mikudagur 9. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Ein ungur maður
segði, at hann følir
seg sviknan, og pápi
hansara er illa við, nú
ein maður er ákærdur
fyri at hava havt stórar
nøgdir av rúsevnum
í varðveitslu, sam
stundis sum hann var
dagligur gestur í heimi
teirra
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava helst ov stórt álit
á fólki.
Ein maður, sum hevur
givið frágreiðing í rættinum
í stóra narkotikamálinum,
sum er til viðgerðar hesa
vikuna, viðgekk, at hann
var illa við av tí, sum varð
hent.
Ein maður er ákærdur
fyri at hava havt stórar
mongdir av rúsevnum í
varðveitslu.
Men hann hevði eisini
verið dagligur gestur í heim-
inum hjá manninum, har
hann var vinmaður við bæði
børnini í húsinunum.
Tað førdi til, at sonurin
varð
varðhaldsfongslaður
og skuldsettur fyri at hava
ein leiklut í málinum og at
løgreglan rannsakaði heim
teirra.
Skuldsetingin ímóti son-
inum varð síðani slept, tí tá
ið avtornaði, hevði hann
onki við málið gera.
Maðurin í húsinum og
bæði børnini góvu øll trý
forkláring í rættinum.
Følir seg sviknan
Sonurin greiddi frá, at hann
hevðí kent ákærda í nøkur
ár og at teir vóru rættiliga
væl.
- Hann var ein vinmaður,
eg hevði álit á, segði hann
Tí fekk hann ongan ill-
gruna, tá ið ákærdi bað hann
koma á Gomlu Rætt at
hjálpa tveimum íslendskum
vinmonnum við bátinum, tí
teir høvdu trupulleikar við
motorinum.
Teir fingu eisini hann at
standa fyri einum penga-
flutningi upp á 7000 krónur
úr Ìslandi.
Spurningurin var reistur
um hann skuldi standa fyri
pengaflutninginum fyri at
fjala útyvir smugglararnar,
tí teirra navn mátti ikki
standa á nøkrum skjølum.
- Hjá einum smugglara
ræður um at vera so ósjón-
ligur sum gjørligt og tí skal
navnið helst ikki standa
undir skjølum av nøkrum
sum helst slagi.
Men tað skuldi ikki vera
orsøkin, hevur ákærdi greitt
frá.
Orsøkin til, at vitnið
skuldi standa fyri flutning-
inum, var, at hann var tann
einasti, sum hevði samleika-
prógv.
Heldur ikki hetta undrað-
ist vitnið á og tí játtaði hann
at standa sum móttakari
fyri pengaflutninginum og
tá ið pengarnir vóru komnir,
fekk ákærdi teir.
Peningurin skuldi brúkast
til proviant, umvælingar og
annað, sum skuldi til, áðr-
enn teir stevndu yvir hav til
Íslands við øllum rúsevnun-
um umborð.
Hann fekk kortini illgruna
um, at okkurt var áfatt, tí
hann hevði sæð ein løg-
reglubil á Gomlu Rætt.
Hann spurdi ákærda, hvat
hann nú hevði “rótað seg
inn í”, men ákærdi sissaði
hann og segði, at hetta var
ein púra natúrlig framferð,
tá ið pengar skuldi flytast
ímillum lond og so hugsaðí
vitnið ikki meir um tað.
Men hann viðgekk, at nú
føldi hann seg sviknan av
sínum góða vinmanni.
Fastur gestur heima
Pápi hansara greiddi frá, at
ákærdi var fastur gestur
heima hjá teimum.
Og tá ið íslendingarnir
vóru komnir við stuttleika-
bátinum, kom ákærdi eisini
heim til teirra við báðum
íslendingunum og har fingu
teir bæði mat og sluppu at
læna telefon og internet.
Tann ákærdi hevði onki
sagt um rúsevnini ella um
at hann vildi sleppa av við
íslendingarnar.
Hann viðgekk eisini, at
hann var illa við, tá ið hann
fekk at vita, at ákærdi var
uppi í rúsevnasmuggling og
hann helt fyri at mann hevði
nokk ov stórt álit á fólki.
Eisini dótturin í húsinum
gav sína frágreiðing og hon
greiddi frá, at ákærdi helt at
íslendingarnir báðir vóru
so strævnar, at hann vildi
bara sleppa av við teir.
Men hon fekk illgruna
um at hetta hevði okkurt
við rúsevni at gera, tí eina-
ferð hevði ákærdi tráspurt
hana um hon hevði meldað,
gjørdust hon varug við nak-
að illgrunasamt og hann
vildi hava at vita, hvat henn-
ara mark var.
Tá ið hon segði, at hon
hevði meldað, varð ákærdi
nokk so skelkaður.
Men í eini kenning hjá
ákærda varð prátið komið
inn á narkotikasmuggling
og tá hevði ákærdi sagt, at
talan var um størstu smuggl-
ing í Føroya søgu, og at tað,
sum hann hevði í viðføris-
rúminum í bilinum, var vert
yvir 20 milliónir krónur.
Hinvegin segði hann eis-
ini, at hann hevði onki við
hetta at gera og at íslending-
arnar høvdu onki, sum
kundi knýta hann at mál-
inum.
Men hann segði eisini, at
hann fekk tað væl betalt at
taka sær av teimum báðum
íslendingunum.
Harðligir
Tá ið gongd kom á málið,
vendi hon sær sjálv til løg-
regluna og spurdi um hon
skuldi geva frágreiðing í
málinum.
Hon segði, at hon hevði
ikki fatað, hvussu umfatandi
hetta var, men ein orsøk til,
at hon onki hevði sagt, kundi
vera,
at
hon
visti
at
íslendingarnir vóru harðligir,
tí annar hevði reypað av, at
hann var á svartalista á 90%
av øllum klubbbum í Ìslandi,
tí hann bardust so illa.
Eitt annað vitni greiddi
eisini frá, at hon ræddist
teir báðar íslendingar, tí teir
virkaðu so harðligir í sínum
verumáta.
Hon segði, at teir prátaðu
nógv um harðskap og um,
hvussu tað riggaði best at
sláa fólk niður og tí ræddist
hon teir.
Seinni í vikuni fara so
nevningarnir at siga sína
hugsan um tann ákærdi er
sekur ella ikki.
Hann sveik síni vinfólk
Í gjár løgdu nevningarnir oyra,
til hvussu tann ákærdi í stóra
narkotikamálinum var fastur gestur
hjá einum húski og tað er ikki frítt,
at tey kenna seg svikin av honum.
Onkur vitni í málinum søgdu, at tey
ræddust teir báðar íslendingarnar
Tekning: Hannis Egholm
Skjálvtar í Íslandi
Teir seinastu dagarnar hevur íslendski jarðfrøðistovnurin
skrásett fleiri veikar jarðskjálvtar undir havbotninum úti
fyri munnanum á Eyjafirði á Norðurlandinum. Tann
harðasti skjálvtin var fyrradagin og var 2,0 á Richter-
stiganum. Tað var ein av teimum fyrstu skjálvtunum, og
fleiri komu aftaná. Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at tað
er rættiliga vanligt við jarðskjálvtum á hesum leiðum, og
teir hava mátað fleiri skjálvtar síðani.
Akureyri er innast á Eyjafirði
Mynd: Vísir