mikudagur 27. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 27. juni 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Ábendingar eru um,
at tríggir bátar fara at
kappast um sigrarnar
í komandi róðrunum
6–MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Sammett við norðoyar-
stevnuna var tað bara ein
nýggjur vinnari í kappróðr-
inum á jóansøku. Tað vóru
menninir umborð á Søl-
mundi, sum vunnu, men tað
er synd at siga, at nógvir av
teimum, sum mannaðu
vinnarabátin, ikki hava
smakkað rákan av at vinna
áður. Fýra av ungu monn-
unum vóru í fjør við Tjaldr-
inum, sum vann allar róðr-
arnar.
Petur Hansen, sum er
annar av toftimonnunum, er
bátsformaður. Hann er ein
av teimum, sum í fjør vóru
við til at vinna róðrarfelag-
num NSÍ so nógvar sigrar.
Undir liðini á sær hevur
hann Tummas R. Olsen,
sum í fjør var við gamla
Tjaldrinum, sum nú eitur
Spógvin. Í rúminum sita
Gudmund Danielsen og
Jóhan Ásmund. Teir vóru
báðir við Tjaldrinum í fjør.
Á lærinum sita Johnnie
Lamhauge og Ólavur Mag-
nus Lamhauge. Hin fyrri
var við Spógvanum í fjør,
og hin seinni var við Tjaldr-
inum.
Hetta eru róðrarmenn í
besta aldri. Teir eru allir átj-
an ára gamlir. Miðalaldurin
er kortini eitt sindur hægri.
Róðursmaðurin eitur Jákup
Vágsheyg. Hann er 28 ára
gamal og stýrdi Spógvan-
um ein part av róðrarárin-
um í fjør.
Tá vit spyrja bátsfor-
mannin, um tað kom óvart
á teir, at teir vóru fyrstir um
málið á jóansøkuni, so
heldur hann ikki:
–
Á
norðoyarstevnu
fylgdust vit leingi við Strál-
uni, men so glapp hon frá
okkum. Á eystanstevnuni
kappaðust vit eisini við
Stráluna. Ta ferðina vóru
vit undan teimum, so vit
høvdu eina vón um, at tað
fór at eydnast á jóansøku,
sigur Petur Hansen.
Hann roknar við, at kapp-
ingin eisini fer at vera
spennandi
á
komandi
stevnum:
– Bæði á norðoyarstevnu
og á jóansøku var Riddarin
væl við á fyrsta teininum.
Hesa ferð tóktust teir orka
betri, enn teir orkaðu í
Klaksvík, og tí kunnu vit
rokna við, at teir vera
vandamiklir longu leygar-
dagin í Fuglafirði.
Riddarin fekk besta start-
in á jóansøku. Hann var
fremstur
fyrstu
fimm
hundrað metrarnar, men so
gingu teir báðir bátarnir á
Skálafjørðinum frá honum.
Síðani
stóð
kappingin
ímillum eystara armin á
fjørðinum og vestara armin
á fjørðinum. Tá saman um
kom vóru teir á eystara
armi drúgvari og vunnu.
Hvessingur hevur vunnið
nógv undanfarin ár, men
teir megnaðu ikki meiri enn
fjórða plássið hesa ferð.
Aftastur var Lómur av
Argjum. Hann var tveir
minuttir seinni á mál enn
vinnandi báturin. Fleiri í
Kulum rótum róðu við, og
sjálvur Trølla Pætur sat
afturi í rong og stýrdi. Men
sum kunnugt er tað ikki tal-
ið á høvdum, sum ger av
hvør vinnur i kappróðri.
Tað eru kreftirnar, teknikk-
urin og taktikkurin. Og í
øllum hesum vóru allir hin-
ir betri enn Trølla Pætur og
teir!
Burtursæð frá Havn-
arbátinum vóru allir
hinir vinnarabátarnir
úr Klaksvík og Runa-
vík í sera væl eydnaða
kappróðrinum á
jóansøku
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Róðrarlíkindini vóru tey
fagrastu á jóansøku á Tvør-
oyri. Eitt lítið lot inn eftir
fjørðinum hevði við sær, at
tað gekk upp á stás at
leggja bátarnar. Eingin
róður varð skotin av, áðrenn
bátarnir komu á mál, og
tíðirnar vóru merkisvert
góðar.
