Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 120 - 27. juni 2001 Nr. 120 - 27. juni 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 - Tað eru næmingar, vit hava eyguni við alla tíðina, eisini í frí- korterinum. Hesir skapa ein slíkan stem- ning í flokkinum, at tað ber ikki til at undirvísa. Teir oyði- leggja ikki bara fyri seg sjálvar, men eisini fyri aðrar næmingar, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri, sum eins og aðrir skúlastjórar sóknast eftir einum sertilboði fyri truplar næmingar BØRN OG HARÐSKAPUR Turið Kjølbro Harðskapur vindur meiri og meiri uppá seg á skúlum, er niðurstøðan, eftir at vit hava vent okkum til skúlastjórar á fleiri av teim stóru skúlunum í Tórs- havnar kommunu. Á onkr- um skúla gongur rúm tíð ímillum ógvusligu hend- ingarnar, á øðrum skúlum eru javnan trupulleikar av næmingum, sum eru harð- ligir. Sum Sjúrður Johanne- sen, sosialráðgevi hjá barnaverndini í Tórshavnar kommunu vísir á í samrøðu í blaðnum í dag, er talan er gentur og dreingir á øllum skúlunum í kommununi í aldrinum 9 til 16 ár, ið hava so ógvusligar trupulleikar, at skúlastjórin rætt og slætt ikki longur torir at hava ábyrgdina av teimum. Teirra atburður er ógvuliga hóttandi. Tey fremja harð- skap, elva til harðskap og fara fram á slíkan hátt, at øll rundan um tey kenna seg hótt og ótrygg, bæði næmingar og lærarar. Talan er um grova happing, sálar- frøðiligan yvirgang, buk- ing, avsmyrjing, nevar á lofti, og í førum hevur talan verið um álvarsligan harðskap. Í einum føri er ein lærari hóttur eftir lív- inum. Samanumtikið eru skúla- stjórarnir ógvuliga varnir við at úttala seg nærri um einstøku hendingarnar. Men teir eru allir á einum máli um, at týðilig tekin eru um, at talið á harðligum næmingum økist. - Tað er heilt týðiligt, at talið á harðligum næming- um veksur í tali, sigur Petur Dahl, stjóri í Hoyvíkar skúla. - Nógv ítøkilig dømi eru um, at leiðslur á teim stóru skúlunum í Havn standa púra hjálparleysar. Í nøkr- um førum fer næmingurin úr skúlanum eina tíð. Hetta gevur lærarunum eitt anda- hol soleiðis teir verða brynjaðir til at taka ímóti næminginum aftur og síðani verða ymisk fyrilit, ymsir hættir royndir, tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunu- skúlanum í Havn. - Vit hava harðligar næm- ingar. Í løtuni hava vit tó ongan næming, sum er so harðligur, at vit eru noydd at hava serliga umsjón. Í førum, har talan er um harðligar næmingar, fáa hesir serundirvísing, og tá er ein lærari burtur av hjá teimum alla tíðina. Tí eru teir ongantíð einsamallir saman við øðrum næming- um, sigur Niels Juul Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum. Trupult at undirvísa - Millum smábørn er harð- skapurin ógvuliga impul- sivur. Verða tey ill og ikki megna at seta orð á, sláa tey. Størri børn duga betur at stýra sær, men til tíðir kann tað verða rættiliga álvarsamt, tá ið vit hugsa um, at tað er millum børn hetta fer fram. Næmingar hótta í ein mun, kanska kennir ein seg ikki hóttan, tá ið børnini eru 10-11 ár, men nógvir lærarar finna seg í nógvum. Tað eru næmingar í summum flokkum, sum eru harðligir og sum tað er tungt at standa við ábyrgdini av sum leiðsla. Ikki altíð kenna vit okkum trygg, sigur Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri á Eysturskúl- anum. - Harðskapurin er avgjørt ein vaksandi trupulleiki. Sum heild er tað atburðurin hjá nógvum næmingum, ungum sum eldri, sum er ein trupulleiki. Talan kann verða um harðskap, teir sláa frá sær, hótta aðrar næmingar