Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 67 - 8. apríl 2008 ] Áttanda umfar í lið­ kappingini í talvi varð leikt sunnudagin, eftir at steðgur hevur verið í liðkappingini í góðar tríggjar mánaðir Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Hóast ein sigur á 3-1 van- liga er ein góður sigur, so kann sigast, at Vestmanna snávaði, tá teir vunnu 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíking- um. Rødgaard vann Rana Nolsøe í einum buldraligum talvi, har menn vóru ym- iskir á máli, um hvør stór betri. Rani fór í svart við svarta fólkinum í svárari tíðarneyð og gav John tríggj- ar finnur og harvið stigið. Carl E. N. Samuelsen vann greitt móti Terja Petersen á øðrum borði, og á triðja borði vóru Martin Brekká og Wille Olsen í sunnudags- hýri við einum skjótum javnleiki. Samson Højgaard sá út til at fara at basa Rógva Dragaberg, men bergið varð ikki til at høgga í, og dró ein javnleik heim í hús. Klaksvíkingar trumfaðu Sandavágur, ið hevur havt eitt gott kappingarár, vitjaði fyrsta liðið hjá Klaksvík. Tað sum teir ikki vistu var, at Heini Olsen var við aftur, og hesin skelkur man hava sett síni spor, tí Heini vann við svarta fólkinum á Olafi Berg við einans 14 leikum. Steintór datt sostatt niður á annað borð, har hann møtti Torkili Nielsen. Talvið teirra millum var sera javnt og endaði eisini við javn- leiki. Á triðja borði møttust Ólavur Simonsen og ungi Rógvi E. Nielsen. Rógvi legði út sum eitt óløgið, men var ov grammur við at ofra ein mann, sum eisini kostaði honum stigið. Finn- bjørn Vang møtti Jón Greg- ersen á fjórða borði. Jón hevði einki talv tapt í ár, men Finnbjørn vildi annað, og telvaði eitt frálíkt og trygt talv, har hann tók tað heila stigið. Sostatt endaði dysturin 3,5 – 0,5 til Klaks- vík. Havnini nærkast triðja plássi Havnin vann 4-0 á øðrum liði hjá Vestmanna, og ligg- ur nú bert eitt stig aftanfyri Sandavág. Martin Poulsen telvaði eitt gott talv móti John Jacobsen, har hann megnaði at vinna við ymiskt littum bispum. Føroyameist- arin, Helgi D. Ziska, fekk skjótt yvirtakið móti Kára Durhuus, har Kári valdi at geva býtismun undir trýsti. Hetta var tó ikki nokk, og Helgi streyk avstað við stiginum. Á triðja borði sá út til at Martin Jóanesarson kom væl frá byrjan, men ein feilur gav Herluf Hansen tvær finnur, og Herluf koyrdi talvið trygt heim. Hjalti T. Jógvansson lump- aði Rógva Hansen á fjórða borði og vann ein mann. Rógvi valdi at gevast eftir bert 15 leikir, tá støðan eis- ini var vónleys. Spenningurin øktur Eftir at Klaksvík vann eitt hálvt stig inn á Vestmanna, er munurin nú minkaður niður í 2,5 stig. Hetta er sjálvandi enn nógv og merk- ir, at Klaksvík skal vinna 3,5 móti Vestmanna fyri at taka teir, um støðan heldur sær eftir komandi umfar. Tá møtast hesi liðini: Havnin – Klaksvík Vestmanna 2 – Klaksvík 2 Vestmanna 1 – Sandavágur Havnin fimm stig fremst í 2. deild Havnin skal bert hava trý stig tvey tey seinastu umfør- ini fyri at tryggja sær pláss í bestu deildini. Komandi vikuskifti møta teir argastu kappingarneytanum, ið er Kollafjørður. Tað vil tí siga, at ein sigur á 2,5 er nokk til at leggja Havnina fýra stig frammum Kollafjørð, og harvið er uppflytingin so at siga tryggjað. Støðan 1. deild Vestmanna 1 26,5 Klaksvík 1 24,0 Sandavágur 16,5 Havnin 15,5 Klaksvík 2 9,0 Vestmanna 2 4,5 2. deild Havnin 3 22,0 Kollafjørður 17,0 Toftir 16,5 Klaksvík 3 15,5 Havnin 2 13,5 Sandavágur 2 11,5 3. deild (Cup-skipan) Bólkur 1 Vestmanna 3 4,0 Rókur 4,0 Bólkur 2 Gøta 7,0 Skopun 1,0 Bólkur 3 Sandavágur 6,0 Vestmanna 4 2,0 Bólkur 4 Havnin 4 4,5 Klaksvík 4 3,5 Unglingar Klaksvík 16,0 Vestmanna 15,0 Rókur 13,5 Havnin 11,0 Sandavágur 8,5 10 mál til Heina Sunnudagin spældu Helsingør á útivølli ímóti Ribe í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Tað gekk ikki so væl í hond hjá Helsingør. Teir taptu greitt 37-31. Persónliga gekk kortini væl hjá Heina Hanusarson, sum skeyt 10 mál í dystinum. Helsingør hevur tryggjað ikki at flyta beinleiðis niður, men teir togast við Odder og GV Ejby-Middelfart um at sleppa undan at leika kvalifikasjónsdystir um upp og niðurflyting. Odder og Helsingør hava 19 stig, meðan GV Ejby-Middelfart hava 18 stig. Endar Helsingør ikki ovast av hesum trimum liðunum, so mugu teir spæla kvalifikasjónsdystir ímóti einum liði úr 2. deild, um rættin til at spæla í 1. deild næsta ár. Venjarin nøgdur við Rógva Sunnudagin vann Hødd 2-0 ímóti Sarpsborg í fyrsta dystinum í Adeccio- liguni - sum næstbesta norska fótbóltsdeildin eitur - á Høddvoll- leikvøllinum í Ulsteinsvik. Rógvi sendi Hødd á sigurskós, tá hann stútaði til 1-0 í 77. minutti. - Hetta gjørdist ein dystur, júst sum eg væntaði, við nógvum hørðum nærdystum. Enn kunnu vit bøta nógv um spælið. Nakað av tí, sum eg eri mest nøgdur við í dag er, at vit klára at bíta frá okkum, at vit stríðast, og at vit eru kontantir frammanfyri málið hjá okkum. Og so megna vit eisini tað týdningarmesta, nevnliga at skora, og at fáa 3 stig til høldar, sigur Sture Fladmark við lokala blaðið, Sunmørsposten. Spurdur um hann er nøgdur við nýggju leikarnar? Svarar Fladmark: - Tá um Rógva ræður, sigur tað seg sjálvt: Hann er ein klassaspælari. Klaksvíkingar hanga í Martin Brekká, ið telvar við Vestmanna, hevur bestu skorðu í 1. deild við 7 av 8 møguligum. Hetta gevur 87,5% skorðu.