Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 27. juni 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Norðoya Sparikassi hevur keypt snøgga modellið av Polar- farinum, sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt. Polarfarið skal standa í deildini í Lorvík MODELLSKIP Eyðun Klakstein Norðoya Sparikassi hevur ognað sær Polarfarið, sum Hans Jacob Fuglø, báta- byggjari í Klaksvík, hevur gjørt. Vakra modellskipið varð sýnt fram á norðoyastevnu, men nú kemur tað at standa í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Lorvík. Norðoya Sparikassi hev- ur áður keypt modellini av William Close, sum varð latið Sjómansskúlanum í Klaksvík, og av Ernestinu, sum varð latið Føroya Fornminnasavni. Norðoya Sparikassi hev- ur eisini gjørt avtalu við Hans Jacob Fuglø um, at sparikassin skal keypa eitt modell av Polo, sum hann nú fer undir at byggja. – Vit hava gjørt avtalu við Hans Jacob um hesi skip, tí vit ynskja at verða við til at varðveita hesi skipini í okkara øki, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Hans Jacob Fuglø er ú li á í ki tað er stórur áhugi fyri skipunum, sum hann hevur bygt. Nógv av skipunum, sum hann hevur bygt, eru endað í Havn, men nú hevur Norðoya Sparikassi tikið stig til, at nøkur av hesum snøggu og neyvu skipunum verða varðveitt norðanfyri. Polarfarið til Lorvíkar Í gjár fóru fólkini í rockbólkinum Click- haze til Danmarkar, har spennandi av- bjóðing bíðar á tón- leikafestivalinum í Nibe. Seinasta vikan við venjing og konsertum hevur verið sera strævin TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tónleikararnir í Clickhaze vóru útlúgvaðir eftir viku- skiftið, tá tríggjar konsertir vóru á skránni. Tey spældu í Gøtu, í Havn og á Tvør- oyri, og hetta kravdi nógv av bólkinum. Strævnað vikuskiftið var aðalroyndin áðrenn ferðina til Danmarkar, har Click- haze skal vísa sínar dygdir á Nibe Festivalinum. – Vit eru við at koma fyri okkum aftur, og vit fáa nak- rar dagar at fyrireika okk- um í Danmark, áðrenn vit skulu spæla har fríggjadag- in, segði Jón Tyril, tá vit høvdu hann í telefonini av flogvøllinum beint fyri middag í gjár. Á middegi fóru hann og restin av fólkunum í Click- haze til Danmarkar við At- lantsflog. Tey skuldu lenda í Billund, og haðani varð leiðin løgd til Nibe, sum liggur nærindis Aalborg norðaliga á Jútlandi. Nýggjar sangir Clickhaze fekk kjansin á Nibe Festivalinum umvegis framførsluna í Prix Føroyar finaluni, sum bólkurin úr Eysturoynni vann. Umboðið fyri Nibe var hugtikin av føroyska rock- bólkinum og vildi hava hann at spæla á sínum festi- vali. Clickhaze skal spæla fríggjakvøldið klokkan 23.00, og tað verður mett sum ein góð tíð at spæla. – Vit hava fyrireikað okk- um væl til ferðina. Vit hava vant nógv, og vit hava eisini spælt á fleiri konsertum. Vit hava nýggjar sangir á skránni, og tað er umráð- andi, at vit spæla hesar sangir fyri fólki, so vit vita, hvussu teir rigga, sigur Jón Tyril. Hóast framførslurnar seinastu tíðina hava verið strævnar, hava tær givið góða barlast áðrenn ferðina til Danmarkar. – Vit ætla at venja eitt sindur áðrenn konsertina fríggjakvøldið, og vit hava fingið eini venjingarhøli í Nibe, sum vit sleppa at brúka. Fyrireikararnir av Nibe