og nógv børn kenna seg ótrygg, tí tey ikki vita, hvussu langt hesi kunnu fara. Tað eru næm- ingar, vit hava eyguni við alla tíðina, eisini í frí- korterinum. Hesir næming- ar skapa ein slíkan stem- ning í flokkinum, at tað ber ikki til at undirvísa. Teir oyðileggja ikki bara fyri seg sjálvar, men eisini fyri aðrar næmingar. Ofta er tað ógvuliga trupult at hava slíkar næmingar í flokk- unum og mangan kunnu vit ikki liva upp til krøvini, sum vit annars seta. Tað vil siga veita teimum neyðugu undirvísingina og at øll kunnu kenna seg trygg, sigur Hanus Joensen. Ongin hjálp Skúlaleiðslurnar hava skyldu til at boða barna- verndini á staðnum frá, tá ið tilburðir við harðskapi eru. - Hevur ein lærari stórar trupulleikar av einum næmingi, fer viðkomandi fyrst til flokslæraran og síðani til leiðsluna. Síðani fara vit til barnaverndina. Men hon er ovbyrjað av arbeiði og tískil standa vit leingi við einum trupul- leika, sum einki verður gjørt við. Lærarar illneitast meir og meir, tí einki hendir. Summar næmingar melda vit til sálarfrøðiliga kanning, og eisini har er bíðitíðin fleiri mánaðir. Slík mál skulu loysast beinanvegin. Ímeðan er viðkomandi næmingur verandi í flokkinum og harðskapurin ella beista- gerðirnar kunnu halda fram. Hetta krevur ógvuliga nógv av læraranum. Er læraratoymið sterkt og arbeiða lærararnir væl saman og duga at takla støðuna, megna teir at halda ófriðinum niðri rætti- liga leingi. Men í mongum førum kunnu ein ella fleiri næmingar oyðileggja ein annars góðan flokk. Í summum førum er frægast at taka hesar næmingarnar úr flokkinum. Okkum tørv- ar hjálp at loysa slíkar trupulleikar beinanvegin. Í nógvum førum kann ein støða bjargast um vit fáa hjálp beinanvegin. Tað øvugta ger trupulleikarnar verri og størri, sigur Niels Juul Nattestad. Skúlastjórin í Argja skúla, Mortan Dalsgarð, tekur undir við hesum. - Í flestu førum megnar skúlin at loysa trupulleik- arnar sjálvur við at venda sær til heimið og við øðrum fyrilitum. Í øðrum førum má serkøn hjálp til, men tað er øgiliga tungt at koma ígjøgnum hjá myndugleik- unum fyri at fáa eina skilagóða loysn á einum trupulleika. Nógvir lærarar hokna undan. Frá skúlans síðu fáa vit ringa samvitsku yvir fyri hinum næmingun- um, sum líða undir ófrið- inum. Truplu næmingarnir taka so nógv av orkuni, at eingin orka er eftir til hini, og tá ið sami næmingur í áravís órógvar flokkin, fáa hinir næmingarnir als ikki tað, teir hava krav uppá. Hinvegin er tað ikki so einfalt at taka ein næming úr einum flokki, sigur Mortan Dalsgarð. Í øðrum londum, vit samanbera okkum við, eru alternativ tilboð til næm- ingar, sum fella uttan fyri av eini ella aðrari orsøk. - Her er so at siga eingin hjálp at fáa, hóast tørvurin ikki er minni her. Myndug- leikarnir lata bara eyguni aftur og siga, at hesi út- reiðsluni sleppa vit okkum undan. Í veruleikanum er tað nógv dýrari einki at gera, tí hvussu er framhald- ið hjá hesum børnum, tá ið skúlagongdin er av. Oftast er tað ein forkláring, hví hesi børnini eru sum tey eru. Tað ber til at hjálpa teimum, sigur Hanus Joen- sen, sum vísir á, at úrslitini mangan eru ógvuliga góð á alternativum skúlum. Minst mentu strikað Allir skúlastjórarnir vísa á, hvussu nógv truplir næm- ingar fylla í skúlanum. Teir krevja so nógv, og tað eru altíð teir sum skulu hoyrast. - Hetta kom ikki fyri fyrr í sama mun sum nú. Tá fóru truplir næmingar aðra stað- nis. Í dag skulu øll børn ganga í sama skúla, tí skúlin sigst vera fyri øll, men tað vilja altíð verða nøkur sum fella