Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 120 - 27. juni 2001 Nr. 120 - 27. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Høgni Hoydal Nú vit brúka bert ein triðing av blokkstuðlinum fáa almannamál, heilsa, mentan og útbúgving nógv størri játtanir, enn tá vit brúktu allan blokkstuðulin. Í 1990 fóru 55% av samlaðu útreiðslunum á fíggjarlógini til almanna- mál, heilsu, mentan og út- búgving. Í 2001 fara 64% til hesi endimál. Samstundis er eitt undir- skot uppá 708 mió. vent til yvirskot uppá 600 mió. Ein sera ótespilig propa- ganda sæst í bløðunum í løtuni. Serliga eru tað Sosialurin og Dimma- lætting, sum í oddagreinum og lesarabrøvum leggja sit- andi samgongu undir at raðfesta soleiðis, at okkara sjúku, eldru, veiku og okkara skúlaverk skulu gjalda fyri minkandi blokk- stuðul. Hetta er rætt og slætt ósatt. Hetta eru somu ó- sannindi, sum tá andstøðu- flokkarnir leggja lands- stýrið undir at seta væl- ferðina í vanda í full- veldinum. Tað er hinvegin gott og kærkomið, at Dagur og Vika seta kikaran á støðuna á eldraøkinum. Neyvan er nøkur familja, ið ikki kennir stóra tørvin á ellis- og røktarøkinum. Og allir politikarar eiga at vera fullgreiðir um, at nógv er eftir at loysa á almanna- heilsuøkinum og á skúlaøkinum. Men trupulleikarnir eru ikki skaptir nú. Hinvegin er farið undir miðvíst at loysa teir, og raðfestingarnar eru munandi meira sosialar, nú fullveldið verður veruleiki um stutta tíð. Tað er tí beinleiðis óetiskt, nú nú javnaðar- flokkurin og sambands- flokkurin royna at sláa politiskt platt uppá ta truplu støðu, sum so nógvar familjur eru í. Og at teir royna at geva fullveldinum skyldina og siga meira blokkstuðul verða loysnina, er bara ófatiliga syrgiligt. »Vælferðin« við donskum blokki Javnaðarflokkurin sigur, at vit eru »enn ikki komin á 1990-støðið«. Hugsi tað var tá, at samfelagið skuldi fáast í rætt lag eftir 500 døgum. 500 dagar seinni vóru Føroyar farnar á heysin – og vit rinda rokn- ingina enn í dag og mong ár frameftir. Javnaðarflokkurin sigur, at hann vil velja vælferð fram um loysingina. Men lat okkum hyggja at veru- leikanum. Hvussu sá hetta 1990-støðið út, sum javnaðarflokkurin ynskir? Tá vit brúktu allan blokk- stuðulin og enntá læntu milliardir afturat at brúka? Helvtin av hvørji krónu í 1990 Sum sæst á hjáløgdu talvu, so raðfestu politikararnir í 1990 soleiðis, at knøpp 55% av samlaðu útreiðsl- unum fóru til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan. Sama ár brúktu vit 408,5 mió. kr. í beinleiðis rakst- rarstudningi til fiski- vinnuna. Tað vóru 13,3% av rakstrinum hjá lands- kassanum – meira enn vit brúktu uppá heilsumál. Sostatt fór góð helvt av hvørjari krónu, sum Løgtingið játtaði í 1990, til okkara eldru, sjúku, veiku og til mentan og útbúgving fyri øll. Tveir triðingar av hvørji krónu í 2001 Í 2001, eftir trý ár við fullveldispolitikki, brúkar landskassin knøpp 64% av samlaðu játtanunum til almannamál, heilsumál, útbúgving og gransking. Sostatt fara nærum tveir triðingar av hvørjari krónu, sum løgtingið játtar, til okkara eldru, sjúku, veiku og til mentan, útbúgving og gransking. Hvar fóru so pengarnir tá? Í hesum hálovaða blokk- stuðulsbúskapinum hjá andstøðuflokkunum fóru pengarnir altso yvirhøvur ikki til almannamál, heilsu- mál, útbúgving og mentan. Teir fóru til studning, veðhald og