Festivalinum hava verið ómetaliga blíðir og hjálpsamir mótvegis okk- um, sigur Jón Tyril. Vænta sær nógv Nibe Festivalurin væntar sær nógv av Clickhaze, og á heimasíðuni hjá sær hev- ur festivalurin gjørt nógv burtur úr føroyska bólkin- um, sum teir halda kann fáa gjøgnumbrot uttan fyri Før- oyar. – Vit stremba ikki eftir tí stóra gjøgnumbrotinum, nú vit fara til Danmarkar at spæla. Okkara mál er at spæla so væl sum gjørligt, og um tað so hevur okkurt við sær, so taka vit tað við eisini, sigur Jón Tyril. Clickhaze fer at spæla sangirnar, sum teir vunnu Prix Føroyar kappingina við, men teir hava eisini nakrar nýggjar sangir við. So at siga alt, sum tey spæla, er sjálvgjørt. – Tað tykist sum danir dáma væl tað slagið av tón- leiki, sum vit spæla, og tí eru vit sera spent at sleppa á pallin í Nibe, sigur Jón Tyril. Clickhaze kemur heim- aftur 4. juli, og longu dagin skulu teir spæla á konsert í Føroyum. Clickhaze bjóðar av í Danmark – Vit stremba ikki eftir tí stóra gjøgnumbrotinum, nú vit fara til Danmarkar at spæla. Okkara mál er at spæla so væl sum gjørligt, og um tað so hevur okkurt við sær, so taka vit tað við eisini, sigur Jón Tyril, sum er ein av tónleikarunum í rockbólkinum Clickhaze. Mynd: Jens Kristian Vang Mánadagin fóru fólk undir at taka graslíkið av vøll- inum í Klaksvík ÚTSKIFTING Eyðun Klakstein Klaksvík: Komandi vikurnar verður fótbólts- vøllurin í Klaksvík skift- ur út. Mánadagin fóru arbeiðsfólk hjá Klaks- víkar kommunu undir at taka graslíkisteppið av vøllinum, og tá tað er gjørt verður nýtt graslíki lagt á vøllin. Hetta er triðja ferðin, at graslíkið verður skift í Klaksvík. Fyrsti graslík- isvøllurin kom í 1988, og hann tænti væl í 10 ár. Vøllurin, sum hevur ligið á tvey tey seinastu árini, hevur ikki riggað eftir vild, og hann verður tí skiftur. Trupulleikar hava ver- ið við frárenslinum, og skal tað betrast, má nýtt graslíki leggjast á. Tað fer at taka millum tvær og tríggjar vikur at skifta vøllin í Klaksvík, og hetta tíðarskeiðið verður skrúvað niður fyri virkseminum hjá KÍ. Nýggi vøllurin í Klaksvík er av sama slagi sum vøllirnir, sum verða lagdir á í Gøtu og Runavík í hesum døg- um. Farnir at skifta vøllin Hans Jacob Fuglø var mánadagin í Lorvík við Polarfarinum. Leiðarin í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Lorvík, Kristian Martin Eliasen, tók ímóti modellinum 15 14 Nr. 120 - 27. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Gólvsølan 63 bátar seldu góð 31 tons um Gólvsøluna hjá Fiskamarknaðinum mánadagin. Av hesum varð helm- ingurin landaður á Toftum. Seks tons vórðu í Klaksvík meðan góð fýra tons vórðu landað í bæði Sørvági og Vági Syslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 79 Havørnin snella 155 FD 205 Greta lína 2.463 FD 310 Sjóberin lína 89 FD 316 Annfríð snella 246 FD 428 Margit J lína 166 FD 581 Sigmund lína 319 FD 591 Maria lína 170 FD 783 Glúpur lína 4.415 FD 863 Heidi lína 589 FD 992 Kúrberg lína 71 FD1148 Hellisberg lína 748 KG 125 Bjarnaberg lína 628 KG 127 Skurðaklettur lína 2.282 KG 172 Syðratangi lína 266 KG 303 Gerd lína 228 KG 561 Fagriklettur lína 1.178 KG 578 Sjey systrar lína 27 KG 642 Bragd lína 735 KG 681 Nestindur lína 385 KG 706 Skýlisklettur lína 672 KG 742 Guðrun