mikudagur 9. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Sangleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Tað var sum at koma inn í ein ævintýr
heim, tá nøkur hundrað børn tustu inn í
Mentanarhúsið í Fuglafirði í gjár. Móti
veggunum stóðu gandakend trø, og uppi
undir loftinum hingu alskyns løgnar verur
og dandaðu. Nú ráddi um at finna sær eitt
gott pláss, tí um lítla løtu fóru børn í 4.a
og 4.b í Fuglafjarðar skúla at framføra
sangleikin ”Smáttan og rúmdarferðin”,
sum lærarin Frits Johannesen hevði hjálpt
teimum við.
Ongin Pizza á Mars
Á pallinum er okkurt longu í ferð við at
henda. Millum rúmdarrakettir og ókendar
planetir gongur ein lítil drongur við einum
hamara og smíðar sær eina smáttu og
murrar sangin ”Eg smáttu veit á grønu
ong”. Hann sær út til at vera í so sera
góðum lag – líka til nøkur onnur børn
koma, og byrja at herma eftir honum, so
hann gerst heldur firtin.
Soleiðis byrjar sangleikurin ”Smáttan
og rúmdarferðin”, har 27 børn í
Fuglafjarðar skúla smíða, syngja og
fortelja eina søgu, sum bara verður meir
hugtakandi, sum leikur fer.
Heldur enn at byggja eina lítla smáttu,
fær onkur tað hugskot, at byggja eitt
rúmdarfar, sum tey øll skulu fara ein túr
uppá Mars við. Í fyrstuni eru øll ikki
serliga væl við uppá tað, men eftir at hava
stemmað um tað, vinnur hugskotið um
rúmdarferðina.
Skjótt er rúmdarfarið liðugt, og í royki
og ristingum lyftir tað seg upp frá við
øllum børnunum í.
Komin upp á Mars, verða nøkur av
børnunum eitt sindur vónbrotin. Har er
onki at gera, og tey kunnu ikki so frægt
sum keypa sær eina pizza. Kanska var
hatta hugskotið við at byggja eina smáttu
niðri á jørðini slett ikki so býtt allíkavæl?
Kanska ger tað onki, um tú broytir
meining, tí tú lærir jú okkurt av tí, semjast
børnini um. Tá so Mars brádliga fer at
skelva, man vera best at sleppa sær avstað
aftur, so børnini tysja inn aftur í
rúmdarfarið, og lítla løtu seinni lenda tey
aftur í Fuglafirði.
Øll duga okkurt
Tað var heilt vist spennandi hjá børnunum
í 4.a og 4.b í Fuglafirði at sleppa á eina
rúmdarferð. Og minst líka spennandi var
tað hjá áhoyrarnum at fylgja teimum á
ferðini gjøgnum sangleikin, sum ikki bara
var á tremur við góðum sangum, men
eisini eini rúgvu av lítlum søgum um,
hvussu vit eiga at gera pláss fyri øllum
fólkum, eginleikum og hugskotum.
Tað ger til dømis onki, um drongurin
Lukas stamar, tí sum ein av hinum
dreingjunum sigur:
”Abbi mín stamaði, og hann var av
raskastu monnum”. Hann dugdi nevniliga
okkurt annað, og tað ger Lukas eisini.
Hann dugir at syngja, og tað er besti mátin
at gloyma alt klandur og skeld, tí tá kunnu
øll vera við. Heili 15 sangir eru við í
sangleikinum, sum børnini dugdu uttanat
úr enda í annan. Eisini nógvu søgurnar,
prátið og frágreiðingarnar høvdu børnini
lært seg so væl, at teskarin mundi vera
mest sum arbeiðsleysur.
Og so var tað sangurin. Tað vóru nógvar
løtur, har hesar 27 barnarøddirnar ljóðaðu
so væl, at tað næstan var sum at vera í
einum ævintýrheimi. Og sjálvt um allir
sangirnir, uttan ”Eg smáttu veit”, vóru
spildirnýggir, so fingu børnini á pallinum
skjótt áhoyararnar at syngja við. Og tey
kundu næstan ikki halda uppat aftur, tí
bæði uttanfyri og heilt inni í bussinum
hoyrdi eg børn murra:
Kom nú smíði øll í senn
eg smáttu veit á grønu ong
smíðið øll sum rættir menn
gil vit fara í lítlu song
Mars:
1. Tað var ikki so galið uppi á Mars,
vit hava tó okkurt lært,
um hetta stað,
sum liggur so fjart.
2. Har var berligt og óðar krákur so nær,
sum flugu á rúmdarfar.
Ein dinosaur
vit sóu sum tarv!
3. Tað var ikki so galið uppi á Mars,
vit ótu Lukasa fars,
eitt sindur kalt
við pipar og salt.
4. Best er mammu og babba aftur at sjá
og smáttu lítlu við á.
Hon er mær kær,
og stendur mær nær.
Tekstur og lag: Frits Johannesen
Sungu so
planetirnar
skulvu
Planetin Mars skalv, tá
børn í Fuglafjarðar skúla
tóku áhoyrarnar við sær
allan vegin út í rúmdina og
heimaftur við eini
ørgrynnu av góðum
sangum