týsdagur 8. apríl 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Alcoa kannast fyri mutur
Amerikanska aluminiumsfyritøkan Alcoa, sum samstarvar við grønlendska
heimastýrið um byggja eitt stórt aluminiumsverk í Grønlandi, er nú undir illgruna
fyri mutur. CNN veit at siga, at ákæruvaldið hevur biðið ein dómstól leggja sak
ímóti Alcoa, sum skal hava brúkt mutur fyri at fáa avgerandi ávirkan á eitt stórt
aluminiumsfelag í Bahrain. Sagt verður, at málið byrjaði longu í 1993, og at Alcoa
hevur goldið næstan 10 mia. krónur í mutri síðani.
Alcoa skal hava mutrað embætismenn og politikarar í Bahrain (Mynd: KNR)
ur, at teir eru sera spentir
upp á hetta virksemi, ið teir
vænta kemur at geva felag
num stórar møguleikar.
Vit hava arbeitt við hes
um hugskoti í eini tvey ár,
og í summar stendur byggi
høllin liðug.
Hann sigur, at Sea Star
Contractors við hesum verð
ur heildarveitari av betongi
og betongarbeiði.
Vit fara serliga at leggja
okkum eftir sethúsamarkn
aðinum. Í høllini fara vit at
stoypa elementir til sethúsa
grundir og dekkelementir,
samstundis sum vit kunnu
fara út í økini við nýggjum
og nútímans forskallingum,
ið vit keyptu til arbeiði í
Hovi.
Jan vísir á, at viðskiftafólk
fara at kunna velja, um tey
vilja hava grundina úr ele
mentum, sum verða stoypt í
høllini – ella, um tey ynskja,
at grundin verður stoypt
upp á staðnum.
Í høllini kunnu vit stopa
elementir til einar 23 grund
ir um vikuna, og nýggju
forskallingarnar
eru
so
stórar, at vit við teimum
kunnu stoypa einar tríggjar
ymiskar sethúsagrundir á
staðnum í senn.
Betong úr hádygd
Sea Star Contractors hevur
eisini keypt eina nýggja,
nútímans og teldustýrda
betongblandistøð,
sum
felagið hevur brúkt í Hovi.
Hendan stendur nú inni á
Rætt og verður brúkt í fram
leiðsluni av betongelement
um og betongdekkum.
Við nýggju støðini fáa
vit betong av hágóðsku, har
øll blandingin verður púra
eins. Viðskiftafólk fáa ta
blanding av betongi, tey
vilja hava. Útprint verður
av hvørji blanding, eins og
laboratoriuroyndir
verða
gjørdar undir øllum arbeið
num.
Jan sigur, at felagið longu
nú er farið undir framleiðslu
av dekkelementum úr be
tongi, og hann væntar, at
teir kunnu lata tey fyrstu
elementini til sethúsagrund
ir innan heilt stutta tíð.
Áðrenn byggihøllin er
liðug og klár at taka í nýtslu,
stoypir felagið dekkelement
ini uttandura.
Ætlandi verður okkara
lutur eisini at seta elementini
upp fyri viðskiftafólk, og
fyrimunirnir við elementum
er, at ein sethúsagrund kann
koma upp at standa eftir ein
um ella tveimum døgum –
alt eftir, hvussu væl fyrireik
ingararbeiði er gjørt.
Stjórin í Sea Star Con
tractors sigur, at ein annar
fyrimunur við elementunum
er, at tey eru púrasta sløtt, tí
tey verða stoypt á borðum
við stálplátum liggjandi
undir.
Kappingarførir prísir
Vit vænta, at prísmunurin
á eini sethúsagrund úr ele
mentum og eini grund, sum
verður stoypt á staðnum,
verður lítil ella eingin, og
tað er eingin ivi um, at vit
fara at vera kappingarførir
á marknaðinum, sigur Jan
Danielsen.
Á nýggja elementvirki
num og bilverkstaðnum
fara væntandi eini 10 fólk
at arbeiða.
