týsdagur 8. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Jørgen Sten, blaðmaður á danska blaðnum, Information, spurdi Helenu Dam á Neystabø,
um tað ikki hevði verið skilabest at stegða allari leitan eftir olju. Tí um vit veruliga finna olju,
fer føroyska CO2 útláti at froysa upp eftir. Men føroysak landsstýriskvinnan við ábyrgd fyri
umhvørvinum helt ikki hetta vera eina møguliga leið.
- Men kanska finna vit ikki olju fyrr enn verðin ikki longur vil hava hana, segði hon skemtiliga
Mynd: Helgi Jacobsen
Bogi Hansen er ótrúligur, honum kunnu vit øll vera stolt av, helt Poul Mohr fyri, tá hann í einari
pausu fekk sær eitt prát við Kjartan Hoydal, leiðara fyri ráðstevnuna. Poul Mohr helt, at vinnan
var við at broyta hugburð til umhvørvisspurningin, og hendan ráðstevnan var eitt gott prógv fyri
tí.
Kjartan Hoydal fegnaðist um samnrenningina av vinnu og gransking, og fyrilesturin hjá Boga
Hansen og móttøkan av honum vísir, at til ber at samstarva og samskifta um hetta evni
Mynd: Helgi Jacobsen
Døgurðastegðurin var nýttur til góðan mat og gevandi prát. Tað er ikki á hvørjum degi at so
nógvir politikarar, so nógv vinnulívsfólk og so nógvir granskarar og serfrøðingar eru samlaðir
undir sama taki
Mynd: Ólavur Frederiksen