Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 68 - 9. apríl 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað fyrsta av ársins MC-til- tøkum, verður hildið nú leygardagin 12. apríl, tá ein MC-Gudstænasta verður hildin í Hoyvíkar kirkju kl. 16.00. Tað verður Jógvan Fríðriksson, bispur, ið kem- ur at prædika og nógv sang- luttøka verður eisini á skránni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er vorðin føst sið- venja, at MC-árið byrjar við eini MC-gudstænastu. Hesar hava fyrr verið hildn- ar í Vesturkirkjuni í Havn og Christianskirkjuni í Klaksvík, og hesuferð er so valið fallið á nýggju Hoy- víkar Kirkju. MC-tiltak í Hoydølum Frammanundan gudstænast- uni hittast MC-fólk úr øll- um landinum til eitt MC-til- tak, ið byrjar uppi við Stud- entaskúlan í Hoydølum kl. 12.00, har ymiskt undirhald, grill og annar hugni verður. Eisini er neyðugt, at tað sosiala umhvørvið verður hildið, so fólk fáa hugnað sær saman, áðrenn ein fel- ags koyritúrur verður fyri- skipaður. Felags koyritúrur Kl.15.00 er ætlanin at skipa fyri felags koyritúri kring Havnina eftir Ringvegnum til Velbastaðar og Kirkjubø- ar, fyri síðani at koyra aftur til Havnar gjøgnum miðbýin og út eftir Strondvegnum og beinleiðis niðan í Hoy- víkar Kirkju, har gudstæn- astan byrjar kl. 16.00. Gudstænastan Tað verður Sonja Klein, prestur, ið kemur at leiða gudstænastuna og Jógvan Fríðriksson, bispur, kemur at prædika. Umframt felags sálmasang, verður eisini skipað fyri sangluttøku, har t.d. Sólva Ford saman við bólki kemur at framføra 2 sangir. Guitarspælarin Ragn- ar Olsen kemur at framføra klassiskt guritaspæl, og Mirjam Carlsen og Kristian Ludvík Dam koma at syngja ein sang, sum er týddur úr norskum. Talvan gongur Avtalað er, at talvan gongur til frama fyri nýggja útgávu av tí Albansku Biker-Bíli- uni, sum eftir ætlan skal deilast út, í samband við ferð, sum teir kristiligu klubbarnir í Europa skipa fyri fyrst í august mánað í ár. 10.000 eintøk verða bor- in út t.d. til fongsul, MC- klubbar og fólk úti á gøtun- um. Vitjað verður í høvuðs- staðnum Tirana. Gudstænastan er almenn og eru øll hjartaliga væl- komin. Tað er felagið Cross-Bik- ers MC Føroyar, ið skipar fyri degnum sum heild. Meiri finnist at lesa á heimasíðuni: www.cross-bikers.com. MC-Gudstænasta í Hoyvíkar kirkju Mynd frá ”Realskúlafram- sýningini 1916-66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip- aði fyri í Kommunuskúlan- um í Havn summarið 2007. Her er 4. millumskúlaflokk- ur í 1959 uttan fyri húsini hjá Ludvig Petersen, lær- ara. Næmingarnir standa í hesi raðfylgju f.v.: Solveig Bjørk, ókend, Elsa Ellings- gaard, Karin Joensen, Mat- hilda Johansen, Rannvá Joensen, Ruth Johannesen, Jenny Joensen, Hjørdis Egholm, Eyðfinn Hansen, Bjarni Johansen, Bárður Jacobsen, Freddy Cook, Jonsvein Jensen og Anders Harboe Ree. Smádrongurin fremst á myndini er Petur Birgir, sonur Ludvig Peter- sen. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við- komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánj- alsdóttir á telefon: 226024. Myndaeigari: Jenny Simonsen Millumskúlaflokkur í 1959 Ruth Olsen fødd Isaksen andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 6. apríl, 70 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin kl. 13.30. Vegna tey avvarðandi Jákup N. Olsen Dagurin 10. apríl. Ezekiel. Ein av teimum fýra stóru profetun- um í Gamla testamenti. Navnið merkir Guð er sterkur. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum mintust meg á 85 ára degnum tann 17. mars. Ein serlig tøkk til Regin fyri góð orð, og ein serlig tøkk til Ingu og Tórhild, sum sungu so vakurt fyri mær. Eisini ein serlig tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu til, so dagurin bleiv so sera hugnaligur. Harrans signing í framtíðini Kærar heilsanir Salmona Christinasen Tøkk Eg takki hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá mín kæra kona Thala Rensiustein Klaksvík andaðist og fór til gravar. Takk til starvsfólkið á sambýlinum í Bøgøtu, og ein serstøk tøkk til Kristin Ryan. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum, ið bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Klaksvíkar kirkju. Og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Morensius Rensiustein