týsdagur 8. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
ídnu og skilagóðu næming
arnir hava sett seg inn í:
Hitin frá sólini og teir
sonevndu
sólfangararnir,
eru eitt annað viðkomandi
evni.
Ein kundi gott sett nógv
fleiri sólfangarar upp á hús
ini. Hetta gevur streym og
hevur einki CO2útlát. Og
so kostar tað einki at brúka
tað.
Eg haldi ikki, at tað sær
so ljótt út at hava slíkt á
húsunum. Eg ætli mær sjálv
at fáa slíkt uppá míni hús,
tá eg einaferð komi so
langt, sigur ein av yngru
gentunum í flokkinum.
Hini í flokkinum flenna
eitt sindur, ikki eftir hug
skotinum, men meiri eftir
tí, at henda gentan veruliga
hevur skilt hvussu nógv
tann einstaki kann gera fyri
umhvørvið.
Sólfangarar á
klæðunum
Tað finnast longu slíkir sól
fangarar í teirra nærum
hvørvi, bæði á Skála og í
Skálafirði. Men henda gent
an sær eisini heilt aðrar møgu
leikar í sólfangarunum.
Hon greiðir hinum í
flokkinum frá, at ein kundi
til dømis havt slíkar sól
fangarar uttan á jakkanum
ella í keppinum. So kundi
ein løtt eitt battarí upp við
hesum, og brúkt tað í teld
uni ella onkra aðrastaðni.
Tað snilda við tí er, at tá
ein sær at battaríið er við at
tømast, so má ein útum fyri
at ganga sær ein túr.
Á henda hátt ger ein
brúk av alternativari orku,
samstundis sum ein ger ein
innsats fyri at fáa fríska
luft, sigur henda sera skila
góða gentan í 6. flokki.
Tríggjar kappingar
Næmingarnir í flokkunum báðum vóru teir sum vunnu
kappingina, sum varð hildin á Føroya Tele í november mánaði í
fjør. Liðið kallaðu tey Junior Kids. Fyri henda heiðurin luttóku
tey í eini tilsvarandi kapping í Danmark stutt eftir, og har gjørdust
tey næstbest. Nú liggur leiðin til Atlanta í USA, har næmingarnir
skulu kappast ímóti ungdómi úr øllum 80 londum í døgunum 17.
til 19. apríl. Á heimasíðuni hjá Skála skúla – www.skulin.fo/ska
verður møguligt at fylgja við, hvussu gongst teimum í kappingini.
”
Fyri okkara skuld kundi ein bara fylt
Lítlu Dímun við vindmyllum
Gera
uppreistur
á Skála
Vakra føroyska náttúran
hevur eisini verið ein
partur av arbeiðinum í
hesi verkætlanini. Í teirra
verð má alt gerast fyri at
náttúran og umhvørvið
vera varðveitt.
At tað ikki er so alla
staðni, fáa tey besta døm
ið um úr heimbygdini, har
skipasmiðjan eftir teirra
tykki er ein umhvørvis
bumba av rang.
Ein onnur slík bumba
liggur ikki nógvar kilo
metrar frá teimum. Om
anfyri
Norðskála
eru
menn í ferð við enn eitt
umfatandi arbeiði at út
vega meiri vatn til Eiðis
verkið.
Hóast roynt hevur ver
ið at mótmælt, og undir
skriftir verða savnaðar
inn ímóti at vakrar áir
hvørva og verða turrlagd
ar, er helst lítið sum bend
ir á, at alt hetta fer at fáa
nakra ávirkan á arbeiðið.
Men varð ein líknandi
ætlan løgd fram á Skála,
høvdu næmingarnir í 6. og
7. flokki helst gingið fram
marlaga í mótmælunum
ímóti øllum ætlanum við
so stórum avleiðingum
fyri
náttúruna
og
umhvørvið í heimbygdini.
Tað hevði verið rætti
liga rotið um allar áirnar
her á Skála blivu burtur –
og alt kanska hevði mint
meiri um eina oyðimørk í
okkara vøkru bygd, sigur
ein næmingur.
Ein annar næmingur
er skjótur at koma við
síni viðmerking:
Um nakar hevði tor
að at komið fram við ein
um slíkum hugskot her á
Skála, so hevði tað heilt
sikkurt blivið til upp
reistur í bygdini. Og vit
høvdu gingið á odda!,
slær hann fast.
Við hesum er ávaringin
givin víðari.
Skála skúli um 10 ár
Hóast tey ikki verða næmingar í skúlanum um 10 ár,
so hava næmingarnir kortini síni ynski fyri
barnaskúla teirra. Í 2018 vóna tey, at skúlin hevur
sólfangarar á takinum og eina vindmyllu uttanfyri,
sum kann veita skúlanum streym og orku. Ein ketil
skal gera sítt til, at børnini ikki sita køld í tímunum.
so sigi eg Umhvørvi
Næmingarnir í 6. og 7. flokki skulu ikki so langt fyri at finna
tekin um dálking av náttúruni í heimbygdini. Hóast Skála
Skipasmiðja útvega arbeiði til fólk í hópatali, er nógv dálking
í kjalarvørrinum á hesum veruleika
Næmingarnir hava ídnir arbeitt seg fram
við verkætlanini innan alternativa orku. Ein
vindmylla, sólfangarar og ein vatnmylla eru
úrslit av hesum
Nú fáa tey løn fyri stríðið: Fyrst vunnu tey
føroysku kappingina, síðani gjørdust tey
næstbest í teirri donsku og leygardagin gongur
leiðin til USA
Næmingar í 6. og 7. flokki
Teir 12 næmingarnir, ið hava verið við í kappingini
eru hesir: Úr 6. flokki: Alex Djurhuus , Brynjard Olsen,
Jana Joensen, Sólbjørg Jacobsen, Maria Joensen og
Tóra Johannesen Úr 7. flokki: Sverri Jensen, Alex
Joensen,Martin Didriksen,Jóhannus Kristmundsson
FAKTA