týsdagur 8. apríl 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 67 - 8. apríl 2008 ]
Leiðin hjá Olympiska
eldinum
Olympiski eldurin skal gjøgnum nógv lond, áðrenn
hann er frammi í Kina. Byrjað varð í Athen tann 24.
mars, og síðani skal eldurin ferðast kring knøttin.
Helst uttan at sløkna…
Kinverjar í øðini
Kinversk umboð fyri olympisku leikirnar
fordøma royndunum at steðga olympiska
kyndlinum at vinna vegin fram til Beijing. –
Eitt fátal av fólki við tibetanskum sjálvstýri á
dagsskránni royndu at forkoma kyndlinum. Vit
fordøma harðliga hetta átakið, segði ein
kinverskur umboðsmaður eftir hendingarnar í
London og París seinastu tveir dagarnar.
Altjóða IOC-forsetin, Jacques Rogge, sigur, at
hann ber ótta fyri altjóða støðuni og tí, sum
hendir í Tibet.
OL
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Olympisku leikirnir vóru á
fyrsta sinni hildnir í grikska
høvuðstaðnum, Athen, í
1896. Í Athen, og við teir
næstu leikirnar í París í
1900 og Saint Louis USA í
1904 varð allur politikkur
hildin burtur frá leikunum.
Men tá leikirnir skuldu hald-
ast í London í 1908, leyp
tann fyrsta olympiska skrið-
an. Írsku ítróttarfólkini mót-
mæltu, at Bretland ikki
vildi geva Írlandi sjálvstýri,
og
tey
boykottaðu
øll
Olympisku
Leikirnar
í
1908. Eitt annað minni mót-
mæli hendi eisini við setan-
ina, tá flaggberarnir hjá øll-
um londunum skuldu heilsa
Edward 7. kongi Bretlands.
Liðið hjá USA sýtti fyri at
heilsa Bretlands kongi við
at níga við flagginum.
»Stars and Stripes skal ikki
níga fyri nøkrum jørðiskum
kongi!« vóru avgjørdu boð-
ini hjá amerikanska liðleið-
aranum.
Amerikumenn
hava hildið fast við hendan
stolta siðin, og verður uttan
iva ein endurtøka, tá olymp-
isku leikirnir aftur verða í
London í 2012. Politikkur,
mótmæli og boykott hava
javnan stungið hógvarnar
undan hesi farnu 100 árini.
Sum olympiski søgufrøð-
ingurin, Tony Bijerk sigur
so væl:
- Olympisku leikirnir eru
eitt lætt mál fyri boykott-
um.
Onnur speireka við, at
boykott burdi næstan verið
skrásett, sum ein olympisk
ítróttargrein.
Fasisman og OL
Olympisku leikirnir í Stokk-
hólmi í 1912, Antwerpen í
1920, Paris í 1924 og Amst-
erdam í 1928 blivu ikki so
illa fongdir av politikki,
men í 1932 stakk fasisman
hógvarnar undan. Í 1932
vóru olympisku leikirnir
hildnir í Los Angeles í USA
í 1932, og tað gav ein hvøkk
tá ein av teimum italsku
ítróttarfólkunum
heilsaði
fjøldini við tí fasistisku
heilsanini hjá Benito Mus-
solini
á
sigurspallinum.
Hetta gjørdist bert eitt var-
skó, um hvat fór at henda í
1936. Tá var Týskland vert-
ur, og leikirnir skuldu hald-
ast í høvuðsstaðnum, Berl-
in. Týskland fekk vertsskap-
ið tillutað áðrenn Adolf
Hitler kom til valdið. Leik-
irnir í 1936 vóru gjøgnum-
súrgaðir av politikki, og
nasistarnir druknaðu OL í
1936 við sínari propagandu.
Røddir vóru frammi, sum
heittu á fólk um at boykotta
leikirnar, og summi jødisk
ítróttarfólk valdu at boy-
kotta leikirnar í Berlin.
Olympiski forsetin í USA,
Avery
Brundage
skar
ígjøgnum, og syrgdi fyri, at
USA ikki boykottaði leikir-
nar í Berlin í 1936. Lagn-
unnar
speisemi
gjørdist
kortini, at mest kenda ítrótt-
arfólkið við leikirnar í 1936
gjørdist hin litti Jesse Ow-
ens, sum rann seg til 4 gull-
merki. Hitler var í øðini, og
rýmdi
av
leikvøllinum,
áðrenn Jesse Owens skuldi
hava gullmerki um hálsin.
Kalda Kríggið
Kalda kríggið legði sína
køldu hond yvir leikirnar
longu í 1952. Sovjetsam-
veldið tók lut, men teir
sýttu sínum ítróttarfólkum
at liggja nátt í Helsinki í
Finnlandi, har summarleik-
irnir vóru hetta árið. Tey
lendu um morgunin, tóku
lut í sínari ítróttargrein, og
so fóru tey yvir um aftur
markið, so tey kundu liggja
nátt ”røttu” megin markið.
So tíðliga sum í 1908 vóru
mótmæli ímóti Olympisku
Leikunum í London
Olympisk mótmæli gjøg
Boðini eru greið. Tibet skal
verða frælst, áðrenn nakrar
olympiskir leikir verða hildnir
Mynd: polfoto/PA