinum í Keyp- mannahavn. Og Sigrið vón- ar, at tey ungu hava fingið gagn av hesum. Men sangararnir eru ikki einsamallir. Saman við sær hava teir tónleikarar frá Musikkskúlaskipanini. Ymsir ungir tónleikarar spæla undir hjá Ungu Stjørnuskotunum, alt eftir hvør sangur, ella lag verður sungið. Mest er tað gittarlærarin, Bo Isholm, sum hevur vant tónleikararnar. Men eisini undirvísarar, sum Jónleif Jensen, hava havt ein fingur við í spælinum. Festivalfyrireikarin, Brandur Øssursson, hoyrdi Ungu Stjørnuskotini, tá musikkskúladagar vóru í januar. Hann gjørdist hug- tikin og bjóðaði teimum við. Praise Praise er ein rútmiskur gos- pelbólkur úr Danmark, sum er í Sjónleikahúsinum sama kvøld sum Ung Stjørnu- skot. Ongin sangari ella tón- leikari í Praise hevur fyrr vitjað í Føroyum. Men vit hava frætt frá einum føroy- ingi, sum hevur hoyrt Praise. Viðkomandi sigur, at tónleikurin er væl spæld- ur, svingar væl. Og song- kvinnan, ið syngur fyri, hevur eina avbera vakra og mjúka rødd. Hon er ivaleyst dugnalig, tí seinastu árini hevur hon sungið nógv saman við Ettu Cameron. Og Etta er ikki hvør sum helst í gospel- høpi. Blandað fríggjakvøld Seinna kvøldið í Sjónleik- arhúsinum verður ymsur tónleikur spældur. Føroy- ingar og danskarar spæla jazz. Og íslendingur, álend- ingur, og grønlendingur framføra fólkatónleik. Nøvnini eru Debazz Trio, Ulf Fleischer, KK (Krístján Kristjánsson), Enqvist og Pensar. Debazz Trio Debazz var eitt jazzprosjekt og fløguútgáva hjá Edvard Nyholm Debes. Í samband við Jazzfestivalin skipar E.N.D. tað sum ein konsert- bólk, Debazz Trio, við so góðum kreftum sum saxo- fonistinum Karsten Vogel, sær sjálvum, og klaver- spælaranum Niels Thybo. Edvard sigur, at Nielse Thybo var ein tann fyrst danski pianisturin, sum bergtók hann. Og hesin er eisini heimskendur í Dan- mark. Karsten Vogel er bæði góður og nógv virdur, so E.N.D. heldur, at tað næst- an ikki kann vera betur. Debazz Trio fer at spæla tónleik burtur úr fløguni. Ilt er at seta navn á stílin. Okk- urt lag er rættiliga konserv- ativur jazzur. Annað meira eksperimenterandi. Og so flirtar E.N.D. eisini við poppi hjá Rolling Stones, sum tó er rættiliga nógv umarrangeraður. Edvard Nyholm Debes hevur júst verið í Danmark og vant saman við Karsten Vogel og Niels Thybo. Hann sigur, at teir svingaðu stak væl saman. Ulf Fleischer Ulf Fleischer er grønl- endskur trubadurur. Konsertfyrireikarar í Dan- mark mæltu til at bjóða Ulf Fleischer á Tórhsavnar Jazz- Fólka- og Blues Festi- val. Ja, tað er kanska eitt gott hugskot. Oftast er tað soleiðis, at Ramsus Lyberth kemur hendanvegin, tá vit ynskja at hoyra grønlendsk- an vísusang. Onki ringt um Lyberth, men nú fáa vit so møgu- leikan at gerast kend við okkurt, sum er øðrvísi. Vit eiga at fyrireika okk- um til eina inniliga og nógv sigandi løtu saman við Ulf Fleischer. Sangurin og gitt- arin tala. Ulf Fleischer hevur gjørt fleiri fløgur við grøn- lendskum vísusangi. Enqvist/Pensar Seinna kvøldið í Sjónleik- arhúsinum hoyra vit eisini vísusang og fólkatónleik eystanífrá. Tveir menn úr Álandi koma sum duett. Tað eru sangarin og