mikudagur 9. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Stórur gestur
Mánadagin kemur eitt flogfar av slagnum Antonov 225 til
Billund eftir nøkrum rørum, sum eitt oljureinsiverk í
Kasakhstan hevur bílagt frá einari verksmiðju í Esbjerg.
Antonov 225 er heimsins størsta flutningsflogfar og tað
einasta av sínum slagi. Tað er bygt í Ukraina í 1988.
Veingjabreiddin er 88,40 metrar, og flogfarið er 88,0
metrar langt og tekur 600 tons av farmi. Tað kostar tvær
mió. krónur at leiga flogfarið at flyta rørini til
Kasakhstan.
Elsta træið svenskt
Í Dalarna í Miðsvøríki hava svenskir granskarar hava
funnið eitt træ, sum í øllum førum er eitt av teimum elstu
í heiminum og kanska tað elsta. Á einum fjalli, sum eitur
Härjehogna, hava granskararnir funnið trý granntrø, sum
eftir kanningunum eru 5.000, 6.000 og 8.000 ára gomul.
Lars Hedlund hjá umhvørvismyndugleikunum sigur við
svenska sjónvarpið, at tað elsta av teimum trimum
trøunum er frá tí fyrsta skóginum aftan á ístíðina.
Antonov 225 er heimsins størsta flutningsflogfar
Mynd: DR
Annar av íslendsku
smuglarunum, sum
vitnaði í rættinum í
gjár, hevði havt møgu
leika at lesa grund
lógaravhoyringarnar
og politirapportirnar,
sum eru gjørdar í
Føroyum av ákærda
og øðrum vitnum
NARKOMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ákæruvaldið
uppdagaði
eftir rættarfundin í gjár ein
brølara, teir høvdu gjørt.
Sambært íslendskari lóg
hevur ákærdi rætt at síggja
øll skjøl í einum rættarmáli,
og tað hevði íslendski
smuglarin
eisini
sæð.
Trupulleikin
hevði
ikki
verið so stórur, um ikki
føroyska løgreglan hevði
sent starvsfeløgum sínum í
Íslandi
avrit
av
øllum
skjølum í málinum, men av
tí at íslendsk lóg sjálvandi
eisini umfatar hesi skjøl,
hevði vitnið fingið innlit í
hesi.
Neyðugt varð tí hjá Lindu
Hesselberg at kalla vitnið
inn aftur sum vitni í morg
un, og har fekk hann eina
røð av grundlógaravhoyr
ingum,
rættarbókum
og
politifrágreiðingum lagdar
fram fyri seg, og var í hvørj
um einstøkum føri spurdur,
um hann hevði lisið hesi
skjøl áður.
Men út av einum tíggju
skjølum segði hann seg bara
hava lisið eini tvey ella so.
Løgreglan hevði eftir øll
um at døma rannsaka kliv
an, har vitnið situr, meðan
hann er í Føroyum og vitnar,
og hevði lagt hald á ein
trivaligan bunka av skjølum,
ið viðvíkja rættarmálinum.
Tað var eisini illgruna
samt, hvussu væl frágreið
ingarnar samstemmaðu hjá
vitninum og tí ákærda, og
ákærin tók íslendingin inn
aftur til nýggja avhoyring
fyri at sáa iva um trúvirðið
hjá honum.
Eisini ynsktu nevningarnir
at seta vitninum tveir spurn
ingar. Annar snúði seg um
GPS’in, sum teir báðir
smuglararnir nýttu at navig
era við, tí sambært frá
greiðingini virkaði hesin
illa. Men svarið var, at teir
høvdu tveir GPS’arar, so
teir fingu navigera kortini.
Hin spurningurin var sera
viðkomandi. Hann snúði
seg um, nær vitnið hevði giv
ið ákærda ryggsekkin við
rúsevnunum í. Antin tað var
áðrenn teir fóru fyrru ferð
av Vestmanna, ella tað var
eftir, at teir vóru vendir aftur
at kanna skrúvuna.
Til hetta svaraði vintið, at
hann helt tað var eftir, at
teir vóru vendir inn aftur til
Vestmanna, og at teir høvdu
havt slíkan skund at sleppa
avstað vegna væntandi ill
veður, at hann hevði gloymt
tað.
Víst abbanum skjølini
Sum nevnt skilir íslendsk
lóggáva seg frá føroyskum
rættarpraksis við tað, at
verjin skal hava útflýggjað
øll skjøl í málinum eins og
her, men í Íslandi kann verj
in altso geva ákærda avrit
av hesum skjølum. Og fyri
tann ákærda er tað revsileyst
at vísa ella geva triðja parti
avrit av nevndu skjølum.
Hetta er eisini hent í
hesum málinum, ella rættari
sagt tí partinum av hesum
smuglaramálinum, sum er
farið fram í Íslandi. Ein bók
er skrivað um hetta málið,
bygd á nevndu skjøl, men
hon er kortini ikki trúgv
móti sannleikanum, sam
bært føroysku løgreglu
monnunum, sum hava við
málið at gera.
Ákærin spurdi vitnið, um
hann hevur víst nøkrum
skjølini í málinum, og tá
játtaði hann, at hann hevði
víst abba at ákærda skjølini.
