Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 9. apríl 2008 13 Nýggja fullveldislands­ stýrið hevur sett sær fyri at gera yvirtøkur, sum fara at lækka inntøkur landskassans við 200 mió. krónum um árið. Hetta hendir í eini tíð, tá allur annar inntøkuvøkstur sær út til at vera í minking Landsbankin hevur júst almannakunngjørt eina búskaparmeting, har niður­ støðan er, at búskapar­ vøksturin er við at hasa av á hesum sinni. Álvarsom ávaringartekin eru eisini farin at vísa seg í samfelag­ num um hesa gongd. Høvuðsvinnan stendur í løtuni yvirfyri størstu avbjóðingunum nakrantíð. Millum annað oljuútreiðsl­ urnar eru ovurhonds stórar og trupult er hjá skipunum at fáa endarnar at røkka saman. Ein onnur avleiðing av høgu oljuprísunum er, at húsarhaldsvørurnar eru nógv dýrkaðar, og vit kunnu ikki rokna við, at føroyska samfelagið slepp­ ur undan lønarhækkingum. Men hvat ger landsstýr­ ið? Hvør er teirra størsta visjón í hesi álvarsomu tíð? Jú, meðan aðrar inntøkur svíkja, er landsstýrið farið at pilka við ta einastu inntøkuna, sum ikki fylgir við, tá búskapurin annars sveiggjar niðureftir. Málið er at fáa ta tryggastu inn­ tøkuna burtur. Landsstýrið arbeiðir við at gera yvirtøkur, sum fara at lækka inntøkurnar við 200 mió. krónum um árið. Eitt annað fullveldislands­ stýri, sum sat fyri nøkrum árum síðani, hevur til henda dag kostað lands­ kassanum 2,5 milliardir krónur í mistum blokkstuð­ li, umframt tað, sum fast­ frystingin av sama stuðli­ num hevur kostað. Ført hevur verið fram, at hetta merkist ikki í sam­ felagnum. Nei so leingi sum peningurin varð tikin av einum avlopi, bleiv av­ lopið bara tað minni. Men nú avlopið er burtur, verð­ ur neyðugt at taka peningin av rakstri og íløgum, og tá merkja øll tað. Eftir mínum tykki er tað lívshættisligt at lækka ríkis­ veitingarnar sum støðan er í samfelagnum í løtuni. Fullveldissamgongan hevur longu lagt fyrsta uppskotið um skatta­ hækking fyri tingið, og tann samtyktin skal koma í gildi komandi ársskifti. Men er hetta leiðin at ganga? Er ætlanin hjá landsstýrinum at skatta seg til eitt fullveldi? Í samgonguskjalinum verður tað kallað “at breið­ ka skattagrundarlagið”. Tað ljóðar vakrari enn skattahækking, men hvør skal gjalda meira? Eg vil mæla til, at vit seta í gildi ein skatta­ og avgjaldssteðg beina vegin, og at yvirtøkur og niður­ skurður av ríkisveitingun­ um somuleiðis steðga alt fyri eitt. Hetta merkir ikki, at ongar flytingar kunnu gerast í skatti og avgjøld­ um, soleiðis at okkurt gjaldið fer upp, meðan okkurt annað fer tilsvar­ andi niður, men samlaðu gjøldini eiga at verða óbroytt. Undan valinum tosaðu øll um tey bleytu virðini, men fer landsstýrið at fremja allar ætlaðu yvir­ tøkurnar, og ístaðin at hækka skatt og avgjøld, so verður lítið eftir hjá teim­ um veikastu í samfelag­ num. Heldur átti landsstýr­ ið at brúkt orkuna til at finna nýggjar inntøkur, tí vit kunnu ikki minka okk­ um til ein búskaparvøkstur. Skatta- og avgjaldssteðg nú! Sambandsflokkurin Kaj Leo johannesen Hevði ikki verið betur at orða lógina “Denne lov gælder ikke for Færøerne í 2 år. Den træder da i kraft ved Kongelig anordning”? Det skulle være så godt, men så var det faktisk skidt. Eg sipi til ein, eftir míni meting, veikleika í Heimastýrisskipanini. Og orsøkin liggur í Føroyum, tí vit hava ábyrgdina. Lógir verða ikki ajourførdar her á landi – til skaða fyri borgaran í Føroyum. Heimastýrislógin hevur júst hildið rundan føðingar­ dag 60 