Tað gingu stívliga tveir
tímar frá tí, at fyrsta skotið
gelti,
og
til
síðsta
10–mannafarið var komið á
mál. Tað ber illa til at
ímynda sær, at tað kann
ganga skjótari, tá havt verð-
ur í huga, at fasti starturin
varð fluttur av túsund og út
á 1500 metrar, og so aftur
úr á 2000 metra málið.
Einasti nýggi vinnarin, tá
sammett verður við norðoy-
arstevnuna, var 6–manna-
farið Sølmundur. Á norðoy-
arstevnu vann Strálan tann
róðurin.
Havnarbáturin vann. har-
við vardi hann stoltleikan
hjá høvuðsstaðnum, og
hann var samstundis einasti
vinnarabáturin, sum ikki
var úr Klaksvík ella úr
Runavík.
Klaksvíkingar
vunnu tríggjar róðrar, og
Róðrarfelagið NSÍ vann
tvær kappingar.
Í Klaskvík hava tey í
nýggjari tíð ikki vunnið í
kappróðri. Sigrarnir á norð-
oyarstevnu vóru í heima-
sjógvi, og tá bar ikki til at
gera nakað burturúr aftaná.
Leygarkvøldið
klokkan
hálvgum tólv kom Dúgvan
í góðveðrinum á vánna við
kappróðrarbátunum
og
manningunum. Sámal Ják-
up togaði tvær ferðir í floyt-
una, og so stúgvaðist fólkið
saman á Stongunum.
Eftir móttøkuna var kaffi
og køkur í róðrarneystin-
um. Sunnudagin søgdu
fleiri, at tey harmaðust um,
at tey ikki vistu av hesum.
Men onkur helt, at vón er
fyri, at tiltakið kann endur-
takast.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
fóru trailarar leygarkvøldið
runt í býnum í Klaksvík.
Onkur ilskaðist kanska um,
at
náttarfriðurin
varð
órógvaður, men í Klaksvík-
ar Róðrarfelag halda tey
seg vita, at lagið gjørdist
betur, tá tey funnu út av, at
tað vóru glaðir kapprógvar-
ar, sum vóru upp á spæl.
Næsti FM róðurin verður
í Fuglafirði leygardagin.
Eystari armurin betri enn tann vestari
Klaksvíkin og Runavík ganga undan
Sølmundur tykist
vera einasta hóttanin
ímóti bátinum úr
Klaksvík, meðan
kappingin um
bronsuplássið er stór
6–MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Í dag eru síðstu HF næm-
ingarnir í Klaksvík til próv-
tøku. Fyrrapartin í morgin
verða prógvini handað.
Hesa ferð verður tað í
Skálanum og ikki í HF
skúlanum. Orsøkin er tann,
at næmingatalið, sum fær
prógv í ár, er væl størri, enn
tað hevur verið nógvu tey
seinastu árini.
Millum glaðu HFararnar
í Klaksvík eru tríggjar
gentur, sum saman við
bátsfeløgunum umborð á
Páll Fanga í hesum døgum
teljast millum stoltleikan
hjá klaksvíkingum og norð-
oyingum.
Eftir at tær í dag hava
fingið prógvini frá Sigruni
Skálagarð, sum er leiðari á
HF skúlanum, kunnu tær
sleppa øllum próvtøku-
stríðnum og bara hugsa um
næstu uppgávuna, sum
stendur fyri framman. Tað
er varmakelduróðurin í
Fuglafirði.
Um vit nýta tær báðu
kappingarnar higartil sum
grundarlag, so bendir alt á,
at Páll Fangi enn eina ferð
verður fyrstur um málið, tá
húgvuklæddu ungu kvinn-
urnar fara um Leirvíksfjørð
og til Fuglafirðar.
Á Tvøroyri var eingin ivi.
Páll Fangi skraddi seg bein-
anvegin eina hálva báts-
longd framum hinar bátar-
nar, og so snúði tað seg
bara um at halda eyga við
Sølmundi.
