mikudagur 9. apríl 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Àkærdi í stóra rús
evnamálinum royndi
ferð eftir ferð at
lúgva seg burturúr
knípuni og hann var
ikki serliga sinnaður
at samstarva, tá ið
løgreglan avhoyrdi
hann
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Maðurin, sum alla hesa vik
una er ákærdur fyri at hava
havt stórar nøgdir av rús
evnum í varðveitslu og sum
skal hava hjálpt til at
smuggla
tey
víðari
til
Íslands, hevur ikki verið ser
liga sinnaður at samstarva
við løgregluna.
Tað greiddi ein løgreglu
maður frá í gjár, tá ið hann
var í rættinum í dag og gav
frágreiðing.
Hann segði at ákærdi
royndi fleiri ferðir at snúgva
sær undan og viðgekk ikki
sannleikan, fyrrenn hann
varð trýstur til tað.
Hinvegin hevur ákærdi
ikki skyldu at siga nakað
sum helst um málið so tað
er hansara fulli rættur at
tiga ella at siga, hvat hann
vil, tí tað er løgreglan, sum
skal prógva, at hann er
sekur.
Men
løgreglumaðurin
segði, at hann hevði givið
honum tey ráð at siga sann
leikan. Hansara hansara
royndir frá fleiri slíkum
málum vóru, at fóru tey,
sum vórðu skuldsett í slík
um málum fyrst undir at
pynta upp á søgurnar fyri at
sleppa sær sjálvum undan
ella fyri at kasta skyldina á
onkran annan, kom tað bara
at skaða teir sjálvar, tí so er
tað torført at vita, hvat er
satt og hvat er rangt.
Ikki kortini á borðið
Ì hesum føri segði løgreglu
maðurin, at hann merkti
beinanvegin, at tann ákærdi
varvar ikki sinnaður at
leggja kortini á borðið.
Hann segði eisini, at løg
reglan brúkti tann taktikk at
teir lótu ikki tann ákærda
vitað, hvussu nógv løg
reglan í veruleikanum visti
um málið.
Og í hesum føri kom
fleiri ferðir fyri, at tann
ákærdi royndi at lúgva seg
burtur úr málinum.
Og tað var ikki fyrrenn
løgreglan sjálv legði røttu
sannleikarnar fyri hann, at
hann viðgekk rætta saman
hangin.
Fyrst tvíhelt hann um, at
tað var ikki hann sjálvur,
men ein av íslendingunum,
sum hevði lagt ein ryggsekk
við rúsevnum í bilin hjá
honum.
Ikki fyrrenn løgreglumað
urin segði, at hann hevði
sæð við sínum egnu eygum,
at tað var ákærdi sjálvur,
sum hevði lagt ryggsekkin í
bilin, viðgekk hann.
Hetta kundi løgreglumað
urin staðfesta, tí løgreglan
høvdu
havt
støð
á
Havnarskrivstovuni í Vest
manna, har teir í loyndum
høvdu eygleitt tað, sum fór
fram rundanum stuttleika
bátin hjá smugglarunum og
polititisturin, sum vitnaði,
hevði sjálvur sæð ákærda
tveita ryggsekkin við rús
evnunum í bilin.
Og so hvørt, sum málið
gekk, vóru fleiri og fleiri
avgerðandi lyklapunkt, har
tann ákærdi broytti sína frá
greiðing, tí hann varð
kroystur í takt við, at løg
reglan legði sannleikan og
tað, sum hon hevði eygleitt,
fyri hann.
Ákærdi royndi ferð eftir ferð at dylja sannleikan
og í fleiri lyklapunktum hevur hann broytt
frágreiðing so hvørt, greiddi ein politistur frá í
rættinum í gjár
Tekning: Hannis Egholm
Opið hús á Sjúrarøktarfrøðiskúla
Í morgin hósdagin frá klokkan 13 til 15 hevur Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya opið
hús fyri næmingum í 9. og 10. flokki. Endamálið er at varpa ljós á útbúgvingina til
sjúkrarøktarfrøðing. Umframt fólkaskúlanæmingar er tiltakið eisini fyri
sjúkrarøktarfrøðingar, kliniskar vegleiðarar og onnur við áhuga fyri útbúgvinini.
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er ein spennandi ferð inn í vitanina um
menniskjað, og letur hurðina upp til ótalligar valmøguleikar, skrivar
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin í tíðindaskrivi. Skúlin vísir á, at útbúgvingin er á altjóða
støði og gevur soleiðis bæði møguleika fyri víðarilesnaði og arbeiði uttanlanda. Tey
lesandi hava eisini møguleika fyri at taka partar av útbúgvingini uttanlands.
Royndi fleiri
ferðir at lúgva
seg undan