týsdagur 8. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Oljuprísurin rakar meint
Bretska flogfelagið Easyjet, sum er eitt av teimum sokallaðu
lágprísfeløgunum, er meint rakt av tí høga oljuprísinum. Andy Harrison,
aðalstjóri, sigur við BBC, at tann 7. februar kostaði oljan 840 dollarar fyri
tonsið, og at hon nú kostar meiri enn 1.000 dollarar. Tað fer sambært
stjóranum at kosta Easyjet góðar 425 mió. krónur eyka seinna hálvár í ár.
Kortini væntar aðalstjórin ikki, at Easyjet fær nakrar trupulleikar av dýru
oljuni.
Easyjet væntar at styrkja sína støðu á marknaðinum,
nú oljan er so dýr (Mynd: DR)
Sea Star Contractors
byggir elementvirki
og bilverkstað inn
á Rætt á Toftum.
Felagið miðjar
eftir at gerast
heildarveitari av
elementum til
sethúsagrundir og
dekkelementum,
sigur stjórin í
felagnum, Jan
Danielsen
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið Sea Star Contractors
hevur sløk fimm ár á baki.
Tað vóru brøðurnir Jákup
Martin og Høgni Kjeld,
sum stovnaðu felagið á
sumri 2003.
Undan stovnanini, hevði
Jákup Martin eitt nú starvast
í byggi-og entreprenørvinn-
uni, og Høgni hevði serliga
fingist við at veita kavara-
og sveisitænastur.
Sea Star byrjaði, sum
navnið sigur, serliga sum
felagið, ið fekst við skip og
havnaløg, havnabyggingar
og dýpingar.
Brøðurnir byrjaðu meira
at kalla einsamallir í felag-
num, men sum frá leið vaks
felagið um sítt virksemi,
bæði í Føroyum og uttan-
lands.
Í dag hevur Sea Star Con-
tractors eini 50 fólk í starvi,
harav stjórin Jan Danielsen
og eitt annað fólk eru á
skrivstovu felagsins.
Jan byrjaði at arbeiða hjá
Sea Star Contractors, með-
an felagið hevði stórt virk-
semi í Grønlandi. Hetta var
á sumri í 2006, og 1. no-
vember sama ár varð hann
settur stjóri.
Teir, sum eiga felagið, eru
framvegis brøðurnir Jákup
Martin og Høgni Kjeld.
Størsta djúphavn
Í Grønlandi bygdi Sea Star
Contractors eitt nú størstu
djúphavn, sum er bygd í
landinum. Hetta er ein 330
metrar langur og 40 metrar
breiður pierur í Fiskifjørð-
inum, sum liggur millum
Nuuk og Maniitsoq. Felagið
hevur eisini verið við í fleiri
øðrum størri og smærri
byggiarbeiðum
í
Grøn-
landi.
Størsta virksemið sein-
astu tíðina hevur verið í
Hovi, har felagið hevur
gjørt betongarbeiði til bygg-
ingina av nýggja miðnáms-
skúlanum, eins og felagið
hevur bygt nøkur sethús og
hevur stoypt fleiri sethúsa-
grundir.
Umframt at Sea Star Con-
tractors serliga hevur sína
styrki innan betongarbeiði,
veitir felagið framvegis kav-
ara-og sveisitænastur undir
navninum Sea Star Diving.
Aðrar
uppgávur,
sum
felagið eisini átekur sær, er
reinsan og poleran av eitt
nú skipsskrokkum, skrúðum
og alinótum. Felagið hevur
útgerð til at kanna skips-
skrokkar og havnalegur við
video-og myndaupptøkum
og kann gera tjúkdarmát-
ingar av stáli í tangum, rør-
um, skipum og spunsbryggj-
um.
Fyri einum góðum ári síð-
an fór felagið eisini í holt
við at reka persónbilaverk-
stað í leigaðum hølum hjá
OCD í Saltangará, har fýra
mans eru til arbeiðis á verk-
staðnum, ið eisini hevur
dekksølu.
Spennandi tíð
Størsta og mest spennandi
verkætlanin, sum felagið í
hesum døgum er í holt við,
er byggingin av høllini á
nýggja ídnaðarøkinum hjá
Nes kommunu inni á Rætt.
Hetta er ein byggihøll,
sum hevur eina gólvvídd, ið
er tilsamans 800 fermetrar
– við hølum til fyrisiting á
200 fermetrum í ovaru
hæddini.
- Vit fara at brúka 600 fer-
metrar av gólvvíddini til
framleiðslu av betongele-
mentum og betongdekkum,
meðan
bilaverkstaðurin
kemur at húsast í teimum
seinastu 200 fermetrunum.
Jan Danielsen, stjóri, sig-
- Við nýggju blandistøðini fáa vit betong úr hágóðsku.
Viðskiftafólk fáa ta blanding, tey vilja hava, sigur Jan
Danielsen, stjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Felagið hevur havt nógv virksemi í Grønlandi við havnabyggingum og hevur eisini verið partur
av verkætlanum við eitt nú háhúsum og barnagarði
Sea Star Contractors
spennandi verkætlan