NSÍ kvinnurnar gjørdu
onkra lítla roynd at bjóða
av, men tær fingu krakk
hvørja ferð, og so tóktist
tað rættuliga skjótt sum um
tær vóru nøgdar við næst-
fremsta plássið. Tað vil
siga, at tað ongantíð gjørd-
ist rættulig kapping um
fremsta plássið. Páll Fangi
var eina góða bátslongd
fremst, og Sølmundur var
tvær bátslongdir framman-
fyri bronsuplássið.
Harafturímóti var kapp-
ingin um triðja plássið øgi-
lig. Havnarbátarnir Jarn-
bardur og Gongurólvur
komu so at siga í senn á
mál. Jarnbardur var drúgv-
astur í tí kappingini. Efitr
róðurin vísti tað seg, at ein
av
teimum
umborð
á
Gongurólvi hevði róð við
brotnari ár. Á fyrstu metru-
num vóru tær komnar í
fløkju við Víkingin, og tað
hevði ivaleyst kostað í
endaligu uppgerðini.
Pisurnar umborð á Páll Fanga í serflokki
Fípan Fagra vann enn
eina ferð í stórum
stíli. Vágagenturnar
tykjast ætla sær at
vera við í kappingini
á komandi stevnum
5–MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Fípan Fagra var sannfør-
andi í heimasjógvi, og hon
var eins sannførandi, tá tær
kappaðust á jóansøku. Á
málinum var munurin aftur
til Sílið úr Havn væl meiri
enn ein bátslongd. Fípan
Fagra var fremst, tá start-
spurturin var av, og tær
stýrdu allari kappingini um
fremsta plássið.
Stórur spenningur var um
næstu plássini. Høvuðs-
staðarbátarnir
Sílið
og
Blikur fóru so at siga í senn
um málstrikuna, men Sílið
var frammanfyri. Blikur var
ikki leysur av Tjaldrinum,
men so var munurin stórur
aftur til næstu bátarnar.
Undanfarin ár hava bátar-
nir í Vágum verið sera eyð-
sýndir í hesari kappingini,
men higartil í ár hevur einki
ligið fyri, hvørki hjá Ørnini
ella hjá Frúnni.
Á jóansøku vóru kortini
ábendingar um, at tað
kanska fer at hilnast eitt
sindur betur á komandi
stevnum, enn tað hevur
gjørt higartil hjá vágabát-
unum. Bæði Ørnin og
Frúgvin vóru aftarlaga eftir
fyrstu metrarnar, men báðir
bátarnir arbeiddu seg upp
og teir fingu báðir stig.
Merkisvert var tað eisini í
hesari kappingini, at bátur-
in
hjá
vestmenningum
royndist so illa.
Klaksvíksgentur vóru aftur fagrast
19
18
Nr. 120 - 27. juni 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
FM róðrar áttu á
hvørjum ári at verið í
góðu róðrarplássu-
num á Skálafjørði-
num, Kollafirði og
eisini Fuglafirði og
onkra aðra staðni við,
heldur royndur
kappróðrarmaður
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Eitt uppskot liggur hjá
Róðrarsambandinum um,
at kappróðurin á eystan-
stevnuni og kappróðurin á
varmakeldustevnu
skulu
telja við í FM kappingini á
hvørjum ári. Nógvu tey
seinastu árini hevur tað
verið soleiðis, at annað-
hvørt ár hevur stevnan á
Skálafjørðinum talt við, og
annaðhvørt ár hevur stevn-
an í Fuglafirði talt við. Í ár
taldi stevnan í Runavík ikki
við, meðan róðurin á
varmakeldu, sum verður
leygardagin, fer at telja við.
Uppskotið um at FM, at
FM róðrarnir í framtíðini
skulu vera sjey og ikki
seks, fer at verða viðgjørt í
heyst.
Martin Venned hevur
nógvar royndir í kappróðri.
Tey seinatsu árini er hann
vorðin kendur fyri, at tað
var hann, sum var rógvandi
venjari – um tað ber til at
siga tað soleiðis – umborð á
Eysturoyinginum,
sum
vann allar róðrarnar í 1998
og í 1999. Og nú hevur
hann sama leiklut umborð á
Nevinum Reyða í Klaksvík,
umframt at hann hevur lagt
venjingina til rættis hjá øll-
um hinum manningunum
hjá Klaksvíkar Róðrarfel-
ag.
