týsdagur 8. apríl 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Umhvørvi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Ólavur Frederiksen
Skála: - Tað er næstan so,
at bara eg hoyri eitt orð sum
byrjar við U, so hugsi eg
um umhvørvið!
Orðini eigur ein av ídnu
næmingunum í 6. og 7.
flokki við Skála skúla, og
sum vunnu føroysku útgáv-
una av Lego League-kapp-
ingini. Í Danmark gjørdust
tey næstbest, og leygardagin
gongur leiðin til USA at
luttaka í eini kapping mill-
um luttakarar úr øllum
heiminum.
Í hesi verkætlanini hava
tey arbeitt við alternativari
orku og hava sjálvi víst á,
hvussu ein kann umseta
hetta
til
veruleika,
og
hvussu tann einstaki kann
gera nakað fyri náttúruna
og umhvørvið.
Orð
sum
hitapumpur,
útlát, alternativ orka, sól-
fangarar, alduverk, vind-
myllur og fleiri ruddingar-
dagar eru nøkur av orðun-
um, sum verða havd ofta á
lofti, hesa løtuna, tá Sosial-
urin vitjaði næmingarnar í
báðum flokkunum fyrra-
partin í gjár.
- Vit vita nú meiri um
orku og umhvørvið enn
hvat vit vistu áðrenn. Um
vit sjálvi ger nakað við tað
fyrst, so fara onnur vónandi
eisini at gera tað sama.
- Á henda hátt kunnu vit
øll gera okkara til, at verja
náttúruna og umhvørvið.
Her kunnu vit øll gera mun,
ljóðar samfelda svarið frá
næmingunum.
Ein av ítøkiligu uppskot-
um teirra er, at kommurnur-
nar skipa fyri fleiri rudd-
ingardøgum og at tey sjálvi
minnast til at sløkkja hitan í
teirra egna sovikamari, tá
tey fara í skúla.
Hóast tey í kappingini itu
»Junior Kids« er eingin ivi
um at tey hugsa sum vaksin,
tá tað snýr seg um vernd av
náttúru og umhvørvi!
Úr hjarta og heila
Hóast tey ikki beinleiðis
hava lagt størstan dentin á
orku og umhvørvi, so er
eingin ivi um, at fyrireiking-
arnar til kappingarnar hava
gjørt nakað við øll hesi
ungu skálafólkini.
Ein fær beinanvegin var-
hugan av, at hetta við orku
og umhvørvi ikki bert er
nakað sum tey hava lisið
seg til ella latið sær siga:
Hetta er nakað sum tey
hava tikið at hjarta sínum.
Og hetta er uttan iva nakað,
sum tey framyvir vilja stríð-
ast fyri.
Teirra hægsta ynski er, at
tey sjálvi, tað einstaka skála-
fólkið og tann einstaki
føroyingurin gera sítt til, at
føroyska
náttúran
og
umhvørvið verða varðveitt
í framtíðini. Og at myndug-
leikarnir ikki gloyma tað.
Í arbeiðinum við verkætl-
anini hava tey funnið fram
til tað, sum tey sjálvi kunnu
gera. Og hvussu týdningar-
mikið tað er, at ein ikki bíð-
ar við hesum til í morgin.
- Man sær ofta plastikk-
posar liggja og flóta í náttúr-
uni. Men hugsar nakar um,
at tað tekur náttúruni 100 ár
at eta ein slíkan plastikkposa
upp?, sigur ein næmingur.
Ein annar er skjótur at
leggja aftrat: - Ja, hvør hugs-
ar um, at tað eisini tekur
langa tíð hjá náttúruni at
eta eitt bananskal!
Myllur larma og
geva streym
Í samband við verkætlan
sína, hava tey gjørt eitt
modell av eini vindmyllu
og sólkyknum sum geva
streym og orku til eitt hús
og eina vatnmyllu.
Júst hetta við teimum
alternativu orkukeldunum
tykist vera nakað, sum tey
veruliga hava arbeitt nógv
við. Teirra sannføring er, at
tær fýra vindmyllurnar í
Neshaganum
hinumegin
fjørðin kundu verðið enn
fleiri.
- Tað snilda við hesum
myllunum er, at tær geva
streym, tað kostar bert at
seta tær upp og so geva tær
einki CO2-útlát. Bara myll-
urnar í Neshaganum geva 6
% av allari streymnýtsluni.
- Tað er heilt sikkurt, at
vit kundu havt fleiri slíkar
myllur runt alt landið. Eg
meini – alt ger mun, greiðir
ein av gentunum frá.
Ein drongur á aftasta
beinki er skjótur at leggja
aftrat:
- Tað einasta keðiliga við
vindmyllunum er, at tær
larma nokkso nógv. Men
standa tær úti í haganum,
so hoyrir eingin tær!
Í teirra hugaheimi er hetta
vegurin fram – stórar og
nógvar vindmyllur, sum
kunnu veita fólki streym og
orku.
- Fyri okkara skuld kundi
ein bara fylt Lítlu Dímun
við vindmyllum. So hevði
verið nóg mikið av streymi
til rættiliga nógv fólk, ljóð-
ar eitt av uppskotunum frá
einum av yngru næmingun-
um í flokkinum.
Skilt boðskapin
Vindorkan er bert ein av
møguleikunum sum hesir
Næmingur: Sigur tú U -
Á Rás2 í morgin
Í verkætlanini hjá 6. og 7. flokki við Skála skúla eru 12
næmingar. Tey hava veruliga stríðst fyri at koma fram til
hetta góða úrslitið, og hava tí uppiborið alla góða umrøðu
í hesum sambandi. Umframt hesa greinina, verða tey
eisini at hoyra í morgunsendingini á Rás2 fyrrapartin í
morgin.
First Lego League á
øðrum sinni
Aftur í ár verður skipað fyri hesi kappingini, sum fekk so
góða undirtøku í fjør. Evnið fyri kappingina í ár er »Cli-
mate Connection« og snýr seg um veðurlagið og veður-
lagsbroytingarnar. Kappingin fer fram í 40 londum, og fer
vinnandi føroyska liðið víðari til eina norðurlendska
kapping. Kappingin verður hildin 8. november í bygning-
inum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í fjør luttóku 14 lið, men í
ár verður møguleiki hjá 16 liðum at luttaka
”
Hugsar nakar um, at tað tekur náttúruni
100 ár at eta ein plastikkposa upp? ”
Tað hevði verið rættiliga rotið um allar
áirnar her á Skála blivu burtur – og
alt kanska hevði mint meiri um eina
oyðimørk í okkara vøkru bygd
- Vit behøvast ikki at fara so langt
fyri at síggja ting, sum kunnu oyði-
leggja umhvørvið. Hygg bara eftir
skipasmiðjuni í bygdini og hvussu
nógv dálking er har. Ja, hon er ein rein
umhvørvisbumba!, siga næmingar úr 6.
og 7. flokki við Skála skúla