mikudagur 9. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 68 • 09. apríl 2008
døgum norði í bygdini K. Holdan
æt maður í bygdini. Hann var
fátækur, men hevði verið av
ídnastu monnum til sjós, og betri
bønarmann fingu bøndurnir ikki
enn hann. Kona hansara æt Billa.
Tey hava nú verið gift í 16 ár og
áttu sjey børn. Elstir vóru Hanus
og Jóan Petur. Hjá Holdani búðu
hansara gomlu foreldur, ið bæði
vóru farin av 70. Tó at tíðirnar
vóru ringar hjá Holdani og øðrum,
høvdu tey tó ikki rættiliga kent til
hungur har í húsinum. Men nú var
øðrvísi vorðið.
Holdan hevði í rakstri brotið
beinið, og enn lá hann til songs
og kundi einki gera. Um hetta
bilið var Hanus 15 ár og Jóan
Petur 12. Teir vóru sum ungdómar
flest, sum kanska høvdu hoyrt
meira av góðum heima enn
mangir javnaldrar. Tí bæði faðir
og móður, so væl sum abbi og
omma, vóru ógvuliga kristiliga
sinnað og hevði tað verið strevið
at lagt gott í børnini. Tað var
trongt í húsinum hjá Holdani nú,
og har treyt so at siga alt. Tað
sást á andlitinum á bæði ungum
og eldri, at tey liðu neyð, og ofta
grótu tey yngri børnini eftir mati.
Tað eru mong, ið eru ov stolt at
bidda, og hvussu langt skuldi tað
sindri, ið fekst á tann hátt, rokkið
til so nógvar munnar sum hjá
Holdani.
Tann stóra freistingin
Hanus og Jóan Petur sóu væl,
hvussu sorgarfull tey gomlu
vóru, og teir royndu, hvat teir
kundu. Men hvaðani skuldu teir
fáa nakað stórvegis til hjálpar?
Teir gravaðu sløkjurøtur upp
og stungu fliður, men hetta var
berskin kostur, tá einki annað
fekst afturat.
Tá teir gingu framvið hjallinum
hjá Janusi bónda, stóð skerpi
roykurin ramur út móti teimum og
loypti brell á teir eftir kjøti, men
annað enn skerpiroykin fingu teir
ikki. Aldrin var tað komið teimum
til hugs at taka frá øðrum.
Tað stóð verri og verri til hjá
Holdani alt sum út leið. Hanus og
Jóan Petur gingu sjúkir í sinni, tí
teir kundu ikki hjálpa. Ein dag helt
Hanus við Jóan Petur: “Janus
hevur nógvan mat í hjallinum,
hann ið hevði átt sær eitt sindur
av honum”. “Tað hevur hann”,
helt Jóan Petur, “men óivað ikki
meira enn nokk til seg og síni, tí
veturin er langur”.
Teir tosaðu ikki meira um hetta
hesa ferð, men hjallurin hjá
Janusi fór teimum tó ikki úr huga,
tí har var matur, og tað var tað, ið
treyt hjá Holdani.
Ein dagin, teir lógu úti í bønum
og gravaðu sløkjur, fór Jóan
Petur at gráta. “Eg orki ikki meira
bróður”, helt hann, og tárini komu
eisini í eyguni á Hanusi. “Hevði
tað verið synd at farið í hjallin
hjá Janusi í kvøld og fingið sær
okkurt av mati?” spurdi Jóan
Petur. Hóast Hanus hevði hugsað
tað sama, var hann illa við av
hesum spurningi og svaraði: “Ja,
bróður, tað er tað, tí tað er ikki
okkara. Várharra sær alla staðni,
og hansara eygu vildu fylgt
okkum, um ikki mannaeygu sóu
okkum”. “Heldur tú, at einglarnir
høvdu grátið”. “Tað mundu teir
óivað,” helt Hanus. Jóan Petur
græt aftur. “Tú, tey doyggja av
svongd har heima, og eg havi ikki
hjarta at fara inn aftur”.
Har lógu teir báðir beiggjarnir
og grótu, hvør meira sorgtungur
enn annar.
Tá teir fóru heim aftur bóru teir
við sær nakrar sløkjurøtur. Tað
skýmdi væl, tá teir komu fram við
hjallin hjá Janusi. Teir hugdu at
hvørjum øðrum, men Hanus segði
bara “Nei”, og so gingu teir heim
til sín sjálvs. Teir sóu á mammuni,
at hon hevði grátið, og at døma
eftir teimum reyðu og hovnu
eygunum hevði hon ofta grátið
hesa seinastu tíðina.
Faðir Vár bjargaði
teimum
Hanus mátti út, tað bleiv ov
trongt inni og Jóan Petur aftaná.
