Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 27. juni 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Næstbesta liðið hjá HB vann tepurt móti botnliðinum, og eru nú einsamallir á odda í aðru deild 2. DEILD Jákup Mørk Tað vóru toppur og botnur, sum hittust í Gøtu leygar- dagin, tá nýggja graslíkið fyri fyrstu ferð skuldi royn- ast í dysti. Í spælinum var tó lítið, sum bendi á, at so var. HB hevði kanska betra spælið, men serliga í fyrra hálvleiki vóru tað gøtumenn, sum vóru vandamiklari. Einar tvær ferðir vóru menn at kalla leysir framman fyri málið, men báðu ferðirnar eydnaðist Kaj Leo Johannesen at bjarga við frálíkum fótparadum. GÍ kom tó loksins á odda, tá Magnus Dalbø slapp at standa púra leysur eftir uppspæl og innlegg úr høgru. HB svaraði tó aftur eftir at kalla somu upp- skrift. Bólturin varð sendir inn úr høgru, og eftir at Gunnar Mohr lat bóltin fara fram við sær, smekkaði Bogi Midjord til av brots- teigarmarkinum. Í seinna hálvleiki eydn- aðist havnarmonnunum at leggja seg á odda, tá sam- anspæl millum Jóhannis Færø og Eyðun Samuelsen endaði við, at tann fyrst nevndi kundi smekka í málið, emn stutt eftir javnaðu gøtumenn. Hetta hendi, tá HB verjan ikki fekk ruddað burtur, og alt endaði við, at Hans Erik Danielsen langaði bóltin í meskarnar. Javnt gekk soleiðis á eina løtu, men tíggju minuttir fyri leiklok fall avgerðin. Eyðun Samuelsen er greið- ur toppskjútti hjá HB í ár, og tað var eisini hann, sum var maðurin aftan fyri av- gerðina. Pætur Dam Jacob- sen sendi innfyri úr høgru, og Eyðun legði seg sker- flatan og fluktaði bóltin niður í nýggja svørðin og upp um málverjan. Við sigrinum slapp HB sær upp á fremsta plássið, og spurningurin er so,um teir kunnu halda fast um sessin í summarsteðginum. Komandi vikuskiftið skulu teir til Fuglafjarðar, har ÍF eru svangir eftir stigum, eins og teir fegnir vilja hava ein væl eydnaða varma- keldu-stevnu. GÍ-HB 2-3 (1-1) 1-0: Magnus Dalbø 1-1: Bogi Midjord 1-2: Jóhannis Færø 2-2: Hans Erik Danielsen 2-3: Eyðun Samuelsen HB í oddin Má røkka ella støkka Dysturin í Gøtu er helst seinasta útkall hjá toftamonnum, um teir ætla sær at tosa við um heiðurs- merki hetta kapping- arárið UPPTAKT Jákup Mørk Mikukvøldið spæla GÍ oig B68 útsetta dystin sínámill- um, og fyri báðar partar má dysturin sigast at hava stóran týdning. Gøtumenn eru á odda í landskapping- ini, og tískil er sjálvandi umráðandi at vinna, um munurin niður til B36 aftur skal økjast, eftir at hann tódnaði nakað um viku- skiftið. Hóast hetta, so kann tó sigast, at gøtumenn kunnu liva við einum tapi. Undir øllum umstøðum eiga teir framvegis oddasessin, so eitt tap í sjálvum sær er ikki nøkur katastrofa fyri teirra viðkomandi. Tað má tað hinvegin metast sum hjá B68. Toftamenn spentu bogan høgt undan hesum árinum. Tilgongdin av frægum leik- arum var stór, og tey flestu mundu roknað við, at árs- talsfelagið í ár fór at verða sera drúgt í oddastríðnum. Stigatalvan sigur tó nakað annað. 