Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 67 - 8. apríl 2008 ] Vit skora á Anfield Arsenal má skora í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Liverpool á Anfield Road í kvøld, um teir skulu vinna seg í Champions League-hálvfinaluna. Danski Arsenal-leikarin Nicklas Bendtner hevur góðar vónir: - Tað hendir ikki ofta, at vit í Arsenal spæla 0- 0. Liverpool hevur sjálvandi lagt ein taktikk, og vit hava lagt okkara. Men vit megna altíð at skora, og vit koma til okkara málmøguleikar. Ì fyrru fjórðingsfinaluni var Bendtner so óheppin, at hann bjargaði einum skoti hjá liðfelagnum, Cesc Fabregas á málstrikuni hjá Liverpool. Bendtner gjørdi tó skaðan góðan aftur, tá hann skoraði ímóti Liverpool í Premier League-dystinum, sum var leiktur leygardagin. Ferdinand er ivasamur Rio Ferdinand mátti fara av vøllinum tá Manchester United vitjaðu á Riverside Leikvøllinum í Middlesbrough sunnudagin. Nemanja Vidic er eisini á skaðalistanum, og hann verður ikki tøkur aftur fyrr enn um mánaðarskiftið. Mangla bæði Ferdinand og Vidic kemur verjan hjá Manchester United-verjan undir eitt ræðuligt trýst. - Vónandi er skaðin hjá Rio ikki so álvarsamur. Hann tók seg til beinið, og um hann hevði verið verandi á vøllinum høvdu vit ikki fingið tað maksimala burtur úr honum. Eg vóni, at vit kunnu hava hann kláran til heimadystin ímóti Roma, segði United-venjarnin, Alex Ferguson í gjár. Mikukvøldið spælir Manchester United seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini ímóti Roma. United vann útidystin 2-0. Av teimum 14 steypunum, sum vórðu latin á gallakvøldinum hjá flogbóltinum um vikuskiftið, átti SÍ tey níggju Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Karin Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum áttu størstu klappini, tá tey fóru upp á pallin eftir steypunum sum ársins spælarar í føroysku flogbóltskappingini í júst lidna kappingarári. Ikki óvæntað varð tað SÍ, sum streyk avstað við tí mesta, tá gallakvøldið varð hildið í HB-húsinum leygarkvøldið. SÍ vann landskappingina hjá bæði kvinnum og monnum, og hartil vunnu menninir hjá SÍ eisini steypakappingina í ár. Og tá avtornaði, vóru tað bert fimm spælarar, ið megnaðu at sníkja seg und- an dominansinum frá SÍ. SÍ tók tað mesta Ársins áleypari Kvinnur Karin Mikkelsen, SÍ Menn Jón Nielsen, SÍ Ársins blokkur Kvinnur Sóleyg Poulsen, KÍF Menn Suni Juul Petersen, Fleyr Ársins hevari Kvinnur Annika á Stongum, SÍ Menn Ólavur Jensen, SÍ Ársins stjørnuskot Kvinnur Suffía Purkhús, Mjølnir Menn Jan Ellingsgaard, ÍF Ársins verjuleikari Kvinnur Margit Joensen, Mjølnir Menn Jóhan Petur á Stongum, SÍ Ársins venjari Kvinnur Jóhan Petur á Stongum, SÍ Menn Ragnar í Haraldsstovu, SÍ Ársins leikari Kvinnur Karin Mikkelsen, SÍ Menn Jóhan Petur á Stongum, SÍ TEY BESTU Ársins spælarar komu bæði úr SÍ. Karin Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum. Eisini vann Karin heitið sum ársins álopsspælari, meðan Jóhan Petur gjørdist ársins verjuspælari hjá monnum og ársins venjari hjá kvinnum Suffía Purkhús úr Mjølnir gjørdist ársins Hjá monnum varð Jan Ellingsgaard kosin sum ársins stjørnuskot Margin Joensen úr Mjølnir hevur í fleiri ár verið føst á libero-plássinum á landsliðnum. Og aftur í ár varð hon kosin ársins verjuspælari Meistaraliðini áttu eisini bestu hevararnar. Tey vóru Annika á Stongum og Ólavur Jensen