annað, sum tilsamans kom at kosta okkum 13 milliardir út gjøgnum vindeygað uppá 10 ár. Ein kollvelting Talan er um eina sanna kollvelting í raðfesting- unum á fíggjarlógini. Og sostatt er tað beinleiðis ósatt, tá javnaðarflokkurin sigur, at fullveldissam- gongan pínir tey eldru, veiku, sjúku og skúlan niður. Støðan er júst øvugt. Nústaðni fara føroyskir politikarar at raðfesta til eitt føroyskt vælferðarsam- felag. Tí vit taka ábyrgdina av tí. Samhaldsfesti og trygd liggja ikki í einum statskassa, men í okkara egnu virðum og avgerðum. Vit hava brúkt 3 ár at fáa føroyska búskapin á eina trygga kós til fullveldi, og nú ber til at taka avgerðir og raðfesta tildømis ellis- og røktarheim, serforsorg og annað, sum stórur tørvur er á. Og nú ber til at gera haldgóðar skipanir, ið ikki rapla eftir 500 døgum. 1,3 mia. rætta vegin Tann størsti munurin millum føroyska almenna landshúsarhaldið í dag og fyri tíggju árum síðani, er rakstrarúrslitið. Føroyski búskapurin er tillagaður 1,3 mia. rætta vegin uppá 10 ár, sum sæst á talvuni yvir úrslitið hjá landskassanum. Hetta eiga øll at fegnast um og verða stolt av, tí politikararnir eiga ikki æruna og heldur ikki sitandi samgonga. Heiðurin eiga øll tey sum starvast og trúgva uppá eina framtíð í hesum landi. Bøtt, men nógv restar í Nógv er bøtt, hóast vit enn ikki hava arbeitt okkum úr niðurpíningini undir heima stýrinum. Vit kunnu tildømis hyggja at játtanunum til Landssjúkrahúsið, til ser- forsorg (brekað), til eldra- røkt og til fólkapensión. Hvussu varð raðfest í 1997 eftir at javnaðar- flokkurin í samgongu við sambandsflokkin hevði umsitið bæði fíggjarmál og almanna- og heilsumál.? Og hvussu var tað saman- borið við 2001 eftir 3-ára fullveldissamgongu. Økt játtan er ikki vælferð og trivnaður Men hesi tølini og støðan á hesum økjum siga okkum eisini, at øktar játtanir eru ikki av sær sjálvum nøkur borgan fyri vælferð ella trivnaði. Vit mugu gera væl neyvari langtíðarætlanir. Og har eru tað serliga ellis- og røktarheim og íbúðar- viðurskiftini hjá brekaðum, ið mugu ovast á dags- skránna – m.a. í samstarvi millum land og kommunur. Hetta ber nústaðni til at gera nakað veruliga við nú, tí at búskaparpolitikkurin hevur verið so miðvísur. Vit kunnu nú sum heild fáa trivnað, áræði og nógv størri samstarv at blóma í okkara almanna- og heilsu- verki og í okkara útbúgv- ingum. Ábyrgd skapar vælferð Nú ræður um at halda rimmarfast við fullveldis- politikkin, so alt ikki verður oyðilagt og futtað av eftir 500 døgum. Tí tað er onki fyri. Og so skal aftur skerjast og niðurpínast fyri at fíggja heimastýrið. Lat okkum halda okkum til veruleikan og ikki til ósanna propagandu frá andstøðuflokkum um, at trupulleikarnir eru skaptir undir fullveldisssamgong- uni. Niðurpíningin fór fram undir heimastýrinum við fullum blokkstuðli og uttanlandslánum – og tað tekur drúgva tíð at byggja haldgóða skipanir upp, samstundis sum vit enn rinda rokningina fyri á- byrgdarloysið. Men nú eru raðfestingarnar greiðar. Minni blokkur – men meira til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan Raðfestingar í Føroyum: 1990 2001 Játtan tilsaman 3.070 mió. kr. 100% 3.298 mió. kr. 100% Almanna- og heilsumál, Úbúg gransking og me 1.686 mió. kr. 55% 2.126 mió. kr. 64% Brúktur blokkst Allur brúktur + lán 1/3 brúktur og niðurgoldin Úrslit: 1991 2001 