Martin Venned vónar, at
kappróðrarfeløgini fara at
taka undir við uppskotinum
um, at Runavík og Fugla-
fjørður skulu telja við á
hvørjum ári, og stendur tað
til hansara, so skal tað arb-
eiðast við, at uppaftur fleiri
róðrar skulu telja við enn
tær seks stevnurnar, sum
higartil hava gjørt tað og so
ein afturat:
– Í kappróðri hava líkind-
ini nógv at siga. Hvussu
líkindini eru, er sjálvandi
fyrst og fremst treytað av,
hvussu veðrið er. Tað
kunnu vit einki gera við.
Men umstøðurnar annars
hava eisini nógv at siga, og
tað er í tí sambandinum, at
eg haldi, at tað er spell, at
tað ikki verður róð kapp á
hvørjum ári í nøkrum av
bestu økjunum.
Hvat hugsar tú um?
– Fyri tað fyrsta er tað
burturvið, at Skálafjørður-
in, sum ivaleyst er besta
róðrarøkið í landinum, ikki
telur við á hvørjum ári. Tað
er eisini gott, at Fuglafjørð-
ur kemur afturat hvørja
ferð. Kollafjørður er góður
at rógva á, og tað hevði ver-
ið upplagt, at tað var FM
kappróður á Kollafirði á
hvørjum ári.
Men tað er ein skipan,
har stevnurnar skifta ímill-
um bygdirnar í Sunda-
lagnum?
– Tað ber væl til, at tann
skipanin heldur fram, og at
tað harumframt er FM
róður á Kollafirði. Eg haldi
ikki, at tað til allar tíðir nýt-
ist at vera ein óbroytiligur
veruleiki, at kappróðurin
bara hoyrir saman við
summarstevnunum,
sum
tað sjálvsagt er eitt stórt
arbeiði hjá fyrireikarunum
at fáa í lag.
Lítil úrtøka
Martin Venned vísir á, at nú
er tað vanligt, at kapp-
róðrarfólkið stutt eftir árs-
skiftið fer undir fyrireiking-
arnar til nýggja róðrarárið,
og hann heldur, at tað er alt
ov lítið bara at kappast í
seks FM kappingum:
– Um vit sammeta við t.
d. fótbóltin, so fara teir
undir sínar fyrireikingar
umleið somu tíð, sum vit
róðrarfólk fara undir okk-
ara fyrireikingar. Viðhvørt
hoyra vit, at tað verður alt
ov nógv hjá kappróðrinum
at kappast næstan hvørt
vikuskifti. Men í fótbólti-
num kappast tey átjan viku-
skifti í landskappingini, og
harafturat spæla teir nógvar
dystir í steypakappingini.
Eg dugi ikki at síggja tann
stóra munin.
Styrkja norðoyar-
stevnuróðurin
Martin Venned heldur, at
tað átti at verið arbeitt við,
at umstøðurnar at rógva
kapp
á
norðoyarstevnu
vóru tær somu, sum tær eru
á hinum stevnunum:
– Eg haldi – og eg rokni
við, at kappróðrarfólk yvir-
høvur eru samd við mær í tí
– at tað er spell, at bátarnir
ikki eru plaseraðir soleiðis
á norðoyarstevnu, sum teir
eru á hinum stevnunum.
Um vit skulu sleppa undan
lutakastinum á norðoyar-
stevnu og í staðin fáa bátar-
nar at liggja soleiðis, at teir
stinnastu liggja í miðjuni,
so eigur ein ella onnur
undankapping at vera, so-
leiðis at bátarnir kvalifisera
seg til plássini á norðoyar-
stevnu.
Hvussu skuldi tað gingið
fyri seg?
– Bæði á Skála og á
Strondum eru bygdarstevn-
ur stutt undan norðoyar-
stevnuni.