10 stig fyri sjey dystir er úrtøkan higartil. Tað merkir, at munurin upp til GÍ longu nú er 11 stig, og er gullið torført at hóma nú, er tað heilt burturvið, um talan verður um tap. Súni vil hava frí Vónirnar hjá toftamonnum munnu eisini vera góðar, eftir frálíka avrikið í Belgia um vikuskiftið, og verri gerast tær helst ikki av, at gøtumenn eftir øllum at døma hava fleiri skaðar at dragast við. Tá vit frættu týsmorgun- in var ivasamt, um teir tríggir, Hans Pauli Peter- sen, Pól Ennigarð og Magni Jarnskor, fáa verið við til dystin. Hinvegin tyk- ist vist, at Sámal Joensen undir ongum umstøðum verður tøkur. Gøtufólk høvdu helst vóna, at Súni Olsen fór at geva eina hjálpandi hond, nú hann er heima í summ- arfrí, men eftir hálvt annað ára fótbóltsvenjing út í eitt, er væl skiljandi, at ungi leikarin nú ætlar sær at hvíla í nakrar vikur. Hjá toftamonnum tykist tað bert vera Jan Dam, sum ikki er tøkur. Hann meiddi seg undir venjing í Belgia, og verður helst ikki við aft- ur fyrr enn eftir summar- steðgin. Sumba misti eitt stórt fet í oddinum, meðan TB hinvegin fekk nakað av luft í botn- inum 2. DEILD Jákup Mørk Tvørámenn áttu sum van- ligt heimadyst á jóansøku, og stevnan mundi ikki ger- ast verri, eftir at dysturin var lokin. TB hevur havt tungan sjógv higartil í kappingar- árinum, og liðið hevur eis- ini partvíst verið í vanda fyri at flyta niður, men leygardagin bragdaði so annan heimadystin á rað. Hesa ferð var tað Sumba, suim kom á vitjan, men hóast teir syðstu hava stað- ið seg betri í ár, so gjørdist tó skjótt greitt, hvønn veg tað skuldi bera. TB legði nevnliga harð- liga fyri, og tá fyrri hálv- leikur var lokin, vóru teir tvey mál framman fyri mótstøðuna. Málskjúttar vóru gamla kempan, Jón Johannesen og so jugoslav- iski Mancic. Í seinna hálvleiki eydn- aðist tað Baja at minka um munin fyri sumbingar, men gleðin var tó stokkut, tá Jón Johannesen enn eina ferð var á blettinum, og endur- reisti tvey mála leiðsluna hjá heimaliðnum. Nakað seinni minkaði Eirikur Joensen um munin, men nærri enn tað sama komu sumbingar ikki sigr- inum, og mistu teir harvið møguleikan at fylgja við oddinum. Talan er tó bert um trý stig upp, so uttan møguleika eru sumbingar á ongan hátt. Komandi viku- skifti skulu teir royna seg móti B36, og her hava sum- bingar nakað at hevna. B36 fekk nevnliga øll stigini við sær av Krossinum í fyrsta umfarinum. Tvørámenn eiga tá aftur heimadyst, og spennandi verður at vita, um teir triðja heimadystin á rað kunnu fáa fulla úrtøku, tá KÍ kem- ur á vitjan. TB-Sumba 3-2 (2-0) 1-0: Jón Johannesen 2-0: Zoran Mancic 2-1: Spasojé Biberdzic 3-1: Jón Johannesen 3-2: Eirikur Joensen TB vann jóansøkuna Seinnapartin í dag verður steypafinalan í unglinga- deildini. Tað eru unglingar- nir hjá KÍ og ÍF, sum bresta saman. Dysturin verður spældur á Tórsvølli klokk- an 16, og tað verður Birgir Sondum, sum verður dóm- ari. Eingin ivi er um, at Birgir er ein tann besti dómarin í landinum. Kí hevur ikki vunnið steypakappingina í ung- lingadeildini síðani 1991. ÍF unglingarnir hava eina ferð áður vunnið steypafin- aluna í unglingadeildini. Men tað er so mikið langt síðani, at eingin av teimum, sum nú spæla, høvdu sæð dagsins ljós. ÍF unglingar- nir vunnu finaluna um Vík- ingastandmyndina, sum tað tá kallaðist, í 1970! jh Finalan verður í dag Finalan í steypakappingini hjá unglingum verður á Tórsvølli í dag, mikudagin, kl. 16.00 21 20 Nr. 120 - 27. juni 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Íløgan hjá Torbirni Jacobsen man vera ein tann besta, sum hann nakrantíð hevur gjørt 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Dreingjamanningin um- borð á Tjaldrinum hjá Róðrarfelagnum NSÍ er væl á veg at gera Eysturoy- inginum roysnið eftir. Í 1998 fekk Róðrarfelagið NSÍ ein nýggjan Eystur- oying. Hann vann allar róðrarnar í 1998 og allar róðrarnar í 1999. Í 