týsdagur 8. apríl 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 67 - 8. apríl 2008 ]
Láturligt, men satt! Josef
Stalin livdi enn tá. Í 1956
vóru leikirnir hildnir í Mel
bourne, Australia. Tá var
tað Suezkreppan og upp
reisturin í Ungarn, ið kast
aðu sínar skuggar yvir leik
irnar. Egyptaland, Irak og
Libanon noktaðu at luttaka
orsaka av Suezkreppuni,
og Holland, Spania og Sveis
noktaðu at taka lut, tí Sov
jetsamveldið hevði knúst
fólkauppreisturin í Ungarn
við hernaðarligum valdi.
Olympisku leikirnir í Tokio,
Japan vórðu boykottaðir av
Indonesia og NorðurKorea,
og tá bleiv SuðurAfrika
stongt úti frá leikunum,
orsakað av Apartheidpoli
tikki teirra. Olympiski leik
irnir í Mexico City í 1968
vóru hart raktir av mótmæl
um. 10 dagar áðrenn leikir
nir byrjaðu, gingu eitt tús
undatal av studentum mót
mælisgongu í Mexico City.
Mexikanski herurin steðg
aði mótmælisgonguni við
valdi, og drupu teir 200 stu
dentar. Tveir av ameri
konsku rennarunum, teir
littu Tommy Smith og John
Carlos lótu seg í ein svartan
handska, og heilsaðu fjøld
ini við ”Black Power”heils
uni á sigurspallinum. Teir
blivu sendir heim við teirri
grundgeving, at politiskar
manifesteringar ikki eru
loyvdar á einum olympisk
um leikvølli, men mótmæli
teirra (sí myndin) hevði
stóra ávirkan á heimssam
felagið.
Vanlukkan í 1972
Størsta vanlukkan hendi í
1972, tá leikirnir vóru í
Munchen í VesturTýsk
landi. Palestinski yvirgangs
bólkurin ”Svarti September”
tók 11 ísraelsk ítróttarfólk,
sum gíslar, og tey vóru øll
myrd. Leikirnir steðgaðu
upp, men so bleiv avgerð
tikin, um at leikirnir skuldu
halda fram. Tá leikirnir
vóru í Montreal í Kanada í
1976 boykottaðu 26 afri
konsk lond leikirnar, tí Ný
Sæland slapp at taka lut.
Afrikanar meintu, at Ný
Sæland átti at verið bannað
frá at taka lut, tí teir høvdu
leikt ein rugbylandsdyst
ímóti SuðurAfrika. Tá leik
irnir vóru í Moskva í 1980,
vóru tað heili 62 lond við
USA á odda, sum boykott
aðu leikirnar orsaka av sov
jetisku innrásini í Afghan
istan. Tá leikirnir vóru í
Los Angeles í 1984 hevndu
kommunistisku londini seg,
og øll uttan Rumenia boy
kottaðu leikirnar. Í 1988
vóru leikirnir í Seoul í Suð
urKorea.
NorðurKorea
vóru firtnir um, at teir ikki
vóru medvertir, og teir bóðu
onnur lond boykotta leikir
nar. Men tað gjørdist bara
Kuba og Ethiopia, sum
stuðlaðu
NorðurKorea.
Leikirnir í Barcelona vóru
sera væleydnaðir, og øll
lond tóku lut tá. Katalanska
flaggið var at síggja alla
staðni í Barcelona, og Juan
Carlos kongur heilsaði fjøld
ini á katalanskum máli. Ein
bumba brast við leikirnar í
Atlanta, USA í 1996, men
annars tóku øll lond lut.
Olympisku
leikirnir
í
Sidney, Avstralia verða mett
ir at verða teir bestu nakran
tíð.
Leikirnir
í Athen,
Grikkalandi í 2004 gingu
eisini væl. Men hesar síðstu
vikurnar hava boðað frá, at
stórur vandi er fyri, at
olympisku leikirnir í Bei
jing ikki verða millum teir
bestu og væleydnaðu. Tibe
tanarar og stuðlar teirra
hava sanniliga fingið stað
fest sína støðu síðstu vikur
nar, og fara at gera tað enn
meiri, sum leikirnir í Bei
jing nærkast.
Danmark umhugsar boykott
Formaðurin fyri Team Danmark, Carl Holst, umhugsar nú, um hann skal
halda seg burtur frá setanini til OL komandi ár. Eitt stig, sum
mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, eisini umhugsar. – Eg eri samdur
við mentamálaráðharranum. Eg havi fylgt við gongdini, og her og nú
veit eg ikki heilt, hvørja støðu eg skal taka. Men eg fylgi væl við, tí tað
eru viðurskifti, sum tala bæði fyri og ímóti, sigur Carl Holst við Ekstra
Bladet. Hann heldur tó framvegis, at donsk ítróttafólk eiga at taka lut í
leikunum.
Sløktu kyndilin
Hundraðtals fólk vóru møtt á gøtunum í
París, tá olympiski kyndilin í gjár skuldi
gjøgnum franska høvuðsstaðin. Við
tibetanskum fløggum og herrópum vildu
tey steðga olympiska loganum, og tvær
ferðir noyddist løgreglan at sløkkja
kyndilin og goyma hann í einum bussi.
Franska løgreglan hevði annars 3.000
mans á staðnum, men tað var eftir øllum
at døma ikki nóg mikið.
Heimskenda myndin frá OL í Mexico í 1968.
Tommie Smith og John Carlos rætta svarta
nevan upp, eftir at Smith hevur fingið handað
gull fyri sigurin í 200 metra renning
Mynd: Polfoto/DPA
gnum 100 ár