Manningarnar
leggja stóran týdning í
hesar stevnurnar, tí tær eru
síðsta royndin undan norð-
oyarstevnuni. Onnur stevn-
an kundi gott verið ein FM
róður, og tað hevði kanska
verið eitt uppskot, at hin
stevnan varð brúkt sum
kvalifisering til fyrstu FM
stevnuna. Tað vil siga, at
teir bátarnir, sum vóru
fremstir á tí stevnuni, lógu í
miðjuni
í
fyrstu
FM
kappingini. Bátarnir, sum
ikki høvdu tikið lut í tí
stevnuni, høvdu sjálvandi
ligið ytstir í fyrsta FM róðr-
inum. Hetta hevði sjálvandi
økt um áhugan at vera við í
hesi stevnuni.
Nú ert tú rættuliga bitin
av kappróðrinum. Hevur tú
ikki hugsað um, at ein
vandi í at spenna bogan so
høgt, sum tú ert inni á,
hevði verið, at tað hevði
tikið luftina úr nógvum,
sum rógva og teimum, sum
skipa fyri?
– Tað haldi eg ikki. Um-
støðurnar eru so ógvuliga
nógv broyttar í Føroyum,
síðani kappróðurin varð
skipaður í tí líki, sum vit
kenna hann. Tað er nógv
minni enn ein hálv øld
síðani, og FM kappingin,
sum vit kenna hana, hevur
bara verið galdandi síðani
1973. Samferðslumynstrið
er sera nógv betrað. Tað eru
ikki so nógv ár síðani, at
hvørt felag fyri seg skuldi
skipa fyri ferðingini til og
frá kappróðrinum. Nú er
samferðslan so mikið góð,
at vit síðsta leygardag
kundu fara úr Klaksvík, og
vit vóru aftur á vánni fyri
midnátt. Bátarnar høvdu vit
í bilum, so tað var ómaka-
leyst, tá sammett verður
við, hvussu tað áður hevur
verið.
– Fyrireikingarnar til og
avgreiðslan av kappróðru-
num eru nógv betrað tey
seinastu árini. Eg rokni
avgjørt við, at tey flestu,
sum hava við kappróður at
gera, eru samd við mær, og
eg vóni, at framburðurin,
sum hevur verið tey sein-
astu árini, í næstu framtíð
fer at síggjast aftur í fleiri
kappingum.
Uppíí í fjórðings øld
Tað er ein kappróðrarmað-
ur við heilt nógvum roynd-
um, sum vit hava tosað við.
Martin Venned sigur okk-
um, at hann var bara níggju
ára gamal, tá hann fyrstu
ferð stýrdi Fípuni Føgru, og
tað er ein fjórðings øld síð-
ani:
– Eg gekk altíð í neysti-
num, tá teir vandu. Beiggi
mín, sum eisini rør við
Nevinum Reyða og sum er
og stívliga tvey ár eldri enn
eg, stýrdi hjá teimum. Men
hann plágaðist av høvuð-
pínu, tá hann stýrdi og
skuldi rópa, og so bóðu teir
meg. Foreldrini góvu loyvi
til tað, tá ein av rógvarun-
um segði, at hann skuldi
taka ábyrgdina, og síðani
havi eg næstan á hvørjum
ári verið við. Nøkur ár setti
eg svimjingina og oyggja-
leikirnar framum, men nú
hevur kappróðurin aftur
verið fremstur í nøkur ár.
Í 1997 róði Martin við
Kjøli hjá kollfirðingum. Tá
búði hann í Søldarfirði.
Hann heldur, at tað var
bátasmiðurin, Sámal Han-
sen, sum hevði víst teimum
í Kollafirði á seg. Í 1998 og
í 1999 var hann við nýggja
Eysturoyingi, sum vann
allar róðrarnar. Í fyrraárið
flutti hann til Klaksvíkar,
og tað kann ikki sigast
annað, enn at tað hevur
hilnast væl í kappróðrinum
har norðuri.
Vit hava tosað við Martin
Venned, sum er ein av
mongum sera nærlagdum
og ídnum kappróðrarfólk-
um. Kanska fara vit í kom-
andi bløðum at frætta meiri
um hesi viðurskiftini.
Róðrarfólkið fær ov lítið burturúr
- í fótbóltinum kappast tey
átjan vikuskifti í
landskappingini, og
harafturat spæla teir nógvar
dystir í steypakappingini. Eg
dugi ikki at síggja tann stóra
munin, sigur Martin Venned
millum annað
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
18