mikudagur 9. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 68 - 9. apríl 2008
tíðindi
Millum væl lærdar
áhoyrarar og fyri
lestrarhaldarar í
Norðurlandahúsinum,
var ein persónur, sum
á mangan hátt var
atypiskur fyri eina
umhvørvisráðstevnu
av slíkum slagi.
Hetta við umhvørv
inum hevur altíð
havt mín stóra áhuga,
sigur Kjartan Han
sen, sum gongur í
Studentaskúlanum í
Hoydølum
Umhvørvi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Norðurlandahúsið: – Øll
kunnu gera nakað fyri
umhvørvið, sigur ungi stu
dentaskúlanæmingurin,
sum gongur í 2. g.
Kjartan mundi helst vera
yngsti luttakarin á umhvørv
isráðstevnuni TACC 2008.
Hetta forðaði honum kortini
ikki í at trívast væl millum
hinar lærdu luttakararnar í
Norðurlandahúsinum.
Her fekk hann nógv nýtt
og hent at vita um viður
skifti, sum hava hansara
stóra áhuga.
Við áhugaverdu fyrilestr
unum og øðrum sum fór
fram á ráðstevnuni, hevur
Kjartan fingið nógv at
hugsa um.
Hetta setti líkasum alt í
perspektiv, sigur Kjartan
Hansen við Sosialin.
Ráðstevnan endaði í gjár,
og í morgun byrjar studenta
skúladagurin aftur.
Góð foreldur
Kjartan gongur sum nevnt í
Hoydølum, og eitt av evnu
num, sum hava hansara
stóra áhuga er júst umhvørv
ið, og hvussu hin einstaki
kann gera sítt til at hetta
verður varðveitt.
Eg havi altíð havt áhuga
fyri veðurlagnum og hvussu
hetta er broytt við tíðini,
sigur hann engasjeraður við
Sosialin.
Tá hann so frætti um hesa
ráðstevnuna vakti hon bein
anvegin
hansara
áhuga.
Hann hevði sera góðan hug
at fara, hóast prísurin eisini
var í hægra lagi fyri ein
næming í Hoydølum.
At so fyrrverandi ameri
kanski varaforsetin Al Gore
eisini skuldi halda fyrilestur
her, var ein møguleiki sum
ein helst bert fær ta einu
ferðina í lívinum.
Men hvat ger ein næm
ingur, sum fyri alt í verðini
ynskir at sleppa á eina slíka
ráðstevnu, tá prísurin fyri at
luttaka
nærkast
teimum
7000 krónunum?
Gott er at hava góð for
eldur, kemur tað stillisliga
frá honum.
Tari tekur CO2
Hóast sín unga aldur, hevur
hetta við umhvørvinum al
tíð ligið Kjartani nær.
Hann hevur lisið nógv
um evnið, og hevur fylgt
væl við í tímunum, tá hetta
varð tikið uppá mál í undir
vísingini.
Á ráðstevnuni fekk hann
ein ótrúligan møguleika at
sita undir liðini á teimum
“stóru”
monnunum
og
kvinnunum, og á teimum
sum hava granskað í hesum
í mong ár.
Góð ting
taka tíð
- Eg var heppin at sleppa á ráðstevnuna. Alt hetta við veðurlagi og umhvørvi hevur mín stóra
áhuga, sigur Kjartan Hansen
- Tað var sera áhugavert at hoyra Al Gore, sigur Maria Gunnleivsdóttir Hansen
Shell skipar fyri Heilsurenning
Heilsurenningin hjá Shell, sum vegna vánaligt ikki bleiv av nøkrum seinasta
vikuskiftið, verður nú leygardagin kl. 16. Tiltakið er ætlað øllum fólkum,
eisini teimum sum bara hava hug at ganga teinin. Tað er í samstarvi við
Treysti, Bragdi og Roysni at Shell skipar fyri tiltakinum. Hesaferð verður
runnið á Shellstøðini í Klaksvík, Gøtudali og Ringvegnum í Havn. Runnir
verða tveir teinar, ein uppá 3 km og ein uppá 5 km. Gentur og dreingir kunnu
bert renna tann styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra
teinin.
Óttast afturgongd
Amerikanski Miðbankin sigur í seinastu frágreiðing
sínari, at teir óttast eina niðurgongd í amerikanska
búskapinum. Ein niðurtúr, sum væl kann gerast bæði
drúgvur og djúpur. Í frágreiðingini verður sagt, at
pengapolitisku amboðini, sum fyribils eru tikin í nýtslu,
ikki eru nóg sterk til at steðga fallinum í búskapinum.
Johnny Jacobsen, sum er greinari fyri Nordea, sigur við
EPN, at frágreiðing gevur til kennar, at talan helst verður
um enn eina rentulækking frá amerikanska
Miðbankanum. Síðani ársskiftið er amerikanska rentan
lækkað 2 prosentstig og er í dag 2,25%.