Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Aftaná jól høvdu vit frásøgn frá Ungmannafelagnum i Havn, sum var grundað á dagbøkur hjá Petur Alberg. Eitt avrik, sum stendur eftir Ung­ mannafelagið, er blaðið Baldurs­ brá, sum bert varð framleitt í einum eintaki hvørja ferð. Tað var nevniliga hondskrivað og varð lisið upp á felagsfundum. Onkrar av greinunum vórðu tó endurprentaðar, millum annað í Tingakrossi. Blaðið er til skjals á Landsbókasavninum. Ein blaðstjóri varð valdur á hvørjum fundi, og hann skuldi lesa blaðið upp komandi fund. Her hava nógv kend fólk roynt seg, og her kunnu nevnast Petur Alberg, Hans Andreas Djurhuus, Mads Andreas Winther, Nyholm Debes, Maurentius Viðstein, Tróndur Olsen, H. C. W. Tórgarð, Poulina Pállson, H.M. Eidesgaard, Michael Jacobsen í Dávastovu, Símun P. Zachariassen, Jens Dam, Niels Pauli Mohr, Andreas Ziska, Malla Mohr, Óla Jákup Hansen í Horni, Johan Evensen, Valdimar Rein, M. A. Jacobsen, Sigrid Danielsen, Torgerð Mohr, Johan M. Dam, Sofus Evensen, Anna Ziska í Geil, Wensel Petersen, Jógvan Rasmussen, Hans J. Michelsen, Loius Zachariassen, Jacob Baja, A. E. Djurhuus, Knút Lamba, Theodor Hansen, Valborg Ejde, seinni Tórgarð, Olaf F Johansen og N.A. Eidesgaard. Vit fara í hesi grein at endur­ geva onkrar greinir úr Baldursbrá, sum vit halda vera av áhuga. Tær lýsa eisini støðið á blaðnum. Tær greinir, vit taka við her, eru av siðsøguligum slag, og tær lýsa tíðarskeið í okkara søgu, sum tey ikki eru lýst fyrr. Faðir Vár Ein søga frá árinum 1809 Henda søgan var í Baldursbrá 23.11 1907. Rithøvundur er Mads A. Winther, blaðstjóri er Petur Alberg Átjanda øld var runnin, og enn vóru tíðirnar líka myrkar og vondar í Føroyum, og fyrstu ár av tí nýggju øldini boðaðu ikki um betri tíðir. Tá var ikki lystiligt at liva í Føroyum, og atvoldirnar vóru so nógvar. Var tað sum straffidómur var feldur yvir fólkið, og skjótt er, tá illa stendur til, at fólkið fellur í vanlagnu. Í slíkum tíðum sær alt myrkt út, og alt fellur frá. Vit kenna úr søguni, at danir við byrjan av nítjandu øld førdu langt og hopleyst kríggj móti tí máttmikla Onglandi. Vit vita, hvussu Danmark tá bleiv skert, og ikki er at siga teir illar fyri, at teir undir teirra trongu viðurskiftum noyddust at lata hjálondini ansa sær, sum tey kundu best. Brillumaðurin Eingilskmenninir høvdu brotið skansan niður í Havn, og teirra skútur lógu úti til sjós og ansaðu eftir, at førningur ikki bleiv fluttur millum landanna í Danavaldi. “Brillumaðurin” hevði verið her og ránað bæði góðs og gull og tikið tað sindri av nýtiligum í krambúðini fanst. Soleiðis var ræðslan á fólki, at um fremmant skip sást á havinum, flýddu fólk úr bygdum, og henda ræðslan fyri fremmandum hevur hildið sær langt upp í okkara dagar. So fast býtur slíkt seg í fólkaminnið og fólkalyndið. Neyvan tordi bátur tá at søkja sjógv til at veiða neyðturviligt til matna í hesi trongu tíð. Nýtist at siga frá, at her var trongt í mongum heimum og hungur til húsa víða hvar. Í slíkum tíðum trýtur trúgv millum fólk um, at nakað gott er til, og mangt ringt føðist og festir í mannatonkum. Árið 1809 var brátt liðið at enda, og veturin var komin við ringum veðri og enn ringari vón hjá teimum, ið einki áttu. “Hungur er beiskt svørð” sigur man, og ikki er nakað at siga til, at fólk, ið einki áttu at lata í munnin, sá við ringum tannabiti til tey, ið átti nakað. Tá misti mangur bóndi seyð úr haganum, ið eyðvitað mannahond hevði tikið, og mangt hvarv úr hjøllunum. Summir blivu tiknir og fingu tann harða dóm, lógin tilskilar fyri slíkar sakir, men fleiri vóru tey, ið rættsins harða hond ikki rakk. Søgan um Holdan og hansara synir Skal eg her siga við stuttum frá nøkrum, ið hendi í teimum Baldursbrá: Ungmannafelagsblaðið 1906-1912 Tíðin fyrst í 20. øld hevur verið kallað føroyska gulløldin. Hendan tíðin fostraði nógvar mætar menn hvør á sínum øki. Hvør av teimum kundi fingið eina drúgva umrøðu.Vit hava fyrr greitt frá Ungmanna- felagnum í Havn, og fara vit at halda áfram við hesum evni Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Høvd á Baldursbrá. Eitt nýtt høvd varð gjørt til hvørja útgávu. Fleiri av teimum eru listarverk Høvd á Baldursbrá