Undirskot/yvirskot - 708 mió. kr. + 600 mió. krónur (mett) Útvald økir við tørvi: 1997 2001 Landssjúkrahúsið: - rakstur - medicoteknis tól - íløga 213 mió. kr. 0 kr. 0 kr. 233 mió. kr. 8 mió. kr. 35 mió. kr. Serforsorg (bre63 mió. kr. 77 mió. kr. Eldrarøkt 140 mió. kr. 185 mió. kr. Fólkapensión 246 mió. kr. 321 mió. kr. TÍÐINDASKRIV arkitekturur Mikukvøldið tann 27. juni kl 19.30 verður fyrilestur í høllini á landsbóka- savninum við norska arkitektinum Anders Hasl- estad. Heitið á fyrilestri- num er »Nordiske træ- konstruktioner og bevaring af dem – kompetanse, teknik og metoder«. Anders Haslestad er ráð- gevi hjá norska ríkisantik- varinum. hann hevur í nógv ár arbeitt við varðveiting av gomlum norskum timbur- bygningum. Anders Hasle- stad er í Føroyum í sam- bandi við, at ætlanin er at gera umvælingar á stokka- stovuna í Tinganesi. Fyrilesturin vendir sær til arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar og hand- verkarar, og onnur við áhuga fyri evninum. Fyriskiparar eru Føroya Fornminnissavn, Arkitekta- felag Føroya, Føroya Verk- frøðingafelag og Føroya Byggifrøðingafelag. Fyrilestur um norðurlendskar timburkonstruktiónir Poul Michelsen, fyrr- verandi borgarstjóri í Havn, helt røðu á tiltakinum Summar- sólstøður, sum var í Sandagerði í Havn fríggjakvøldið: SUMMARSÓLSTØÐUR Poul Michelsen Nógvar útleggingar hava verið um, hví hetta tiltakið fyri 17 árum síðan bleiv til - og onkur hevur sagt, at tað ikki er gamal í Føroyum at brenna bál á miðsumri. Hetta er ivaleyst rætt, men tiltakið, sum fyrstu ferð bleiv fyriskipað 1984, hevði rættuliga einfaldt endamál. Ætlanin var bara at gleðast um summarið og gera hetta í eini tíð, har býarlívið í Havn er saman- sett av festkløddum pisum, heimafturvendum lesandi, uttanlandsføroyingum og hópin av ferðafólki. Saman við familju og vinum at leita sær – tá dag- arnir eru longstir - til ein hin vakrasta blettin í Havn – Sandagerði. Eg var tí ikki sørt glaður um at verða biðin at siga nøkur fá orð í samband við árliga tiltakið Summarsól- støður her í Sandagerði – eitt afturvendandi tiltak, sum nú sær út til at eiga sína nátturligu og føstu legu millum ymisku summ- artiltøkini í Havn. Í hesum sambandi ein tøkk til býráðið, skótarnar, sangarar og dansarar, sum trúliga øll hesi ár hava sett sín dám á ársins longsta dag. Bert fá ár frammanundan hesum, var so at siga ongin sandur eftir í Sandagerðið. Sandurin var brúktur sum byggitilfar til m.a. sethúsa- bygging. Men tá sandur bleiv tikin til at byggja Dr. Alexandrines Hospital gjørdist nøgdirnar so stórar, at so at siga ongin sandur var eftir. Sandagerði var tí skert bæði sum náttúruøki og øki til frítíðarnýtslu. At lítil og ongin sandur var eftir hevið eisini við sær, at Sandagerð sum hvalvág ikki var tann besta. Ynskir vóru tí frá fleiri áhugaðum, um at gera nakað fyri aftur at bøta um hesi viðurskifti. 