mikudagur 9. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Samstarv millum
gransking og vinnulív
er vegurin fram,
um vit skulu loysa
umhvørvistrupul
leikarnar í heiminum,
sigur amerikanski
hav og umhvørvis
serfrøðingurin, Peter
B. Rhines sum var ein
av luttakarunum á
TACC ráðstevnuni
umhvørvi
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sosialurin og Rás2
Samansjóðingin av vinnu
og umhvørvisgransking er
tað, sum ger bæði TACC
ráðstevnuna og hugskotið
um TACIT granskingar
stovnin heilt serligt, heldur
ein av leiðandi altjóða ser
frøðingunum innan hav
frøði, amerikumaðurin Pet
er B. Rhines í samrøðu við
Sosialin.
Tað er nógv vit kunnu
vera kedd um, jørðin er
hótt, vit hava ov nógva dálk
ing, ov nógv fólk og ov
nógva tøkni. Men vit hava
eisini
loysnirnar,
sigur
amerikanski granskarin.
Og loysnin liggur – sam
bært Peter B. Rhines í
grønari kapitalismu. Ein
nýggjur hugburður um, at
umhvørvistrupulleikar
kunnu
loysast
gjøgnum
vinnulív og handil.
Jørðin er stressað og alt
jarðarumhvørvið er full
komiliga broytt av ráðandi
rásuni, menniskjum, men
jørðin er mótstøðufør. Hon
kann koma fyri seg aftur,
um hon fær frið at lekja síni
sár. Tí mugu vit finna ein
livihátt, sum gevur jørðini
frið.
Og her gongur vinnan
undan, heldur Peter B. Rhin
es. Hann tosar um grøna
tøkni, grøna vinnu og grøn
størv.
Hetta er vónríkasta
tekni, sum vit hava í heimin
um í dag. Og eg sigi aftur
og aftur við tey lesandi,
sum eg undirvísi, at tey
skulu leggja merki til hug
takið
grøn
kapitalisma,
hugsanin at vit bæði kunnu
hava vælferð og verja um
hvørvið.
TACIT nakað
heilt serligt
Spurdur hvat hann heldur
um ætlanirnar um at seta á
stovn ein tvøratlantiskan
granskingarstovn, TACIT,
svarar amerikanski gransk
arin, at hetta er júst tað,
sum nógvir granskarar hava
ynskt, men kanska ikki
sjálvir hava verið førir fyri
at fyriskipa.
Sjálvur arbeiðir Peter B.
Rhines við gransking sum
fevnir um USA, Kanada,
Grønland, Ísland, Føroyar
og Noreg, og hann heldur
TACIT vera eitt sera gott
hugskot, tí samskifti og
samstarv tvørtur um Norður
atlantshavið hevur alstóran
týdning.
Leiðslan í Bitland og
hugskotið um TACIT eru
framúr dømi um, hvussu
umhvørvistrupulleikar og
tøkniligir
møguleikar
kunnu knýtast saman á okk
ara breiddarstigum.
Fleiri sterkir granskingar
stovnar eru á økinum, men
samansjóðingin av vinnu,
tøkni og umhvørvisgransk
ing er tað, sum ger TACIT
heilt serligt. Tað hevur, sum
hann málber seg, »a unique
flavour«, og tað skal til, um
ein nýggjur stovnur skal
eydnast.
Orðið, tacit, merkir at
vera stillur á enskum. Men
vónandi verður TACIT ikki
ein stillur, men ein larmandi
stovnur, sum dregur gransk
arar til sín. Og um vinnu
lívið verður uppi í, so verð
ur tað eitt samstarv, sum vit
øll fáa nakað burturúr, sigur
amerikanski havserfrøðing
urin.
Føroyar kann
vera viti
Peter B. Rhines sigur, at
hóast Føoyar liggja langt
norðuri, og framsøgnir siga,
at størstu veðurlagsbroyt
ingarnar fara at henda heilt
her norðuri, so hava sam
feløgini her víst seg at vera
bæði mótstøðu og umstill
ingarfør. Harumframt er
lítla fólkatali og avbyrgingin
ein fyrimunur.
Styrkin hjá Føroyum
liggur í avbyrginini. Trupul
leikin í dag er, at altjóða
gerðin hevur gingið alt ov
skjótt.
Aljtóðagerð er góð á nøkr
um økjum sum tøkni og vís
und, men vinnulívið er al
tjóðagjørt og sjúkur eru
altjóðagjørdar. Her eru Før
oyar
eitt
einastandandi
dømi um ein avbyrgdan vak
urleika. Eitt stað har al
tjóðagerðin ikki fullkomi
liga hevur broytt samfelag
og umhvørvi.
Eg haldi, at slík støð
skulu varveitast. Ikki bara
sum fornminnissøvn yvir
eina farna tíð, sum men
fyridømir fyri restina av
heiminum, heldur Peter B.
Rhines.
Harumframt heldur hann,
at Føroyar hava ein serligan
møguleika at vera undan
gonguland innan umhvørv
isloysnir.
Henda ráðstevnan er eitt
sera gott dømi, um hvussu
Føroyar kann ganga undan
og vísa á loysnir, sum sam
ansjóða gransking, tøkni og
vinnu, sigur amerikanski
havserfrøðingurin at enda.
Grøn kapitalisma vegurin fram
Granskarar til Grønlands
Grønlendska fólkatingskvinnan Juliane Henningsen hevur verið á
veðurlagsráðstevnu í Føroyum, og hon mælir nú sínum landsmonnum til at seta
ferð á veðurlagsgranskingina í Grønlandi. Hon sigur við KNR, at kappingin
um at fáa fatur á altjóða granskarum er beinhørð, og at grønlendska
heimastýrið sigur at kunna granskarar um, hvat Grønland kann bjóða. Juliane
Henningsen leggur afturat, at tað ræður eisini um at samskipa granskingina.
Juliane Henningsen vil hava altjóða
granskarar til Grønlands (Mynd: KNR)
Treiskur litavi
Ein litavi, sum bleiv tikin í einari roynd at smugla rúsevni til
Íslands við Norrønu fyri trimum árum síðani, bleiv dømdur í
fongsul og varð seinni vístur úr Íslandi. Men hetta vildi
maðurin eftir øllum at døma ikki góðtaka, tí nú um dagarnar
kom løgreglan fram á hann í Reykjavík. Løgreglan veit ikki,
hvussu hann er komin aftur, ella nær hann er komin aftur,
men nú kann hann so vænta sær seks mánaðir í fongsli fyri
at vera komin aftur.
Ein av allar fremstu havserfrøðingum í heiminum, Peter B. Rhines, professari, á University of Washington í Seattle, luttók á veðurlagsráðstevnuni í Norðurlanda
húsinum. Sambært amerikanska professaranum er samansjóðingin av vinnu og gransking tað, sum ger TACC ráðstevnuna og hugskotið um TACIT til nakað heilt
serligt. Og tað er júst í vinnuni, at umhvørvisloysnirnar skulu finnast, sigur Peter B. Rhines, sum her er avmyndaður í samrøðu við Rás2 og Sosialin
Mynd: Álvur Haraldsen