mikudagur 9. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 9. apríl 2008
17
tíðindi
Grønlendskur
filmur
Jan Müller
Tað minti einki minni enn
um eina innrás í Miðlahúsið
í gjárkvøldið, tá grønlendski
journalisturin Ísak Kleist
hevði frumframsýning av
filmi sínum um Diskobukt
ina í Grønlandi. Her vóru
føroyingar, grønlendingar
og eisini mong útlendskt
tíðindafólk, sum luttóku á
veðurlagsráðstevnuni
í
Norðurlandahúsinum.
Høgni Hoydal, landsstýris
maður í uttanríkismálum
segði nøkur orð, áðrenn
filmurin varð vístur. Hann
vísti á týdningin Grønlandi
hevur í so mongum, eitt nú
tá tað snýr seg um at
varðveita og vísa á eitt reint
og gott umhvørvi. Ætlanin
var at vísa filmin á sjálvari
ráðstevnuna, men tá hetta
av onkrari orsøk ikki bar til,
fekk grønlendski fjølmiðla
maðurin innivist í Miðla
húsinum. Ikki bert undirtøk
an var stór, eisini klappini
og lovorðini til Isak vóru
mong
eftir
sýningina.
Undirtøkan
vísir
stóra
áhugan millum føroyingar
fyri Grønlandi. Myndirnar
eru frá hesum heilt serliga
filmskvøldinum í Miðla
húsinum.
Innrás at síggja grønlendskan film