Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult17 cyan17 magenta17 svart17 Nr. 120 • mikudagur • 27. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast vestmenningar hesa ferð vóru betri við fyrstu løtuna, enn teir vóru á norðoyar- stevnuni, so vóru teir eingin hóttan í enda- spurtinum 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Hjá høvuðsstaðnum hevur tað higartil í ár roynst nógv soltnari í kappróðrinum, enn tað plagar at gera. Argjabáturin og Blikur av Argjum plaga at vinna nógv, Jarnbardur við kvinn- um plagar at vera millum teir fremstu, tað er ikki so langt síðani, at eingin skalaði Ørvin, og 5–mannaførini hjá Havnar Róðrarfelag bæði við dreingjum og gentum hava ofta gjørt um seg. Allir hesir bátarnir lut- taka í róðrinum í ár, men teir hava higartil gjørt mill- um lítið og einki um seg. Stoltleikin hjá havnar- monnum í kappróðri hevur altíð verið Havnarbáturin. Tað hevur sviðið, tá tað hevur hilnast illa hjá 10–mannafarinum, eisini sjálvt um tað hevur skorist væl hjá fleiri av hinum bát- unum, sum eru nevndir omanfyri. Tí er tað nógv meiri enn plástur á sárið, at Havnar- báturin í ár tykist vera væl betri fyri, enn allir hinir í kappingini millum 10–mannaførini. Sigrarnir hjá Havnarbátinum so at siga bjarga róðraræruni í Havnini. Tað var sjón fyri søgn, tá báturin skuldi dragast eftir sigurin á Tvør- oyri, og tað vóru ikki stór- vegis trupulleikar sunnu- kvøldið at fáa hann upp á pláss aftur í neystinum í Álakeri! Vestmenningar ódrúgvir Eftir norðoyarstevnuróður- in mundu tað vera fleiri, sum høvdu ta kensluna, at vestmenningar ikki høvdu megnað at taka Havnarbát- in, tí teir so at siga høvdu disponerað skeivt. Ta ferðina át Vestmenningurin seg av álvara inn á Havnar- bátin á seinastu trý hundrað metrunum. Ikki minst av hesi orsøk var spenningurin stórur undan róðrinum á jóansøku. Vestmenningurin fekk saman við Havnarbátinum ein góðan start á Trongis- vágsfirði. Havnarbáturin var frammanfyri fyrsta stóra fjórðingin av róðrar- teininum. So fór Vestmenn- ingurin at ganga, og tá bát- arnir fóru um túsund metra málið vóru ábendingar um, at Vestmenningur skuldi fara frá Havnarbátinum. Men so lætt gekk tað ikki hjá vestmenningum. Havn- arbáturin svaraði aftur, og teir megnaðu so rudduliga at seta alt upp á pláss. Á málinum vóru teir eina bátslongd frammanfyri Vestmenningin, sum var tann einasti, ið hevði roynt at hótta Havnarbátin. Eysturoyingurin royndi at hanga uppií, og tað kann kanska hugsast, at hann fer at gera um seg seinni í summar. Á norðoyarstevnu fekk Eysturoyingurin ein góðan start, men tá datt hann beinanvegin afturav. Á jóansøku fekk Eysturoy- ingurin aftur ein góðan start, og hesa ferð megnaðu teir at hanga uppií teimum fremstu væl longri, enn teir gjørdu í Klaksvík. Tað kundi bent á, at venjingar- støðan hjá teimum ikki er so góð, sum hon er hjá manningunum umborð á Havnarbátinum og Vest- menninginum, men hon batnar. Skálabáturin og Nólsoy- ingurin royndu at hanga uppí, meðan tíðirnar tala fyri, hvussu venjingar- støðan er hjá teimum um- borð á Suðuroyingi og Vág- bingi. Tá Vágbingurin fór um málið, høvdu teir um- borð á Havnarbátinum rindað møðina í meiri enn 45 sekund! Niðanfyri verða støðurnar í FM-kappingini í kappróðri prentaðar. 5-mannafør dreingir 1 Tjaldrið 14 2 Blikur 10 3 Sílið 6 3 Frúgvin 6 5 Fípan Fagra 5 6 Havfrúgvin 3 6-mannafør kvinnur 1 Páll Fangi 14 2 Sølmundur 10 3 Jarnbardyr 7 4 Gongurólvur 5 4 Víkingur 5 6 Leirvíkingur 2 7 Hvessingur 1 5-mannafør gentur 1 Fípan Fagra 14 2 Sílið 10 3 Blikur 8 4 Tjaldrið 6 5 Ørnin 3 6 Hvassi 2 7 Frúgvin 1 6-mannafør menn 1 Strálan 12 2 Sølmundur 11 3 Riddarin 9 4 Hvessingur 6 5 Snopprikkur 4 6 Páll Fangi 2 8-mannafør 1 Nevið Reyða 14 2 Knørrur 10 3 Kvívíkingur 8 4 Argjabáturin 6 5 Ormurin Langi 4 6 Ørvur 2 10-mannafør 1 Havnarbáturin 14 2 Vestmenningur 10 3 Eysturoyingur 8 4 Skálabáturin 5 4 Nólsoyingur 5 6 Suðuroyingur 1 FM-støðan Havnarbáturin verjir æruna hjá høvuðsstaðnum Stoltleikin hjá Havnini er Havnarbáturin, og í ár tykjast teir vera einsamallir um at vinna skreytlutirnar heim Mynd: Áki Bertholdsen 17 16 Nr. 120 - 27. juni 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Tlf. 312727 Uppskriftin hesa vikuna Vøkur troyggja og toppur C M Y K 16