týsdagur 8. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 67 - 8. apríl 2008
Tað vóru ikki bert
føroyskir journalistar,
men eisini útlendskir,
sum kendu seg
vónbrotnar av Al
Gore. Einasti miðil,
sum fekk orðið á
Gore, var Rás2/
Sosialurin, og tað var
enntá bara ein heilt
stutt viðmerking
GORE-VITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eins og tá Bill Clinton
vitjaði í Føroyum, var eisini
stórur áhugi fyri Al Gore
vitjanini frá útlendskum
journalistum. Tveir teirra,
sum dekka Gore vitjanina
og klimaráðstevnuna, eru
fronsku Slim Allagui frá
Agence France-Presse og
Frederic Castel.
Fyrrnevndi hevur skriv-
stovu í Danmark og tosar
skiljandi danskt.
- Tað er fantastiskt, at
nakrar so smáar oyggjar úti
í Atlantshavi nú tvær ferðir
innan átta mánaðir hava
verið miðdepilin fyri altjóða
politikki. Fyrst høvdu tit
Clinton á vitjan, nú hava tit
Al Gore. Tað er fantastiskt,
at eitt land við bert 48.000
íbúgvum kann draga at sær
tvær slíkar heimshendingar,
segði Slim Allagui við
Rás2.
Hann var eisini í Føroy-
um, tá Bill Clinton var á
vitjan.
- Ja, eg helt, at Clinton
virkaði ógvuliga vælupp-
lagdur
og
avslappaður.
Avgjørt ógvuliga fólksligur
og fyrikomandi. Tað var
eisini serliga stuttligt, at
Føroyar í sínari tíð vórðu
búsettar av írskum munkum,
tí Bill Clinton sjálvur hevur
jú írskar røtur, segði Slim
Allagui.
Hin journalisturin, Fred-
eric Castel, er í Føroyum
fyri aðru ferð.
- Eg var eisini í Føroyum,
tá Bill Clinton var á vitjan,
og nú dekki eg klimaráð-
stevnuna og Al Gore-vitjan-
ina, segði Frederic Castel.
Tað er ikki bara Gore
vitjanin, sum hevur áhuga,
men klimabroytingarnar og
umhvørvið sum heild.
- Eg haldi, at ráðstevnan
um klimabroytingar hava
stóran áhuga, ikki bara í
Fraklandi, men í síni heild.
Arbeiðið, sum Al Gore ger,
hevur stóran týdning. Tað
er sjálvandi neyðugt, at
arbeitt verður á altjóða
støði, og Føroyar er jú eitt
land, sum líkist ongum øðr-
um, órørt av dálking, eins
og støðan var í Miðeuropa
fyri øldum síðani. So vitjan-
irnar hjá hesum báðum
hava avgjørt týdning og
senda eini symbolsk boð, tá
Al Gore á Europavitjan síni
velur Føroyar sum fyrsta
vitjunnarlandið,
segði
Frederic Castel.
Lítið fyrikomandi
Teir báðir royndu at fáa orð-
ið á Al Gore, men hann var
ikki sinnaður at gera nakað
prát við nakran yvirhøvur.
- Tað undraði meg stór-
liga, serliga tá hugsað verð-
ur um, hvussu fryntligur og
fyrikomandi Clinton var.
Vit tosa jú ikki um hundrað-
tals journalistar eins og í
New York, Washington ella
París. So vit væntaðu okk-
um eina øðrvísi reaktión frá
honum. Sum onkur tók til:
Tað er væl skiljandi, at
hann hevur tapt okkurt val-
ið, tí hann hevur ikki bein-
leiðis
karisma,
segði
Frederic Castel.
Og Slim Allagui var púra
samdur.
- Ja, hann var beinleiðis
arrogantur. Tað var ógvuliga
skuffandi.Vit
vóru
bara
nakrir heilt fáir journalistar
umframt nøkur børn uttan
fyri Hotel Føroyar. Hann
kundi í minsta lagi havt tik-
ið í hondina á hesum børn-
unum, tey høvdu sjálvi tekn-
að amerikansk fløgg. Eg eri
vísur í, at tað hevði Clinton
gjørt, segði Alim Allagui.
Castel helt seg kanska
hava ein forkláring um, hví
Al Gore var so lítið fyri-
komandi.
- Eg starvaðist í USA tá
Al Gore var varaforseti, og
har eru trygdarkrøvini ógvu-
liga strong. Tað slepst
hvørki framat forseta ella
varaforseta. Eg veit ikki,
um tað er tann traditiónin,
Gore heldur fast um, men
viðurskiftini eru altso ikki
tey somu her í Føroyum.
Tað er í hvussu er stórur
mótsetningur millum alt tað
góða, vit hoyra hann ger, og
so hvussu lítið fyrikomandi
hann er, segði Frederic
Castel við Rás2.
Vónbrotnir av Al Gore
Slim Allagui (vm) og Frederic Castel vóru báðir í Føroyum, tá Bill Clinton var á vitjan, og teir eru komnir aftur, nú Al Gore vitjaði
Mynd: Jan Müller
Hillary nær endanum
Hillary Clinton tykist nærri og nærri endanum av sínum
royndum at gerast demokratiskt forsetavalevni. Barack
Obama hálar nú av álvara inn á Clinton í meiningsmáling-
unum í Pennsylvania, sum annars varð roknað sum trygt
Clinton-land. Bert tvær vikur undan stóra møguleikanum
at vinna inn á Obama. Nýggjastu meiningsmálingarnar
siga, at Clinton og Obama standa á jøvnum. Bert fyri
tveimum vikum síðani var Clinton 15% framman fyri
Obama. So alt bendir á, at fyrrverandi fyrstadaman eisini
má finna seg í at gerast fyrrverandi forsetavalevni, skrivar
Politiken.
McCain velur Rice
Eitt nýtt politiskt par er um at verða sett saman í USA.
Uttanríkisráðharrin, Condoleeza Rice er annar parturin,
meðan John McCain er hin. Rice sigur tó, at hon ikki er
áhugað at gerast varaforsetavalevni. Søgurnar eru farnar
at ganga, tí John McCain, sum er republikanskt
forsetavalevni í november, er farin at leita eftir einum
varaforseta, og í tí sambandi er navnið hjá Rice komið
fram. Politiskir viðmerkjarar vilja vera við, at Rice roynir
at gerast varaforseti, men umboð fyri litta
uttanríkismálaráðharran avsanna søgurnar