2000 fekk Róðrarfelag- ið NSÍ eitt nýtt 5–manna- far. Dreingjamanningin vann allar róðrarnar í fjør, og síðsta leygardag vunnu teir fyri aðru ferð í ár. Komandi leygardag verður kappróður í Fuglafirði, og tað er sera torført at ímynda sær ein annan vinnara enn Tjaldrið. NSÍ dreingirnir mugu í hvussu so er finna seg í at vera stórfavorittar. Tað er alment kent, at tað var Torbjørn Jacobsen og Kongshavnar Útgerðarfel- ag, sum feðgarnir Jóan Jakku og Torbjørn eiga, sum var sponsor, tá teir í Runavík lótu Sámal Han- sen smíða teimum eitt nýtt 5–mannafar. Og hendan íløgan hjá Torbirni, sum er uppaftur meiri kendur nú, enn hann var, tá teir rind- aðu bátin, hevur roynst væl. Ikki soleiðis at skilja at hann hevur fingið pengar burturúr, sum kunnu brúk- ast til at rinda fyri bustir og standmyndir, men heldur soleiðis at fleiri dreingja- manningar hava fingið høvi í góðum og smidligum báti at vísa, hvussu nógvar knotur eru í teimum. Í fjør vann ein manning allar róðrarnar við Tjaldri- num, og í ár er ein nýggj manning væl á veg at út- inna sama bragdið. Eingin ivi Á Trongisvágsfirði var eingin ivi. Tjaldrið fleyg avstað. Tá startspurturin gott og væl var fingin frá hondini, vóru teir eina hálva bátslongd undan hin- um. Blikur av Argjum gjørdi eina góða roynd at hanga uppií. Róðrarteinur- in var av álvara farin at styttast, tá Tjaldurs dreing- irnir so at siga slettu argja- dreingirnar av sær og vóru leysir av teimum, tá teir komu á mál. Stóra kappingin stóð um, hvør skuldi gerast nummar trý. Frúgvin, Sílið, Fípan Fagra og Havfrúgvin bjóð- aðu seg fram á fyrsta tein- inum. Vestmannadreingir plaga at vera drúgvir og roynast væl, men í ár ber einki til hjá teimum. Tað treiska hjá vestmenningum sást ikki so nógv til, at Hav- frúgvin var størsti taparin í telvingini um bronsupláss- ið. Í staðin vóru tað dreingir- nir umborð á Fípuni Føgru, sum vóru teir drúgvastu. Í sera tættari kapping við Síl- ið komu teir á mál eina lítla bátslongd aftanfyri Blik. Hjá Fípuni Føgru var talan um framgongd sammett við norðoyarstevnuna, og tað vóru teir, sum vera man, sera væl nøgdir við. Saman við Sílinum var Frúgvin eisini so mikið væl við, at teir mugu roknast uppí evn- ini til heiðursmerkjapláss á næstu stevnunum. Dreingjamanningarnar vóru ikki so nógvar, sum tær onkuntíð áður hava ver- ið. Umframt tær seks omanfyri nevndu luttóku fýra aðrar manningar. Og tað er ikki ov nógv sagt, at hesar manningarnar vóru við fyri at vera við og ikki fyri at telvast um fremstu plássini. Tá aftasti báturin, Beinta, kom á mál, var ein lítil hálvur minuttur gingin, síðani Tjaldrið fleyg um málið. Tað er rættuliga nógv, tá havt verður í huga, at samlaða róðrartíðin hjá vinnarabátinum ikki var meiri enn 5.01.60. Fyribils sær tað út til, at tað verður Knørr- ur, sum skal geva klaksvíkingum kapp- ing, men spurningur- in er, um nakar verð- ur førur fyri at gera nakað við Nevið Reyða 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Tað gekk bara ein evarska lítil løta, so hevði Nevið Reyða skúgvað allan iva burtur, um teir nú fóru at vera førir fyri at endurtaka sigurin frá norðoyarstevn- uni. Næstsíðsta vikuskifti var kappróður í Runavík. Hann taldi ikki við í FM kappingini. Nevið Reyða vann róðurin millum 8–mannafør. Men tað órógvaði eitt sindur í Klaksvík, at munurin til næstu bátarnar var væl minni, enn hann hevði ver- ið á norðoyarstevnu. Tí var spenningurin ser- liga