Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 8. apríl 2008 23 Á vip-samkomu áðrenn fyrilesturin seinnapartin í dag, heilsaði Al Gore millum annað uppá Boga Hansen. Hann fekk handaða bókina hjá føroyska granskaranum, og tá hann tosaði um broytingarnar í havumhvørvinum í fyrilestri sínum vísti hann til granskingina hjá Boga Hansen við orðunum: - As you have already heard from one of the world’s leading authorities … Mynd: Jens Kristian Vang Fyrrverandi amerikanski forsetin og Nobelvinnarin fekk eitt sindur av føroyskum lesnaði við sær avstað aftur. Frá landstýriskvinnuni í Lógarmálum, Helenu Dam á Neystabø, fekk hann ensku umsetingina av skaldsøguni, Barbaru, og í Norðurlandahúsinum náddi hann at fáa eitt eintak av Sosialinum við sær, áðrenn leiðin gekk vestur á flogvøllin Mynd: Finnur Justinussen Fyrrverandi amerikanski varaforsetin endaði fyrilestur sín við at sitera William Heinesen. Verðin er eitt sandkorn í alheiminum, men hyggja vit nærri er hetta ein heilur heimur. Okkara heimur. Al Gore kendi neyvan William Heinesen, áðrenn hann kom til Føroya, men Løgmaður hevði víst honum á sitati um Tórshavn sum eitt lítið sandkorn, og hetta helt Al Gore vera so rámandi at hann valdi at enda við mynd av jørðini sum einum sandkorni og siteraði føroyska rithøvundin Mynd: Jens Kristian Vang