gittarspælarin, Bengt Enqvist, og gittar- spælarin, Kjell Pensar. Bengt Enqvist sigur um seg sjálvan: – »Eg syngi og spæli meg sjálvan. Og eg havi ein stóra og fjøltáttaða skrá. M.a.skemtiligar vísur. Men eisini rættiliga klass- iskan fólkatónleik, s.s. Taube, Ferlin, Ruben Nilsson, o.a. Eg syngi eisini nógvar álendskar vísur, t.d. eina Georg Kåhre skrá«. Bengt Enqvist leggur aftrat, at hann syngur og spælir nógv alment í Álandi, Finnlandi og Svø- ríki. Hin maðurin í duettini er Kjell Pensar. Hann er 51 ára gamal, og lýsir seg sjálvan soleiðis: – »Eg byrjaði at spæla gittar sum tannáringur. Men ongantíð havi eg spælt so nógv sum nú, bæði í Caféum, skúlum, og í studio. Eg havi nevniliga hjálpt Bengt Enqvist við nýggju fløguni, »Sången om Jorden«. Mær dámar væl tónleik við sigandi tekstum, eitt nú blues. Og eg eri ein sannur norð- búgvi, sum er fegin um norðurlendska samstarv- ið«. Jazzfestivalurin juli 2001: Sjónleikarhúsið bjóðar jazz-, popp-, gospel-, og fólkatónleik TÍÐINDASKRIV Meginfelag áhugaleikara Føroya 8.-23. juli í ár fara 10 før- oysk børn millum 12 og 14 ár við 2 vaksnum til Vilj- andi í Estlandi á sjónleik- aralegu. Børn úr 20 londum vera við og tey fara at ar- beiða við sjónleiki so gott sum hvønn dag meðan tey eru har. Hetta verður stutt- ligt, strævi og spennandi hjá børnunum. Tað er Meg- infelag áhugaleikara Før- oya (MáF), sum hevur fing- ið innbjóðing til tiltakið, ið nevnist EDERED. MáF tekur sær av tí praktiska áðrenn farið verður avstað. EDERED verður fyriskipað triðja hvørt ár og hetta er fyrstu ferð Føroyar sendir ein bólk avstað. Vanliga hava danir verið so beina- samir at bjóða tveimum føroyingum við teirra bólki. Orsøkin er tann at í 1999 gjørdist MáF limur í altjóða áhugaleikarafelag- skapinum IATA og tað eru bert limir í IATA, sum verða boðnir við. Eyð Matras og Sonja Schneider eru ferðaleiðarar. Eyð skal vera lærari á eini sokallaðari work-shop, meðan Sonja skal vera sum ein mamma fyri børnini á túrinum. Í innbjóðingini løgdu fyrireikararnir stóran dent á at børnini ikki eru úr sama stað og at tað ikki er ein samansjóðaður bólkur, har øll kennast. Børnini skulu vera 12-15 ára gomul, hvørki eldri ella yngri og í bólkinum skulu vera 5 gentir og 5 dreingir. Luttak- ararnir úr Føroyum eru: Vølundur Lognberg, Rósa Egholm, Bogi Krossteig og Rakul Thomsen úr Havn, Bergur F. Mikladal, Bárður F. Mikladal og Hallgerð B. Joensen úr Klaksvík, Ulla Poulsen, Villy Joensen og Jacoba Jacobsen úr Nólsoy. Tá MáF sendir fólk utt- anlanda til eitthvørt sjón- leikatiltak, verður dentur lagdur á, at øll skulu hava sama møguleika at fara. Tvs. at um tað verður ov dýrt, setast nøkur aftur. Tí stuðlar MáF tiltakinum fíggjarliga umframt at søkt verður eftir stuðli aðra- staðni. Sostatt hava eisini hesi stuðlað børnunum at sleppa avstað: Leikpallur Føroya, Nordisk Amatør- teaterråd, Norðoya Spari- kassi, Nólsoyar Kommuna, Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna. MáF hevur heitt á børnini um at gera eina dagbók frá ferðini. Hon verður so ætl- andi send til fjølmiðlarnar eftir túrin. Børn til Estlands á sjónleikaralegu 23