1985 vóru royndir gjørd- ar at flyta nakað av sandi við sandbáti út í Sanda- gerði. Spenningurin var stórur, um sandurin vildi blíva liggjandi ella um brim og streymur vildi føra hann burtur. Onkur var sannførd- ur, um at so fór at verða. Men royndirnar eydnað- ist og á fundi 1986 millum grindaformenninar og kommunurnar, sum vara av grindaøkinum í Suður- streymi, varð samtykt at fáa væl meira av sandi flutt til Sandgerði og at útreiðsl- urnar skuldu býtast millum kommununar í grindaøk- inum eftir fólkatali – Sum sagt so gjørt. Til gleði fyri allar partar – ikki minst fyri Sverra Dahl, sála – sum av góðum grundum hevði hetta pláss- ið serliga tætt at sær – eydnaðist við mannahond aftur at skapa ein hin nátt- úruvakrasta blettin í Havn, og sum so at siga øll - smá sum stór - hava ein kerligan tokka til. Sandagerði er tí í dag ein hin mest brúkti frítíðar- staður hjá Havnarborgarum og er sum hvalvág eisini væl nýtilig. Tokkan til Føroyar og Havnina hava fólk gjøgnum tíðirnar lýst bæði í skrift og talu. Ofta vísir tað seg, at tokkin og virðingin fyri landið okkara – og tað væl- signilsi tað er, at eiga rættin at búgva í Føroyum - er sterkast, tá fráleikin úr Føroyum er størstur. Komi í hesum sambandi at hugsa um Jørgen Frantz Jacobsen har hann í bókini »Det dyrebare liv« ella umsett til føroyskt »Dýrmæta lív« í sínum samskifti við William Heinesen í ymiskum sinna- lag, lýsir sína støðu og sín longsul eftir heimliga um- hvørvinum í Havn. Jørgen Frantz hevur eins og nógvir aðrir havnar- dreingir haft síni sterku barnaupplivilsir her, og m.a. tá hann fyrstu ferð er staddur her við Sandá og Sandagerði. Sandagerði kemur hereftir at standa við Niagara demensjónum rist í barnaminni hansara. Jørgen Frantz er staddur í Danmark. Hann stríðist við ólekuligu sjúku sína, alt meðan hann roynir at fáa bókina um Barbaru lidna. Jørgen Frantz ferðast í huganum í kendum um- hvørvi – hann lýsir m.a. áirnar í Havn. Sandá, áin úti í Horni, Rættará og so Hoydalsá. Tað ógloymandi løtu tá hann fyrstu ferð stóð andlit til andlit við risastóru Sandá. Eitt drama í náttúr- uni, ein ómetaligur brús- andi áarstreymur undir stásiligu brúnni og við grótfjallinum Kirkjubø- reyni – í bakgrundini. Og Jørgen Frantz heldur fram: Fossurin í Sandagerði var eitt ómetaligt náttúrufyri- brigdi. Longu langt áðrenn tú sást fossin kundu tú hoyra máttmiklu rødd hans- ara. Á høvdini – har hospi- talið liggur – hómaðist fossurin – ein av mínum fyrstu og grundleggjandi náttúrumyndum. Ein av lívsins fyrstu friðsælum. Í roynd og veru, havi eg ongantíð funni eitt stað, sum var deiligari enn Sand- gerði. Jørgen Frantz ferðast niðan gjøgnum ánna og gevst ikki, fyrr enn hann hevur funni sjálvan upp- runan til ánna - keldunar uppá á Húsareyni. Ein lýsing og ein kær- leiksjáttan til henda stað og hetta land. Jørgen Frantz játtar sín kærleika til heimliga um- hvørvið og fólki, sum har býr – finnur sálarfriðin vit- andi um, at hann sleppur heim og aftur sleppur at hvíla millum áirnar í Havn. Jøren Frantz lýsir – í bók- ini Dýrmæta lív – flest øll kend støð í Havn. Nógv av hesum hava í tíðarbilum verið hótt av mannahond. Men takkað verið áhuga frá ymiskum síðum – frá Bý- ráðnum og ikki minst frá vanligu borgarunum í Havn, er bøtt munandi um nógv av hesum. Men okkurt er enn eftir at gera – og skal vón mín vera, at skipað verður so- leiðis fyri, at samskifti og upplivilsi - eitt barn/ein unglingi í Havn í dag hevur í býarsamfelagnum og annars samfelagnum yvir- høvur - verður so ríkt, at hetta kann gerðast ein tíð- andi íblástur á lívsins leið. Takk fyri. Vit gleðast um summarið Nógv fólk var til tiltakið Summarsólstøður, sum varð hildið á átjanda sinni Poul Michelsen, sum var borgarstjóri í Havn frá 1981 til 1992, helt røðuna í Sandágerði fríggjakvøldið C M Y K 11 10