stórur, tá startskotið gekk av á jóansøku. Men spenningurin var skjótt burtur. Tá fyrsti spurturin var av, føturnir vóru tiknir av bekkunum og niður í bátin, og tøkini vóru vorðin so at siga meiri nátúrlig var eingin ivi um, at Nevið Reyða var fremst, og at tað fór at vera torført hjá hin- um bátunum at vinna leiðsluna. Klaksvíksbáturin varð ongantíð hóttur, og á málinum var gloppið aftur til Knørrin meiri enn ein bátslongd. Kvívíkingur var væl við, meðan Argjabáturin, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið við til at mynda kappingina, sat eftir við svarta Peri í kappingini um heiðursmerkini. – Vit fingu ein góðan start. Tað er altíð lættari, tá tú sært aftur á hinar bátar- nar. Hesa ferð høvdu vit størstu avbjóðararnar undir liðini á okkum. Vit komu skjótt eina hálva bátslongd framum hinar bátarnar. Eg haldi, at fólkið umborð á Knørri er sera gott, og eg rokni við, at teir framvegis fara at geva okkum ein skarpan gang. Teir royndu fleiri ferðir at toga seg inn á okkum, men tað gerst alt meiri møtimikið, tá báturin, sum er frammanfyri, megn- ar at svara aftur hvørja ferð. Hetta sigur Martin Venn- ed, rógvandi venjarin um- borð á Nevinum Reyða, sum sjálvandi er fegin um sigurin. Um avbjóðingina á komandi stevnunum sigur hann soleiðis: – Tað skal so lítið til, áðrenn tað so at siga koppar á. Vit sóu eitt sindur til tað á Skálafjørðinum. Um tú verður órógvaður og letur teg ganga frá tí, sum tit frammanundan hava avrátt, so kann alt broytast eftir einari lítlari løtu. Høvdu tit nakrar trupul- leikar hesa ferð? – Tað høvdu vit ikki. Men endaspurturin gjørdist nakað langur. Vit høvdu ýtað av inni á bryggjuni, og stýrimaðurin brúkti hetta sum grundarlag. Málið vísti nakað skeivt. Vit lógu í miðjuni, og tí gjørdist endaspurturin næstan tvær ferðir longri, enn vit høvdu ætlað. Tað var strevið, men tá tú vinnur, so hvørvur tann megin og pínan sera skjótt, sigur Martin Venn- ed. Niðanfyri verða tíðirnar hjá kappróðrar- bátunum á jóansøku prentaðar 5-mannafør dreingir 1 Tjaldrið 5.01,60 2 Blikur 5.04,16 3 Fípan Fagra 5.06,16 4 Sílið 5.06,36 5 Frúgvin 5.07,28 6 Havfrúgvin 5.09,96 7 Drekin 5.16,84 8 Erla Kongsdóttir 5.23,84 9 Firvaldur 5.27,04 10 Beinta 5.28,92 6-mannafør kvinnur 1 Páll Fangi 5.16,72 2 Sølmundur 5.19,78 3 Jarnbardyr 5.25,64 4 Gongurólvur 5.25,96 5 Leirvíkingur 5.27,78 6 Víkingur 5.29,24 7 Fortuna 5.29,68 8 Hvessingur 5.32,24 9 Snopprikkur 5.37,12 10 Lómur 5.45,64 5-mannafør gentur 1 Fípan Fagra 5.24,80 2 Sílið 5.28,92 3 Blikur 5.29,00 4 Tjaldrið 5.31,24 5 Ørnin 5.36,52 6 Frúgvin 5.38,72 7 Hvassi 5.39,04 8 Drekin 5.40,52 9 Havfrúgvin 5.40,68 10 Firvaldur 5.44,68 11 Dúgvan 5.50,36 12 Snípan 5.55,28 13 Báran 6.04,60 6-mannafør menn 1 Sølmundur 7.21,00 2 Strálan 7.22,60 3 Riddarin 7.24,88 4 Hvessingur 7.28,96 5 Snopprikkur 7.30,72 6 Páll Fangi 7.31,00 7 Fortuna 7.36,92 8 Gongurólvur 7.39,84 9 Fuglfirðingur 7.55,96 10 Lómur 9.13,04 8-mannafør 1 Nevið Reyða 7.01,24 2 Knørrur 7.05,88 3 Kvívíkingur 7.06,00 4 Argjabáturin 7.09,98 5 Ormurin Langi 7.21,84 6 Ørvur 7.23,84 10-mannafør 1 Havnarbáturin 9.06,40 2 Vestmenningur 9.09,56 3 Eysturoyingur 9.13,00 4 Skálabáturin 9.18,80 5 Nólsoyingur 9.19,24 6 Suðuroyingur 9.41,20 7 Vágbingur 9.52,76 Jóansøka Tjaldrið er styggur fuglur Teir á Tjaldrinum vóru aftur fremstir á jóansøku, og ivi var ongan tíð um, hvør skuldi vinna fremsta plássið Nevið Reyða hevði fullkomið tak á C M Y K 20