lína 92 KG 92 Øldan lína 148 TG 10 Evi snella 280 TG 103 Lómurin snella 108 TG 159 Vesturbúgvin snella 251 TG 26 Majbritt snella 405 TG 339 Báran snella 69 TG 349 Trý drangur snella 400 TG 40 Kambur snella 87 TG 435 Jórun snella 280 TG 514 Keldafossur snella 761 TG 523 Sóley snella 312 TG 592 Jenny b snella 450 TG 670 Víkaberg snella 393 TG 7 Nesborg partrol 53 TG 797 Norðfarið snella 69 TG 95 Fløtunes snella 523 TN 149 Ørvur snella 130 TN 157 Solo snella 153 TN 390 Trý systkin lína 1.544 TN 449 Research partrol 147 TN 712 Teistaklettur lína 868 TN 753 Tóra lína 2.576 TN 892 Nøvan snella 72 TN 897 Maj-n snella 170 TN 986 Stjørnan snella 111 VA 105 Barið snella 486 VA 109 Ella lína 673 VA 115 Lómur snella 89 VA 190 Sjóberið lína 125 VA 192 Havfrúgvin snella 44 VA 221 Carina lína 1.195 VA 242 Suðurfarið snella 72 VA 275 Áardánjal snella 28 VA 294 Nestangi lína 472 VA 34 Dunga Hans m/b lína 456 VA 350 Sirið snella 306 VN 125 Ægir snella 191 VN 132 Tordis m/b snella 167 VN 156 Hanus á bø snella 90 VN 168 Vitin snella 268 VN 513 Klettur snella 177 VN 520 Hvannadalur snella 113 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Vørunavn kilo Annað 10 Brosma 0 107 Brosma 3&4 50 Hýsa 0 12 Hýsa 1 1.643 Hýsa 2 2.567 Hýsa 3 2.506 Hýsa 4 1.376 Havtaska 0 9 Hvítingur 0 12.504 Kalvi 2 10 Kalvi 3 6 Kalvi 4 47 Kalvi 5 1 Longa 0 37 Longa 4&5 19 Longa 5 71 Reyðsprøka 0 1 Skøta 2 Skrubba 89 Steinbítur 96 Toskur 1 35 Toskur 2 977 Toskur 3 3.631 Toskur 4 2.655 Toskur 5 1.366 Tunga 0 7 Upsi 0 524 Upsi 2 242 Upsi 3 329 Upsi 4 307 Føroysku nótabátarnir eru nú í íslendskum sjógvi. Nakrir eru á lodnuveiðu og hinir á svartkjaftaveiðu. Næraberg hevur roynt eftir svartkjafti í íslendskum sjógvi og tá frættist, at hann fekk fisk, fóru hinir nóta- bátarnir at sigla. Chr. í Grótinum var staddur á sildaleiðini norðuri á 70 stigum. Hann hevði nakað av sild inni, sum hann hevur landað í Íslandi. Hann er nú farin á svartkjaftaveiðu. Norðborg er enn á sildafeltinum á 70 stigum norður í altjóða sjógvi. Tað er ikki so nógv at fáa nú. Norðborg frystir umborð. Eftir at heilsufrøðiliga av- talan var gjørd við ES, varð tikið sum givið, somu regl- ur vóru galdandi fyri EBS- londini. Nú hava trupul- leikar stungið seg upp við- víkjandi útflutningi til Noreg og Ísland. Í sambandi við, at Føroy- ar og ES hava fingið áset- ingar í sínámillum handils- sáttmálan um heilsufrøði- ligu viðurskiftini partanna millum, hava ávís ivamál tikið seg upp viðvíkjandi støðuni millum Føroyar og ávikavist Ísland og Noreg, skrivar Vinnuhúsið. Vinnan hevur seinastu vikurnar ásannað, at tá út- flutt verður til omanfyri- nevndu lond, er enn neyð- ugt við heilsuváttanum úr Føroyum, og at vøran fer um eina marknaðareftir- litisstøð (MES). Hildið hevur verið, at hesar mannagongdir eisini eru broyttar á sama hátt sum mannagongdirnar, tá útflutt verður úr Føroyum til ES- marknaðin. Vinnan hevur víst mynduleikunum á óhepnu støðuna. Frá uttanlandsdeildini undir Løgmansskrivstovuni verður ásannað, at heilsu- frøðiligi ískoytissáttmálin millum Føroyar og ES er ein tvílanda sáttmáli mill- um partarnar. Tað vil siga, at tær ásetingar, sum eru í sáttmálanum, bert er gald- andi fyri viðurskiftini mill- um sáttmálapartarnar. Ís- land