uttanfyri. Trupulleikin er, at vit hava einki stað at koyra hesi børnini. Aðra staðni eru serligir flokkar til truplar næmingar og orkan er til tað. Og tað er akkurát hetta vit hava brúk fyri her, sigur Mortan Dalsgarð. - Verður neyðuga orkan ikki sett inn, er skúlin ikki fyri øll, sigur Eyðdis Eides- gaard. Til truplar næmingar søkir skúlin eftir tímum til serligan tørv. Støðan í ár á nógvum skúlum er ógvu- liga vánalig í so máta. Vit hava kunnleika um, at skúl- ar hava fingið triðingin av tímunum biðið er um. - Tey minst mentu í skúl- anum eru strikað. Heilt nógvir næmingar fáa ongar eykatímar. Í fyrsta umfari gongur tað út yvir hesar næmingarnar, síðani gong- ur tað út yvir hinar næm- ingarnar í flokkinum. Valið hjá læraranum er altíð, um teir 23 næmingarnir skulu sleppast uppá fjall ella um tann eini næmingurin skal taka alla orkuna, sigur Eyðdis Eidesgaard. Avleiðingarnar fyri hinar næmingarnar eru ikki til at koma uttan um. - Hetta kann ikki halda fram. Vit mugu hava eitt tilboð til næmingar, sum tað ikki ber til at hava í einum vanligum flokki. Skal skúlin vera fyri øll, má hædd takast fyri øllum. Tað nyttar ikki at billa okkum inn, at øll børn eru eins. Nøkur børn eru soleiðis fyri, at teim tørvar serliga hjálp, sigur Hanus Joensen. Skúlaleiðslurnar standa hjálparleysar Nógv ítøkilig dømi eru um, at leiðslur á teim stóru skúlunum í Havn standa púra hjálparleysar yvir fyri truplum og harðligum næmingum. Modellmynd: Jens Kristian Vang - Talan er um gentur og dreingir á øllum skúlunum í Tórs- havnar kommunu, ið hava so ógvusligar trupulleikar, at skúla- stjórin rætt og slætt ikki longur torir at hava ábyrgdina av teimum. Tey fremja harðskap, og fara fram á slíkan hátt, at øll rundan um tey ræðast og kenna seg hótt, sigur Sjúrður Johannesen, sosial- ráðgevi hjá barna- verndini í Havn BØRN OG HARÐSKAPUR Turið Kjølbro Á borðinum hjá Sjúrði Johannesen, sosialráðgeva hjá barnaverndini í Tórs- havnar kommunu, liggja nógv mál til málsviðgerðar. Mál um børn, sum av ymsum grundum ikki vaks- a upp í góðum korum. Børn, sum eru kynsliga misnýtt. Børn, hvørs sosial- u viðurskifti gera, at tey ikki støðast. Og børn, har foreldur, skúlin og aðrir myndugleikar ikki megna at hava ábyrgdina av. Hesin seinasti bólkurin við børn- um er seinastu fáu árini vaksin munandi. Seinasta hálva árið eru umleið tíggju dømi um, at skúlabørn eru endað sum mál á borðinum hjá sosialráðgevanum í barnaverndini í Havn, tí øll rundan um tey hava givið skarvin yvir. - Talan er um gentur og dreingir á øllum skúlunum í Tórshavnar kommunu, ið hava so ógvusligar trupul- leikar, at skúlastjórin rætt og slætt ikki longur torir at hava ábyrgdina av teimum. Teirra atburður er ógvuliga hóttandi. Tey fremja harð- skap, elva til harðskap og fara fram á slíkan hátt, at øll rundan um tey ræðast, sigur Sjúrður Johannesen. Hann hevur arbeitt innan barnaforsorg í Føroyum seinastu ellivu árini, og hevur hesi árini sæð ymisk rák í tí, børn eru fyri og hava fyri. Børnini,Sjúrður Johanne- sen her sipar til, eru at síggja til heilt vanlig børn. Børn í aldrinum 9 til 16 ár, sum fremja beinleiðis og óbeinleiðis harðskap bæði móti øðrum børnum og lærarum. Talan er um grova happing, sálarfrøðiligan yvirgang, buking, avsmyrj- ing, nevar á lofti, og í før- um hevur talan verið um álvarsligan harðskap. Børn og lærarar kenna seg hótt, ótrygg og kroyst. - Tað eru líka nógvar gentur sum dreingir, sum fremja henda harðskapin. Munurin er bara, at harðskapurin framdur av gentum er eitt