týsdagur 8. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Gamla fótbólts
kempan Bergur
Magnussen flutti
í næstsíðstu viku
alla aliútgerðina úr
Nólsoyar Alistøð
niður til Hestlund
Dambrug, sum
hann keypti fyri
góðum ári síðani
ALIBRÚK
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Bergur Magnussen fyri
fýra árum síðani flutti til
Danmarkar, var tað við tí
fyri eyga, at byrja av nýggj
um. Upprunaliga ætlaði
hann at flyta til Kanada at
starta upp ella á annan hátt
sleppa sær upp í eitt alibrúk,
men eftir góðum tveimum
árum í starvi hjá donskum
arbeiðsgevara, beyðst høvið
at keypa Hestlund Dam
brug.
Bergur Magnussen tók
av, og í februar í fjør yvirtók
hann danska dambrúkið.
Talan er um eitt lítið gam
alt, traditionelt dambrúk, og
fyrrverandi eigarin hevði átt
hetta í 35 ár. Hann arbeiðir
framvegis í dambrúkinum,
nú saman við nýggja eigar
anum, Bergi Magnussen.
Hetta er eitt enn lutfalsliga
lítið alibrúk, sum í ár vænt
andi fer at framleiða eini
260 tons av sílum. Megin
parturin verður seldur til
eitt slaktarí í Vejle, sum
slaktar, sker til flak og
roykir sílini.
Men eini 60 tons verða
seld sum 2030 grams fisk
ur til aðrar at ala víðari,
sigur Bergur Magnussen.
Hetta dambrúkið liggur í
lítlu bygdini Hestlund, sum
liggur
nakað
vestanfyri
Give í Jútlandi. Sum orðið
sigur, er talan um dambrúk
og harvið feskvatn, og ikki
sum hjá okkum sjógvaling.
Økja virksemið
Bergur Magnussen hevur tó
ætlanir um at økja um virk
semið, og tá hann herfyri
fekk bjóðað útgerðina, sum
annars stóð fyri einki á
Nólsoyar Alistøð, ið Eik
Banki eigur, valdi hann at
taka av.
Um eg kann nýta alt aft
ur her niðri, so havi eg fing
ið útgerðina fyri ein rími
ligan penga, men fái eg ikki
nýtt alt aftur, havi eg ikki
gjørt ein so góðan handil,
sigur Bergur Magnussen, tá
vit fritta um prísin.
Útgerðin fevnir fyrst og
fremst um fýra stór kør,
200.000 litrar hvørt, men
eisini um biofiltur, iltings
anlegg,
fiskapumpu
og
ymsa aðra útgerð.
Ætlanin er at nýta kørini
at ala sílini í, og so selja vit
beinleiðis úr kørunum, sig
ur Bergur Magnussen.
Flutningurin gongur so
leiðis fyri seg, at tangabilar
koma eftir fiskinum, sum
verður pumpaður upp í
tangarnar og fluttur livandi
til slaktaríið.
Bergur Magnussen hevur
ætlanir um at økja um virk
semið, og tað er eisini or
søkin til, at hann keypti út
gerðina úr Nólsoyar Ali
støð.
Málið er at koma upp á
eina framleiðslu upp á
1.000 tons eftir fýra árum.
Marknaðurin fyri royktum
sílum er einar 50 ára gamal,
og hann er rættiliga støð
ugur. Prísurin liggur úr 13
krónum kilo tá hann er vána
ligastur, upp í 17 krónur
kilo, tá hann er bestur, sigur
Bergur Magnussen.
Dambrúkið er uttandura,
og sambært Bergi Magnus
sen hevði ikki borið til at
havt slíkt brúk í Føroyum,
heilt einfalt tí veðrið ikki er
til tað.
Her er veðurgott. Vit
arbeiða úti hvønn dag, men
tað hevði neyvan nakar
tíma í Føroyum, sigur Berg
ur Magnussen.
Reiðarí rinda rannsóknir
Politikararnir eiga ikki at krevja tilfeingisgjald frá reiðaríunum, tí tað fer
ikki at gagna nøkrum í vinnuni, heldur formaðurin í grønlendsku
fyritøkuni Polar Seafood, Kjeld Holmstrup. Ístaðin mælir hann til eina
skipan, har reiðaríini rinda part av útreiðslunum til fiskirannsóknir.
Hugskotið fær góða móttøku á Náttúrustovninum, sum stendur fyri
fiskirannsóknunum í Grønlandi, sum tó leggur dent á, at kanningarnar
mugu framvegis verða óheftar.
Polar Seafood er sinnað at rinda fyri
fiskirannsóknir í Grønlandi (Mynd: Vísir)
Føroyskt dambrúk í Danmark
Bergur Magnussen til arbeiðis á dambrúki sínum
Mynd: Magnus Magnussen
Dambrúkið liggur í lítlu bygdini Hestlund nærhendis Give á Jútlandi
Mynd: Magnus Magnussen