“Tú Jóan Petur, vit fara at royna
tað”. Jóan Petur segði einki, hann
fór aftaná Hanus. Teir stóðu upp
við hjallin. Jóan Petur græt. Hann
var so bleythjartaður. “Hví man
Várharra vera so illur við okkum”.
“Eg veit ikki Jóan Petur, men
kanska tað eru vit, sum eru so
ónd”. “Ja, men tey lítlu systkini
tá?” Hanus visti einki at svara.
“Skulu vit ikki heldur fara heim
aftur”, helt Jóan Petur. “Várharra
gloymir okkum hetta ongantíð,
dersum vit bróta inn í hjallin”.
Hanus og Jóan Petur grótu, sum
um hjartað skuldi sprongjast í
teimum. “Bið eina bøn, Jóan
Petur, bið Harran gloyma okkum
hetta. Bið Faðirvár!” Og við gráti
í eygunum bað hesin lítli drongur
Faðir Vár. Tað var sum at nakað
ilt, ein ring marra var flýdd frá
teimum, og hond í hond fóru hesir
neyðar fátækradreingir aftur til
sítt heim.
Men ein hevði hoyrt teirra tos,
og tað var Janus bóndi. Hann
stóð inni í hjallinum, tá teir stóðu
uttanfyri. Janus var eingin illur
maður. Hann hjálpti, har hann
kundi. Um kvøldið sendi hann
mat, skerpikjøt og annað heim til
Holdan, og síðan hevði hann um
veturin dreingirnar at hjálpa sær
við eitt og annað og samsýndi
teimum altíð væl fyri tað.
Holvdan bleiv arbeiðsførur
aftur. Sum út leið, og summarið
vann av vetrinum, blivu frægari
tíðir fyri fólk, og um summarið
komu tvær stórar grindir.
Tá Hanus og Jóan Petur vuksu
til, blivu teir evnaligir og dugandi
menn, og eingin hevði annað
enn gott at siga um teir. Men
ongantíð gloymdu teir ta løtuna,
tá teir stóðu undir hjallinum hjá
Janusi.
Tá Janus lá á deyðastrá, hevði
hann boð eftir Hanusi og Jóan
Peturi. Tá fyrst segði Janus frá,
hvat hann hevði hoyrt hitt kvøldið
fyri árum síðani.
Kartni
Til mannfólkini
í Ungmanna
felagnum
Kvinnurnar í Ungmannafelagnum
hava ikki verið fyri ongum. Longu
fyri 100 árum síðani fóru tær í
herna móti royking, sum hesin
stubbi vísir
Ungmannafelagsins mikukvøld
hevur altíð verið okkum eitt kvøld,
sum vit leingjast aftur eftir, hvørja
ferð vit hava verið har. Men eitt
er tað, okkum ikki dámar, og sum
vit ikki kunnu koma niðan aftur
fyri. Tað er ein óskikkur, sum tey
flestu av mannfólkunum hava.
Tað er at sita og roykja bæði
undir møtinum, sum framman
undan og aftaná tað.
Roykur er nakað, ið ikki øll tola,
tí tað er ringt fyri høvd og eygur.
Tá nógv heldur eina skrá. Tað
sær nú heldur ikki vakurt út, helst
tá ið Mikk koyrir eitt heilt rull í
munnin.
Tit hava ivaleyst fatað, hvat tað
er, vit vilja tykkum. Tað er um tit
ikki vilja vera av tí stóru góðheit
at lata pípur, tubbakk og tílíkt
heima eftir, tá ið tit koma her
niðan. Vit ivast ikki í, at tit vilja
í hesum stykki gera okkum eitt
lítið sindur eftir vild. At tit sjálvir
vinna við tað, sigur seg sjálvt.
Vinarliga og virðingarmest
Nakrar kvinnur
Limir av felagnum
Tá ið Óli róði
deyðaróður sín
Henda søgan var í Baldursbrá
28.3. 1908. Rithøvundur var Mads
A Winther og blaðstjóri Petur
Alberg
Tað var í árinum 1779 hetta
fyrifall, sum nú skal sigast frá.
Hann hevði lagað seg væl við
veðrinum, og mong var veiðan
førd í land í torra og várróður. Tey
hálendsku og ensku fiskiskipini,
her uppi lógu og royndu grunnar
nar, veiddu væl eins og bátarnir.
Bar so til, at veður gjørdist øðis
mikið og vandafult fyri bátarnar
fyri landkoming, so sýndi bæði
hálendarar og eingilskmenn seg
beinasamar til at flyta menn, far
Fólkafundur í Reynsmúlalág í 1908. Fyrireikaður av Ungmannafelagnum
Her sæst byrjanin til Faðir Vár í sjálvum blaðnum
Grindin bjargaði bjargaðu mongum húsarhaldi í hesum tíðum