týsdagur 8. apríl 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Gongst, sum ætlað,
koma ísfiskatrol
ararnir Stelkur og
Bakur helst inn at
landa í morgin ella
hósdagin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hendan vikan verður neyv
an av teimum heilt stóru á
landingarmiðstøðini
hjá
Beta í Saltangará.
Í dag landar eingin bátur,
men í gjár vóru trý skip inni.
Leirvíkstrolararnir Stjørn
an og Polarhav høvdu umleið
320.000
pund
tilsamans,
harav
meginparturin
var
upsi, og garnabáturin Vestur
land hevði eini 12.000 pund
av havtasku.
Á Beta vænta tey, at ísfiska
trolararnir Stelkur og Bakur
koma inn at landa í morgin
ella hósdagin, meðan Heyk
ur, Falkur, Rókur og Lerkur,
sum allir eru til fiskiskap,
neyvan koma innaftur fyrr
enn fyrst í næstu viku.
Sløk vika
Hugsandi er, at onkur garna
bátur kanska eisini leggur
veiðina upp seinni í vikuni.
Hetta verður neyvan ein
vika av teimum heilt stóru
hjá okkum, sigur Dánjal
Gaardlykke, sum starvast
hjá landingarmiðstøðini.
Stelkur og
Bakur inn
at landa
Stelkur og Bakur roynast drúgvir í fiskiskapi, og tá ið teir koma inn at landa í vikuni, er væntandi, at teir eru fullfermdir við upsa
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár landaðu línuskipini,
Thomas
Nygaard
og
Venus í Sørvági. Tað var
landingarmiðstøðin, sum
landaði skipini.
Sagt verður úr Sørvági,
at
Thomasa
Nygaard
hevði eini 45.000 pund
og Venus eini 65.000
pund.
Tað var Faroe Seafood í
Miðvági,
sum
keypti
hýsuna hjá Venusi, meðan
meginparturin av veiðini
hjá Thomasi Nygaard fór
av landinum.
Í Sørvági vænta tey, at
línuskipið West Freeser
kemur inn at landa mána
dagin. Teir royna undir
Íslandi, men enn er lítið
frætt um, hvussu gingist
hevur higartil á túrinum.
Siglir við laksi
Úr Sørvági frættist, at
djúpvatnstrolarin
Roc
Amadour nú fer annan
túrin av landinum við
ísaðum laksi. Hetta er
feskur ísaður fiskur, sum
Luna hevur selt keypara í
útlandinum.
Roc Amadour fer til
Hetlands við fiskinum.
Líkt er ikki til, at fiska
útflytarar eru serliga væl
nøgdir við sjóvegis sam
bandið, sum Føroyar hava
vit umheimin í løtuni.
Th. Nygaard
og Venus
í Sørvági
Skipini eru í altjóða
sjógvi, men vit vænta,
at tey fyrstu koma í
føroyskan sjógv um
ikki leingi, siga tey á
Havsbrún
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuskiftinum landaðu
tvey svartkjaftaskip í Fugla
firði. Hin fyrri var Christian
í Grótinum, sum hevði 1915
tons – og hin seinni var
Finnur Fríði, sum hevði
2465 tons. Bæði skipini
vóru fullfermd.
Á Havsbrún siga tey, at
Næraberg júst hevur landað
í Vestmannaoyggjunum í
Íslandi.
Fiskiskapurin hevur ver
ið misjavnur, og tí er heldur
ikki so nógvur fiskur komin
higar til lands seinastu tíð
ina.
Í Fuglafirði siga tey, at
svartkjafturin í løtuni stendur
vestanfyri Hebridurnar og
gongur sína vanligu gongd
spakuliga norðuryvir.
Skipini eru í altjóða
sjógvi, men vit vænta, at tey
fyrstu skipini koma í før
oyskan sjógv um ikki leingi.
Havsbrún tók fyrstu svart
kjaftalastina undan Føroy
um 9. apríl í fjør. Síðan var
ein steðgur í, og síðan bóru
skipini við aftur 12. apríl.
Um 24. apríl kom líka
sum øll veiðan úr føroyskum
sjógvi, siga tey á Havsbrún.
Soleiðis, sum svartkjaft
urin hevur flutt seg norður
eftir seinastu tíðina við, er
líkt til, at gongdin í ár
verður á leið hin sama sum
seinasta ár.
Pelagiska skipið Jupiter
hevði á seinasta túri trupul
leikar við skrúvuni, og skip
ið er nú á beding á Skála,
har brekið verður umvælt.
Svartkjafturin nærkast
nú føroyskum havøki
Svartkjaftaskipini royna í
løtuni í altjóða sjógvi vestur
úr Hebridunum
Sjóvarhiti og fiskasløg
broytast
Norski Havgranskingarstovnurin sigur, at sjóvarhitin í
Barentshavinum økist nógv, samstundis sum ísurin tiðnar
og broytist í samljóð við økta hitan í sjónum. Aftrat
hesum eru norðmenn vorðnir varugir við alt fleiri og
fleiri fiskasløg, sum plagdu at vera óvanlig á norðraru
hálvu. Herfyri bar norsk blað tíðindini um, at tveir
útróðrarmenn soleiðis høvdu fingið 1400 pund av
haváborrum í einum nótakasti.
Sea Shephard bjargað
500 hvalum
Víðgongdi umhvørvisfelagsskapurin Sea Shephard sigur,
at tey hava bjargað 500 hvalum við sínum átaki móti
japansku hvalaveiðini. Japan hevur eina kvotu, sum er
9.000 hvalir hesa vertíðina. Tað hevur tó ikki gingið so
væl hjá skipunum at veiða hval, tí mótmælisfólk hava
roynt at forðað veiðini. Eitt nú hava mótmælisfólk blakað
illa luktandi ”bumbur” inn á dekkið á
hvalaveiðiskipunum.