og Noreg eru ikki part- ar av sáttmálanum, og tí er einki broytt viðvíkjandi handli úr Føroyum til hesi lond, hóast Ísland og Noreg á ávísum økjum, eins og Føroyar, hava sett í gildi felagsskapsrætt. Í heilsufrøðiligum høpi eru Ísland og Noreg sostatt at meta sum triðjalond hjá Føroyum, og umvent eru Føroyar at meta sum triðja- land hjá Íslandi og Noreg. Vørur millum hesi lond eiga tískil at verða við- gjørdar, sum vørur úr triðjalondum. Uppá fyrispurning frá Vinnuhúsinum sigur Løg- mansskrivstovan, at arbeitt verður við at fáa trupulleik- an loystan í samstarvi við ES, Ísland og Noreg. Ikki er neyðugt við líka umfat- andi sáttmála sum hann, gjørdur er við ES. Ísland og Noreg hava jú longu líkn- andi sáttmála við ES. Tað, sum arbeitt verður við í løt- uni, er at fáa gjørt avtalur millum londini sum siga, at londini eru samd um at steðga heilsufrøðiliga eftir- litinum á teimum vørum, har partarnir hava somu reglur og ásetingar at halda seg til. Nær hetta verður liðugt er ilt at siga, men roynt verður at finna eina skjóta loysn. Føroyar, Ísland og Noreg hava tætt samskifti við hvørt annað um hetta, og væntandi verður málið eisini tikið upp á felags- nevndarfundinum millum Føroyar og ES tann 29. í hesum, skrivar Vinnuhúsið. Trupuleikar í útflutningi til Noreg og Ísland Jústinus Leivsson Eidesgaard Ein av teimum frá vinn- uni, sum fylgdi væl við á ráðstevnuni í Norður- landahúsinum í seinastu viku, var formaðurin fyri Meginfelag Útróðr- armanna. Hann varð valdur til formann í fjør og tað er eitt sindur ymiskt, hvat hann heldur um tað sum kom fram á stevnuni. – Sumt er langt úti sum fiskifrøðingarnir siga og tí er ringt at taka teir fyri fult. Eitt nú so varð mælt til at fiska nógva hýsu í fjør, og nú ætla teir at banna hýsu- veiðu. Men hendan ráð- stevna var áhugaverd. Vit hava fingið nógv at vita hesar dagarnar, ikki bara undir sjálvum fyri- lestrunum, men eisini í práti uttanfyri. Eitt nú hava íslendingar við- gingið, at teirra skipan við kvotu er kollapsa og tað sigur okkum, at okk- ara fiskidagaskipan ikki er so galin. Verður stýrt ordiliga, so er framtíðin bjørt, sigur Eyðun Kon- ráðson, ið sjálvur er ísl- endari, men sum flytti til Føroyar fyri 18 árum síðan. – Eitt er tó greitt, at um fiskidagarnir verða frítt umsetiligir millum allar bólkarnar, so fara at henda broytingar í fiskiflotanum. Teir stóru útróðrarbátarnir fara at hvørva og um stutta tíð, so fara teir sum eiga fiskidagarnar eisini at krevja, at teir sleppa inn á línuleiðirnar at veiða og tá verur føroyskur út- róður deyðadømdur, sig- ur Eyðun Konráðson. – Útróðrarveiðan er umhvørvisvinarlig og hon er eisini bundin at einum øki. Hon skapar arbeiði í økinum. Og ein sannroynd er, at nærri tú er fiskigrunninum, tess meira følir tú fyri honum, sigur hann – Sjálvur haldi eg, at myndugleikarnir hava ilt við at fata útróðurin sum eina vinnu. Ov fá fiski- vinnukøn eru í umsit- ingini og alt sum vit rokna sum vanliga al- menna vitan um fiski- veiðu, skulu vit skjal- prógva við stabbum og øllum møguleikum. Hetta ger, at tað er tungt hjá okkum at samskifta við umsitingina, sigur Eyðun Konráðsson Útróðrarformaður: Sumt er langt úti Føroysku nótabátarnir í íslendskum sjógvi C M Y K 14