Sum nevnt vildi Linda
Hesselberg við hesum sáa
iva um trúvirði hjá vitn
inum.
Síðani
kallaði
ákærin
tvey vitnir inn, sum høvdu
við sjálv rúsevnini at gera.
Fyrra var ein kemikalie
analytikari,
sum
hevði
kannað evnini, sum hald
var lagt á í bilinum hjá tí
ákærda.
Hon
greiddi
frá,
at
tríggjar
analysur
verða
gjørdar. Ein innleiðandi
ikki so gjøll analysa verður
fyrst gjørd, síðani verður
ein meiri nágreinilig ana
lysa framd, sum staðfestir
gjølla hvussu nógv evnir
eru í stoffinum. Hetta kem
ur fram sum grafar á einum
telduskíggja. Analytikarin
greiddi frá, at er talan um
bert ein topp, inniheldur
stoffið bert eitt evni, og
annars kemur ein toppur
fram fyri hvørt evni, sum
stoffið inniheldur.
Seinasta kanningin er at
okna út, hvussu styrkin í
stoffinum er.
Analytikarin greiddi frá,
at í hesum førinum vísti
kanningin, at amfetaminið
innihelt 15% aktiv evni,
meðan extacy pulvurið var
76% reint.
Alt rúsevni, sum hald
verður lagt á í Danmark,
verður kannað á kanningar
stovum, og síðani verður alt
sent
til
Rættarkemisku
deildina í Odense, sum
skrásetir øll hagtøl. Styrkin
varierar fyri 2006, sum er
nýggjastu hagtølini, úr 1
mg upp í 132 mg í hvørjari
extacytablett. Við at nýta
eitt meðaltal upp á 51 milli
gramm hevði analytikarin
roknað seg fram til, at tey
982 grammini av extacy,
sum hald varð lagt á, kundu
gerast til14.634 tablettir.
Nakað var longu gjørt til
tablettir, og partur av teim
um 1.746 tablettunum vóru
kannaðar. Styrkin lá millum
17 milligramm upp í 56
milligram
av
aktivum
evnum.
Ávirkan
Næstur í vitnisstólinum var
enn ein dani. Hann er ser
lækni í livrasjúkum og
hevur havt nógv við rúsevni
at gera. Millum annað hev
ur hann verið formaður fyri
danska dopingeftirlitinum.
Hann greiddi frá, hvussu
hesi rúsevnini virka og hvørji
hjáárin tey kunnu hava.
Tað er sjálvandi ilt at
hava við slíkt at gera, tí tað
finnast eingi hagtøl yvir,
hvussu nógv rúsevni fólk
taka og hvussu ofta og
hvussu stórar dosir. Tí má
alt grundast á royndir og
tað, man annars kennir frá
læknafrágreiðingum.
Vitnið greiddi frá, at
evnini á ongan hátt er nakað
nýtt fenomen. Tey hava
verið kend í hundrað ár, og
hava verið nýtt sum stimbr
andi evni. Eitt nú fingu
enskir flogskiparar amfeta
minlíknandi evnir fyri at
halda seg vaknar á longu
bumbutúrunum.
Hesi
evnir
hava
ta
ávirkan, at blóðtrýstið økist,
eins og puslurin fer munandi
upp. Fólk gerast eydnurík
og áhaldandi, so tey kunnu
dansa eina heila nátt uttan
at gerast troytt, ella hava
svøvn fyri neyðini.
Rúsevnini ávirka heilan á
fólki soleiðis, at tey ikki
hugsa, sum tey vanliga gera.
Men tey kunnu eisini hava
deyðilig árin. Hjartað fer at
pumpa títtari og kann fara
heilt út av takt. Tað kann
»detta um seg sjálvt«, sum
vitnið tók til, og heilt halda
uppat at sláa við deyðiligari
avleiðing, sjálvsagt.
Eisini er vandi fyri hjá
misnýtarum,
at
tá
teir
drekka alkohol, drekka teir
so nógv, at saltbindingin
førir til, at teir kunnu
doyggja av vætutapi.
Somuleiðis kann serliga
amfetamin føra til paranoia.
Hesi rúsevnini eru vana
skapandi, og tá virka tey á
tann hátt, at neyðugt er at
taka størri og størri nøgdir
fyri at fáa ynskta virkningin.
Hjá misnýtarum, segði vitn
ið, sum taka rúsevni fast og
javnan, førir tað uttan undan
tak til sálarligar sjúkur.
Verður nógv tikið av
stoffum, kann tað somuleið
is eisini ganga út yvir inn
aru gøgnini.
Fólk upp á stoffir missa
konsentratiónsevnini, halda
seg kunna so at siga alt, og
minnast ikki, hvat hendi
beint framman undan.
Rættarmálið heldur fram
vikuna út.
Tað fekk láturmusklarnar í sving – eisini hjá Badda sjálvum – tá dómarin, Jóannes Madsen,
segði við íslendska smuglarin, at hann ikki var frælsur at fara, men at fleiri spurningar vóru ikki
Tekning: Eannis Egholm
Samstemmaði
frágreiðingarnar