Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. apríl 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 67 - 8. apríl 2008 tíðindi Ólavur Hátún Aðalørindi Sunleifs vóru tó at vera hjástaddur í sambandi við framførslu í Helsinki, har eisini verk eftir hann var á skránni. Í mínum hugaheimi mundi talan vera um onkra minni framførsluløtu við nútíðartónleiki fyri seráhugað, og sjálvandi vildu vit vitjandi føringar nýta høvi til eisini at verða við. Men tá tað rann upp fyri okkum, at talan var um konsert hjá 100-manna Helsingfors Stadsorkester, sum í ár sum elsta professionella norðurlendska symfonirokestrið hevur 125 ár á baki, og í sjálvum Finlandia-húsinum, mætastu konserthøll finnlendinga, har føriska programmumboðið var onki minni enn symfoniin “Oceanic Days”, ið veitti Sunleifi tónlistarprís Norðurlandaráðsins, tillutaður júst í Helsinki í 2002, gjørdust vit ovfarin. Hátíðarløta var tað okkum at stíga upp trappurnar og inn í stásisligu forhøllina, ið suðaði av frødligari áhoyrarafjøld. Væl sessaði í tí ljóslitta og ljómlætta rúminum var at kaga í skránna. Sum væntað norðurlendskur tónleikur. Lagt varð fyri við orkesturfantasiini Aurora boréale, t.e. norðan morgunroði, eftir finska tónaskaldið Uuno Klami – tónleikur, ið sá dagsins ljós stutt eftir kríggið. Vakur tónleikur, ið tá eftir døpur ár eyðsýniliga vildi vekja vónir um eina ljósari framtíð. Seinna verkið fyri steðgin var konsert fyri orkestur og soloklarinett eftir fremsta danska tónaskaldið Carl Nielsen, har týski solisturin Sabine Meyer, ið hevur vunnið tal av sømdarprísum, lat okkum uppliva klarinettspæl í heimsklassa. Jú, sanniliga var okkara Sunleif komin í valafylgi, og tað var tí ikki bara hann, sum við bankandi hjarta sessaðist aftur eftir steðgin, har Føroyar áttu skránna. Sjálvur hevði eg ikki hoyrt verkið áður, og vanliga er tað so við nýtíðartónleiki, at hann ikki beinanvegin loypur á og lyftir úr sæti. Men hesa løtuna sat eg frá spakføru byrjan til seinasta endabrest rúnarbundin av tí ljómfagra og dynamiskt skiftandi tónastreymi í hesum megnar avriki hjá okkara landsmanni. Ikki eri eg førur fyri – allar- minst eftir at hava hoyrt tað bara hesa einu ferð – at lýsa verkið og tess bygnað; men hugtakandi var tað at hoyra, hvussu hegnisliga Sunleif Rasmussen evnar at fara um teir ymsu klassisku ljóðføris- bólkarnar og at samansjóða teir við nútíðar tónatól. Tónar kunnu ikki av sær sjálvum greiða frá nøkrum; men hevur tú frammanundan eina hóming av, hvat tónsmiðurin Hæddarløta í føriskari tón Grækarismessudag, júst sum tjøldur lendu aftur á heimlandsjørð, vóru vit fýra i tali, sum lættu við Atlantsflogi á kanningarferð eystur móti Finnlandi. Tað bar so væl á, at okkara navnframi tónlistarmaður Sunleif Rasmussen júst um somu tíð var staddur í Helsinki og kundi hópast við okkum í felags áhugamáli Leif Segerstam stjórnaði orkestrinum Sunleif Rasmussen, tónaskald