ár. Hendan lóg hevur verið ramman um eitt land og eina menning av okkara tjóð, sum fáur hevði droymt um. Væl hevur ikki alt verið ein dansur á rós­ um – ella júst ein dansur á rósum, har vakurleikin hevur verið nógvur – sjálvt um vit hav stungið og skrætt okkum, júst, sum ein kann vænta, tá ein fæst við rósur. Tí sambært Heimastýris­ skipanini liggur lóggevandi valdið í Føroyum. Tí í Føroyum skulu føroyingar ráða – og tað gera vit við Heimastýrisskipanini. Ein fylgja av heimastýris­ lógini er, at denne lov gælder ikke for Færøerne. T.v.s. at lógir, ið verða samtyktar á Fólkatingi ikki verða settar í gildi fyri Føroyar. Tað skuldi verið gott, tí intentiónin er, at lógirnar skulu tillagast til føroysk viðurskiftir. Í Danmark varð t.d. ein forsorgarlóg sett í gildi fyri Føroyar í 1950 við Konga­ ligari fyriskipan. Síðan eru lógir og broytingar setta í verk í donsku lógina, kunn­ gerðir eru broyttar javnan. Men hvussu hevur gingist í Føroyum? Jú vit hava enn eina forsorgarlóg frá 1950. Tað at Christians­ borg hevur samtykt lógir har, har ískoyti er, “denne lov gælder ikke for Fær­ øerne” hevur ikki verið til gagn fyri Føroyar og serliga føroyingin. Spurningur mín er tí, um ikki ein broyting skal gerast í praksis av lógini á Christiansborg so teir fram­ yvir koma at samtykkja at denne lov gælder ikke for Færøerne í 2 år. Den træd­ er da i kraft ved Kongelig anordning”. Tí tað hevði tryggja at lógarverk okkara var ajourført javnan. Og ikki sum nú, har borgarin verður offur fyri tørvandi ajourføring av lógarverki okkara orsaka av eini lóg, ið ætlanin var skuldi vera góð, men sum í veruleik­ anum ikki er tað, tí polit­ ikarar snorksova, tilvitað ella ótilvitað. Denne lov gælder ikki for Færøerne løgtingslimur Marjus DaM Rithøvundafelag føRoya Tíðindaskriv Í døgunum 9­12. apríl 2008 vitja danski yrkjarin Pia Tafdrup og maður hennara Bo Hakon Jørgensen bók­ mentafrøðingur í Føroyum. Pia Tafdrup, sum í 1999 fekk Norðurlendsku Bók­ mentavirðislønina fyri yrkingasavnið Dronninge­ porten (1998), fer á vitjanini at lesa upp úr nýggjastu yrkingasøvnum sínum og at greiða frá. Bo Hakon Jørg­ ensen fer at halda fyrilestrar um danskar høvundar. Í sambandi við vitjanina skipar Rithøvundafelagið fyri einum limatiltaki, har Pia Tafdrup fer at lesa upp saman við føroyskum yrkj­ arum og hitta teir á máli. Hetta tiltak er bert fyri limir í Rithøvundafelagnum. Skráin fyri vitjanina sær soleiðis út: Á Fróðskaparsetrinum, Før­ oyamálsdeildini mikudagin 9. apríl kl. 13­15: Pia Tafdrup sigur frá ritverki sínum og lesur upp úr úr­ valssavninum Springet over skyggen, 2006. Á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildini hós­ dagin 10. apríl kl. 13: Bo Hakon Jørgensen, bók­ mentafrøðingur, heldur fyrilestur um danska yrkjaran Per Højholt. Á Tjóðpalli Føroya, forhøllini, hóskvøldið 10. apríl kl. 20: Tiltak við upplestri fyri limir í Rit­ høvundafelagnum. Tey ið fara at lesa upp vera: Guðrið Helmsdal, Heðin M. Klein, Oddfríður M. Rasmussen, Carl Jóhan Jensen, Jóanes Nielsen og Pia Tafdrup. Í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. apríl kl. 13: Bókmentaligur seinnapart­ ur. PiaTafdrup lesur upp úr savninum Tarkovskijs heste og greiðir frá. Bo Hakon Jørgensen, bókmentafrøð­ ingur, heldur fyrilestur um danska rithøvundin Karen Blixen. Tiltakið hóskvøldið á Tjóðpalli Føroya er bert fyri limir í Rithøvunda­ felagnum. Hini trý tiltøkini eru øll almenn. Pia Tafdrup vitjar í Føroyum