týsdagur 8. apríl 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
33
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Heimasíðan hjá FSF
hevur ligið lamin um
vikuskiftið, og FSF
heitir á fólk, sum hava
verið inni á síðuni
seinastu dagarnar, at
kanna telduna hjá sær
fyri virus
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Alt bendir á, at tað var eitt
óndsinnað álop frá teldu-
sníkjum, sum var orsøk til,
at heimasíða Fótbóltssam-
bandsins ikki var virkin um
vikuskiftið og tað mesta av
mánadegnum. Fótbóltssam-
bandið skilir, at okkara
heimasíða ikki var tann
einasta, ið varð álopin í
vikuskiftinum, men at fleiri
túsund heimasíður vórðu
raktar.
Soleiðis skrivar FSF á
heimasíðu sínari, sum nú
virkar aftur.
- Við hjálp frá Formula.fo
er
tað
nú
eydnast
at
endurskapa heimasíðu okk-
ara, tó at okkurt tilfar er
burturblivið. Brúkarar okk-
ara eru vælkomnir at skriva
til okkara, ingi@football.fo
, um tey koma fram á
upplýsingar, ið mangla, so
vit kunnu royna at finna
tilfarið fram aftur.
- Við tað, at heimasíðan
helst eisini hevur verið
fongd við telduvirus, sum
úrslit av teldusníkjaálopi-
num, fara vit at ráða øllum
teimum, ið hava verið inni á
www.football.fo frá fríggja-
degnum
4.
apríl
til
fyrrapartin mánadagin 7.
apríl, at skanna telduna fyri
virus við onkrum av teimum
forritum, ið eru til taks til
hetta endamál, sigur FSF á
heimasíðu sínari.
Talan verður um
grannauppgerð
í Gundadali, tá
hálvfinalurnar í
kappingini um
Løgmanssteypið
verða á skránni annan
mikudag. B71 og EB/
Streymur spæla hina
hálvfinaluna
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lutakast um hálvfinalurnar
var í 3-2 sendingini í sjón-
varpinum í gjárkvøldið.
B71
og
EB/Streymur
hittast í aðrari hálvfinaluni,
og verður talan soleiðis um
tveir dystir á rað hjá hesum
báðum feløgum. Dysturin á
Sandi millum somu feløg
var nevnliga ein av teimum,
sum varð útsettur seinasta
vikuskiftið.
Hin hálvfinalan verður
millum B36 og HB, sum
soleiðis skulu spæla tvær
grannauppgerðir
í
Gundadali.
Fyrru
hálvfinalurnar
skuldu upprunaliga spælast
20. apríl, men flytingar í
Formula-deildini
hava
broytt hetta. Nú eru fyrru
hálvfinalurnar fluttar fram
til 16. apríl. Seinnu hálv-
finalurnar standa framvegis
á skránni til 12. mai.
Eisini varð lutur kastaður
um,
hvør
parturin
er
skrásettur sum heimali, tá
finalan verður. Tað gjørdist
vinnarin
av
dystinum
millum B71 og EB/Streym.
Dystirnir
avgreiddir
um tvær
vikur
Kappingarnevndin
hevur gjørt av, at
útsettu dystirnir í
Formula-deildini
skulu spælast 19.
og 20. apríl
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað
vikuskiftið
var
annars ætlanin, at hálv-
finalurnar í kappingini
um
Løgmanssteypið
skuldu spælast.
Sveinur Tróndarson,
formaður í Kappingar-
nevndini hjá FSF, segði
í
3-2
sendingini
í
Sjónvarpinum í gjár-
kvøldið, at teir hava
gjørt av, at hálvfinalur-
nar
ístaðin
verða
spældar mikudagin 16.
apríl.
Útsetta umfarið í 1.
deild noyðist at bíða
nakað longur. Har er
gjørt av, at dystirnir
verða spældir tann 10.
mai.
Enn er ikki gjørt av,
nær kvinnudystirnir, ið
vórðu
útsettir
um
vikuskiftið,
skulu
spælast.
---
Viborg
spældi
javnt
Súni Olsen var ikki við
í hópinum, tá Viborg í
gjár vitjaði hjá AGF í
røttum botngysara í
donsku superliguni.
Súni hevur drigist
við ein minni skaða, og
tí fekk hann ikki spælt í
gjár.
Dysturin endaði við
málleysum
javnleiki,
og er Viborg sostatt
framvegis
seks
stig
aftan fyri AGF, sum
liggur beint oman fyri
niðurflytingarstrikuna.
-mørk
Heimasíðan
hjá FSF varð
um vikuskiftið
álopin av
teldusníkum
Fótbóltssambandið álopið
av teldusníkum
Havnin dystast um finalupláss
B36 og HB skulu dystast í hálvfinaluni í
kappingini um Løgmanssteypið. Vinnarin
av hálvfinaluni fær útivøll í Havn, tá finalan
verður á skránni