Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 9. apríl 2008 21 tíðindi – Tað hendir ikki her Ein av ídnu stríðsmonnunum fyri umhvørvi og ímóti dálking er Jógvan Mørkøre - Jógvan í Løðuni - av Eiði. Hann var sjálvandi ein av luttakarunum á stevnuni Umhvørvi Snorri Brend Sum ein av stigtakarunum til Føroya Náttúru- og Um- hvørvisverndarfelag fegnast hann um hetta tiltakið, sum hevur stóran týdning í arbeiðinum fram ímóti betri um- hvørvi. Men samstundis heldur Jógvan, at alt tosið um um- hvørvið hevur ikki rættiliga rinið við føroyingar enn. Slíkt tekur altíð sína tíð. - Føroyingar eru konsekvensleysir, slær Jógvan í Løð- uni fast. Og hann greiðir soleiðis frá útsøgn síni: - Vit merkja lítið til allar tær stóru náttúruvanlukkurnar, sum henda í øðrum londum - t.d. flóðaldur og jarð- skjálvta. Slíkt hendir bara ikki her. - Og eg haldi, at hetta er ein orsøk til, at tað tekur sína at fáa fólk at skilja boðskap okkara. Men tá ein stríðist fyri eini søk, fær tað ávirkan á fólk, og so líðandi fer arbeiðið at gera mun og vit fara at taka ábyrgd, slær um- hvørvisstríðsmaðurin av Eiði fast. - Vit mugu taka ábyrgd, tá tað snýr seg um umhvørvið, sigur Jógvan í Løðuni av Eiði. Hann fekk fyri mongum árum síðani orðið á Al Gore á Manhattan, tá hesin stillaði upp sum borgarstjóri í New York. ʻʻ Hann kundi gott verið eitt sindur blíðari, nú hann kom til Føroyar, staðfestir eiðismaðurin Tá so fyrilestrarnir vórðu hildnir, sat Kjartan bara og tók ímóti øllum tí skilagóða, sum varð borið fram báðar stevnudagarnar. Eitt sum hann hefti seg við var, hvussu roynt verður at bøta uppá skaðarnar, sum umhvørvið hevur fingið, og um hvussu langt ein er kom- in tøkniliga á hesum øki- num. Í einum fyrilestri varð eitt dømi nevnt um, hvussu ein, við at planta tara á einum rættiliga stórum øki á hav- botninum, kann gera stóran mun. Hesin tarin tekur CO2 úr luftini. Og sagt varð, at eitt slíkt øki tók alt CO2’ið, sum Ongland lat út uppá eitt ár. - So her sær ein, hvussu roynt verður at bjarga um- hvørvinum, sigur Kjartan Hansen. Alt ger mun Júst hetta við útlátinum av CO2, er eitt av teimum evnunum, sum oftast verða nevnt, tá talan er um broyt- ingarnar í veðurlagnum. Kjartan er vitandi um - og fegnast um - at Noreg hevur sett eina kvotu á hetta útlátið, men harmast sam- stundis um, at føroyingar ikki eru komnir eins langt og grannar okkara fyri eyst- an. - Men hetta man fara at koma, slær hann fast. Hóast hesi viðurskifti, so er Kjartan sannførdur um at ein kann altíð byrja í smá- um. - Tí, sum hann sigur tað: - Alt ger mun! Øll kunnu luttaka í hes- um, um ikki annað so við at brúka minni orku, meðan tær stóru verksmiðjurnar kundu sett filtur á skorstein- ar sínar fyri at minka um dálkingina. - Eg skilji væl, at summar verksmiðjur ikki gera hetta, tí slík filtur kosta í millióna- tali av krónum. Men hin- vegin - so hevði hetta av- gjørt havt sína ávirkan og hevði minkað um dálking- ina, sigur Kjartan Hansen. Sløkk ljósið Kjartan Hansen er fult greið- ur um, at ein slík ráðstevna sum henda í tveir dagar, ikki fer at loysa alheims trupulleikarnar innan dálk- ing, globala upphiting og broytingarnar í veðurlag- num. Alt er treytað av, hvat hvør einstakur ger og vil gera fyri at hjálpa umhvørv- inum og náttúruni. Og her smæðist Kjartan ikki fyri at viðganga, at hann sjálvur kundi gjørt nógv meiri. - Eg eri kortini bevístur um hesi tingini, og sløkki altíð ljósið, tá eg ikki eri í einum rúmi í longri tíð, ella útvarpið um eg ikki lurti eft- ir tí eina løtu, sigur hann. Men henda ráðstevnan í Norðurlandahúsinum er í øllum førum ein byrjan til eina gongd, sum so líðandi kann fáa sína ávirkan. - Tað er nú bara einaferð so, at góð ting taka tíð, slær hann fast. Og hann leggur aftrat: - Slíkt verður ikki gjørt frá einum degi til annan. Men um eini 50 ár, tá fer munur at síggjast! - Slíkar ráðstevnur hava týdning, hóast ein ikki sær úrslitið her og nú, sigur Kjartan Hansen, sum gongur í Hoydølum Hægri brúkaraprísir Brúkaraprístalið hækkaði í fyrsta ársfjórðingini í ár við 1,4 prosent í mun til fjórða ársfjórðing í fjør. Serliga eru tað prísir á el, brenniolju, matvørum og klæðum, sum hava trýst prísin uppeftir, skrvar Hagstovan á heimasíðu síhnari. Serliga stór er hækkingin fyri el, brennievni og orku annars, meðan vøksturin í matvøruprísum hevur verið 1,3 prosent. HD-góðska á netinum Adobe hevur júst sent sín egna Media Player á marknaðin. Talan er um avspælara, sum kann spæla tónleik og filmir. Í mun til eitt nú Windows Media Player og Quictime kann nýggi spælarin tó vísa filmir í sonevndar HD-góðsku. Fyri at marknaðarføra nýggja spælaran hevur Adobe gjørt samstarvsavtalur við framleiðararnar av fleiri væl umtóktum sjónvarpssendirøðum. Eitt nú CSI, Big Brother og Twilight Zone, eins og samstarvsavtala eisini er gjørd við MTV.