Nýggja høllin hjá Sea Star Contractors inni á
Rætt, sum verður karmur um elementvirksemi
og bilaverkstað
Mynd: Vilmund Jacobsen
Prísirnir á eitt nú
hýsu og svartkalva
hava verið vánaligir
seinastu dagarnar.
Hinvegin er upsa
prísurin batnaður
aftur og er rímiligur,
eins og prísurin
á stóra toskinum
heldur sær væl
Fiskaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri summi fiskasløg er
føroyski fiskamarknaðurin
ógvuliga viðbrekin, tá ið
nógvur fiskur kemur upp á
land. Tað er skjótt, at fiska
prísirnir verða ávirkaðir,
og hetta sóu línumenn ikki
minst í gjár, tá ið trý línu
skip landaðu í Klaksvík.
Ein av bátunum, sum
legði veiðina upp í gjár,
var línuskipið Klakkur.
Teir høvdu eini 80.000
pund, men tá ið vanliga søl
an var av, høvdu teir bert
selt eini seks tons.
Tvey
onnur
línuskip
landaðu eisini í Klaksvík í
gjár.
Kvik
hevði
eini
60.000 pund, og Grani
hevði umleið somu nøgd.
Sosialurin hevur skilt, at
eftir vanligu søluna á Fiska
marknaðinum mánamorg
unin, stóðu heili 100 tons
av hýsu eftir, sum ikki
vóru seld.
Vanligt er, tá ið fiskur
verður boðin út á marknað
inum, at seljarin ásetir ein
minstaprís. Men Fiska
marknaðurin kann eisini
sjálvur áseta ein minstaprís,
so kappingin um fiskin
byrjar á einum ávísum
krónutali fyri kilo.
Hví júst dagurin í gjár
var so vánaligur hjá teim
um, sum høvdu hýsu, er ilt
at siga, men millum keyp
arar, sum pakka og selja
heilan fisk av landinum,
skilst, at umstøðurnar til
flutning av landinum væl
kundu verið betri, enn tær
eru.
Tað hevur ikki eydnast
okkum í morgun at fáa
fulla greiði á, hvørji fiska
sløg serliga hava verið fyri
prísfalli í seinastuni, men
eitt annað fiskaslag, sum
er fallið nógv í prísi
seinastu dagarnar, er svart
kalvi.
Línuskipið Ågot legði
herfyri um frá línuveiði til
garnaveiði. Tá ið umlegg
ingin fór fram, lá prísurin
á svartkalva millum einar
18 og 24 krónur, men nú
skipið landaði á øðrum
túri, fingu teir bert einar
1415 krónur í miðal fyri
kilo.
Keldur innan fiskakeyp
og fiskasølu siga, at prís
irnir á upsa ikki eru av leið
í løtuni.
Prísirnir fullu nakað her
fyri, men eru síðan komnir
uppeftir aftur, og í dag
liggur miðal upsaprísur
um einar 5 krónur fyri kilo,
sum soleiðis er á góðari
leið fyri hetta fiskaslag.
Orsøkin til, at upsaprís
urin ikki er serliga nógv
ávirkaður av gongdini ann
ars, er, at rímiliga góður og
støðugur marknaður er fyri
frystu upsavørurnar.
Hinvegin er prísurin á
hýsu og eitt nú svartkalva
nógv ávirkaður av, hvussu
møguleikarnir eru at fáa
fiskin av landinum – og
soleiðis eisini av fiskaprís
unum uttanlands.
Hóast fall hevur verið í
prísinum á fleiri fiskasløg
um, hevur toskaprísurin
hildið sær væl – í hvussu
er á tí stóra fiskinum.
Í gjár seldi Fiskamarkn
aður Føroya tosk 1 fyri
25,30 fyri kilo, meðan
toskur 2 fór fyri umleið 25
krónur fyri kilo. 3’arin helt
sær eisini væl í prísi og fór
fyri einar 1820 krónur fyri
kilo. Í aðrar mátar er toskur
4 fallin nógv í prísi, skilst.
Ymiskt er, hvussu
fiskaprísirnir halda sær.
Summi fiskasløg eru meira
viðbrekin enn onnur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskaprísir
í fríum falli