sindur øðr- vísi. Meiri sálarfrøðiligur yvirgangur, meðan dreingir fremja likamligan harð- skap. Harðligu dreingirnir eru ofta ógvuliga einsa- mallir meðan genturnar hava eitt netverk, ofta av gentum sum eru nøkulunda líka. Genturnar eru verri fyri seg sjálvar enn onnur. Nógvar heilt ungar gentur eru úti í rúsevnismisbrúki, og skúlin og serliga heilsu- systrarnar síggja og gera vart við trupulleikarnar, sigur Sjúrður Johannesen. Seinasti útvegur Áðrenn skúlin ger av, at serkøn hjálp er neyðug fyri at loysa trupulleikarnar, koma foreldrini inn í myndina. Tey royna so saman við lærarum og skúl- anum annars at loysa trupulleikarnar ella bøta um støðuna. Síðani koma heilsusystir, Sernámsdepil- in í onkrum føri og annars teir myndugleikar, ið eru til ráða at taka uppí málið. Barnaverndin er altíð seinasti útvegur. - Tá ið einki hjálpir enda børnini hjá okkum. - Týdningarmesti sam- starvsfelagin hjá okkum er foreldrini. Hevur barnið álvarsligar trupulleikar, er familjan hjá viðkomandi eisini rakt. Í nógvum førum koma stóru trupulleikarnir hjá barninum óvart á for- eldrini. Tey eru ikki altíð vitandi um, at atburðurin hjá barninum er so hóttandi og óforsvarligur. Havi ofta upplivað, at lærarar og skúlin sum heild ikki hava kunnað foreldrini nóg væl um, hvat barnið í grundini hevur gjørt og hvussu tað í heila tikið ber seg at í skúlanum. Lærararnir eru ov varnir at siga nakað fyri at verja seg sjálvar, tí tað er ikki hugaligt at siga sum er. Tí verða foreldrini mangan skelkað, tá ið tey hoyra frá okkum, hvat í grundini er hent. Men flestu foreldrini ynskja at fáa veruleikan at vita. Somu børn, sum fremja harðskap í skúlunum í dag, eru at finna í rapportum hjá løgregluni. Børn yngri enn 18 ár, ið gera eitthvørt ólógligt og verða avhoyrd av løgregluni, verða øll fráboðað barnaverndini á staðnum. - Hesi viðurskiftini hanga saman. Fyribyrging Undir málsviðgerðini er týdningarmikið at savna seg um kjarnuna í trupul- leikanum. Er talan um sosi- alar trupulleikar, er manna- gongdin ein, er talan um viðføtt brek ella skaða, er gongdin ein onnur, og so framvegis. - Ofta verður ikki funnið fram til eina diagnosu fyrr enn eftir at vit hava verið inni í málinum. Tað sum undrar okkum mangan er, hví vit einki hava fingið at vita fyrr enn trupulleikarnir eru blivnir so stórir. Dømi eru um, at somu børn hava leikað í øll tey fyrsta árini í skúlanum uttan at nakar ger vart við tað, og so tá tey verða 15 ár brestir bumban. Koma vit fyrr inn, ber til at fyribyrgja tí stóra skaðan- um. Góða samstarvið sum í dag er millum dagstovnar, skúlar og heilsusystrar ger, at nógvir trupulleikar verða fyribyrgdir. - Fólk eru betur før fyri at fáa eyga á og síggja trupul- leikar hjá børnum, og peda- gogar og lærarar tora betur at taka trupulleikarnar upp við foreldrini í dag í mun til fyrr. Fyribyrgjandi arbeiðið lønar seg avgjørt aftur í seinna endanum. Annað umhvørvi Skúlastjórarnir, sum Sosi- alurin hevur tosað við í sambandi við hetta evnið, vísa allir á, hvussu trupult tað er at loysa mál sum hesi. Sjúrður Johannesen gevur teimum rætt, men leggur afturat, at skúlarnir mangan skúgva sær undan ábyrgdini. - Tað er skúlans uppgáva at taka sær av øllum børnunum. Tí ber ikki til at fráskriva sær nøkur børn. Á sosialu deild hava vit ikki lidnar loysnir til hesar trupulleikarnar. Í Føroyum eru eingi tilboð til børn sum hesi, og lítlir og ongir møguleikar annars at hjálpa teimum. Í hvørjum einstøk- um føri skulu vit leita eftir hjálp ella eini nýtiligari loysn, og nógvar av loysn- unum finna vit fram sjálvi. Á Rókini, sum er eitt heim í Havn fyri børn við serligum trupulleikum, er fultsett. - Mangan er frægasta loysnin, at børnini fara í annað umhvørvi. Tí senda vit onkuntíð børn á ser- stovnar ella eftirskúla í Danmark. Hetta eru stovnar vit kenna og sum vit hava álit á. Men hetta verður bara roynt, tá ið einki annað hjálpir. Tað er als ikki huga- ligt at senda hesi børnini av landinum, men vit hava ongar aðrar møguleikar sum er. Hvør er orsøkin Síðani málini við harð- skapsfremjandi børnum eru endað á borðinum á sosialu deild í Tórshavnar býráð, hevur verið tosað um, hvat atvoldin er til, at nøkur børn hava ein so ógvuslig- an atburð, at tiltøk mugu setast í verk. Men eingi ein- føld svar eru funnin. - Hvørji viðurskifti í før- oyska samfelagnum hava ført við sær, at eitt vaksandi tal av børnum so ella so fella uttan fyri, er ringt einvíst at útgreina og vísa á. Vit hava ikki funnið fram til hvør grundin er, sigur Sjúrður Johannesen, sum kortini hevur hug at hug- leiða eitt sindur um hendan problematikkin. - Børnini, sum hava henda hóttandi atburðin í skúlanum í dag, eru øll vaksin upp í kreppuárun- um. Tey vóru nógv, sum mistu arbeiði, hús og heim, og sum í aðrar mátar góvu upp undir kreppuni. Nógv settu seg í stóra sethúsa- skuld, men mistu fortreyt- irnar fyri at gjalda alt aftur. Nógvir dreymar brustu. Hetta er alt ógvuliga hart fyri familjulív. Børn hava hoyrt upp í saman, at for- eldrini ongar pengar eiga og tað kann ávirka tey børn, sum eru í einum sárbarum aldri. Eg vil ikki lasta for- eldrunum nakað, men heldur siga, at tað vóru um- støðurnar, ið vildu tað so. Eingin ivi er um, at foreldur gera altíð tað besta fyri síni børn. Fyrstu árini undir krepp- uni, sóu Sjúrður Johanne- sen og starvsfelagar á sosi- alu deild ongar ábendingar um, at kreppan varð atvold- in til størri trupulleikar hjá børnum. - Tvørturímóti vóru færri álvarslig mál á barnavernd- arøkinum. Eg dugdi ikki at síggja nakað samband nakra staðni millum tey málini, vit arbeiddu við og kreppuna. Tað einasta vit sóu, sum kundi vera ein avleiðing av kreppuni, var, at heilt ungar gentur stjólu meiri enn vanligt í handl- unum, klæðir og annað tí- líkt, ivaleyst tí foreldrini ikki høvdu ráð at geva teimum so nógvar lumma- pengar sum fyrr. Sjúrður Johannesen vísir á onnur viðurskifti í dagsins samfelag, ið eru lutfalsliga nýggj, so sum sjónvarpið og teldan, ið aðra staðni sigst vera at- voldin til eitt nú harðskap. - Krøvini til foreldur verða størri og størri sam- stundis sum tey eru minni saman við børnunum - um somu tíð sum hesi seta stór krøv til síni børn. Børn, sum eru veik, hava lítlan og ongan møguleika. Eisini samfelagið setur onnur og størri krøv til einstaklingin, vísir Sjúrður Johannesen á. - Fyrr var størri og betri pláss fyri buldribassum og originalum, ella fyri fólki, ið sum heild vóru eitt sindur øðrvísi enn fjøldin. Traðkaði tú eitt sindur við síðuna av tí vanliga, varð tú kortini góðtikin sum tann tú vart og tú fekst ein møguleika. Í dag skulu hesi sporast inn á ein veg, sum verður smalri og smalri. Tí detta fleiri útav, sigur Sjúrður Johannesen at enda í viðtali Fleiri børn fremja harðskap - Tað eru líka nógvar gentur sum dreingir, sum fremja harðskap í skúlunum. Munurin er bara, at harðskapurin framdur av gentum er eitt sindur øðrvísi. Meiri sálarfrøðiligur yvirgangur, meðan dreingir fremja likamligan harðskap, sigur Sjúrður Johannesen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 13 12