Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 68 - 9. apríl 2008 tíðindi SJÓNARMIÐ Hans Pauli Strøm Landsstýrismaður Tað er sera álvarsamt, at farið er so nógv út um játtanina á øllum trimum sjúkrahúsunum í 2007. Neyðugt er at seta tiltøk í verk, fyri at tryggja, at betri tamarhald fæst á støðuni, at stýringin verð­ ur so góð og sterk sum gjørligt, og at javnvág fæst millum játtan og rakstur. Tiltøkini skulu vera bæði bráð­ feingis og longri miðandi, so vit tryggja framhaldandi grundar­ lagið undir einum góðum sjúkra­ húsverki ­ sjálvum hornasteini­ num undir øllum okkara heilsu­ verkið. Samstundis sum leiðslurnar skulu veita vissu fyri álítandi fíggj­ ar­ og virksemisstýring, skal politi­ ski myndugleikin tryggja, at hald­ gott fíggjarligt grundarlag verður lagt fyri rakstrinum. Samanfatandi Samanfatandi er neyðugt, at skipa stýringina betur enn higartil, og at sjúkrahúsverkið sum heild verið rikið so effektivt og rationelt sum til ber, soleiðis at sum mest fæst fyri pengarnar. Fortreytirnar fyri at hetta kann lata seg gera, eru m.a. at alt sjúkrahúsverkið verður skip­að sum ein eind við eini stýrandi leiðslu, at stýringsamboð verða inn­ førd, sum bæði skap­a møguleikar og insitament til rationella fyri­ skip­an, bæði viðv. fíggjar­ og virksemisstýringini, og at sjúkrahúsverkið hevur eina nøktandi játtan, tvs. at tað er samsvar millum játtan og kostnaðin av teim tænastum, ið verða kravdar av starvsfólkum og leiðslu á sjúkrahúsunum. Meirnýtslan í 2007 Tey 3 sjúkrahúsini høvdu eina meirnýtslu í 2007 uppá tilsamans 26 mió. kr. Lutfalsliga var meir­ nýtslan tann sama á øllum 3 sjúkrahúsunum. Og orsøkirnar vóru eisini nøkulunda tær somu. Tí kunnu vit lýsa meirnýtsluna við Landssjúkrahúsinum sum dømi. Av teim 20 mió. kr. í meirnýtslu á Landssjúkrahúsinum var býtið soleiðis: Lønir: 8,5 mió.kr. Meginparturin skyldast, at sjúkrahúsið fekk eina lægri lønarjáttan enn veruligu lønarhækkingarnar vóru sambært sáttmálunum. Orsøkin til hetta er, at allir stovnar undir landinum fingu játtað sama %­vøkstur til lønir í 2007 (1,7%), hóast sjúkra­ húsini ­ við vaktum alt samdøgr­ ið, hvønn dag í árinum ­ hava havt nógv dýrari sáttmálahækk­ ingar (3,9%), serliga til teir løn­ artungu starvsfólkabólkarnar, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Haraftrat hava verið størri eyka­ útreiðslur av øktari sjúkufráveru – óivað eisini nógv ávirkað av áhaldandi áganginum og nega­ tivu umrøðuni av sjúkrahúsinum, ið er dagligt arbeiðspláss fyri útvið 800 fólkum. Avloysarar: 4,2 mió.kr. Sera torført hevur verið at manna ser­ lig førleikakrevjandi størv innan sjúkrarøktina. Tað hevur elvt til stórar meirútreiðslur til vikarar á intensivu deild og sonevnda neonatala økinum (t.e. ov tíðliga fødd børn). Heilivágur: 4,0 mió.kr. Serliga til krabbameinsviðgerð, nýra­ og giktasjúkur og sclerose er heili­ vágurin dýrkaður sera nógv, m. a. tí talan er um nýggjan og meira effektivan heilivág. Orka, kostur o.a.: 3,3 mió.kr. Øllum kunnugt eru hesar vørur dýrkaðar nógv seinasta árið, mun­ andi meir enn væntað og tað sæst eisini aftur í útreiðslunum sum ein meirnýtsla. Avleiðingarnir mugu ikki verða ein niðurlaging av sjúkrahúsverkinum Ein meirnýtsla er álvarslig og eigur sum so ikki at góðtakast. Í hesum førinum eiga vit tó at hugsa okkum væl um, hvat vit skulu gera við trupulleikan. Øðrumegin ber jú ikki til at siga: okey, hatta er altso bara tað sum tað kostar, og so koyra vit bara víðari út frá tí, við teim hækkingum omaná, sum fara at koma... Tí so hevði jú ikki verið nøkur meining í at lagt fíggjarætl­ anir eftir eini tillutaðari játtan, ella yvirhøvur at havt eina leiðslu. So kunnu øll jú bara gera sum best ber til, tvs. anarki. Tí má ikki setast spurnartekin við, at stovnarnir skulu gera alt tað teir kunnu, fyri at halda seg til játtanina og í mest møguligan mun sleppa undan meirnýtslu. Hinvegin mugu vit seta spurn­ ingin, hvat avleiðingarnar kunnu verða, um politiski myndugleikin ikki vil viðurkenna veruliga kostnaðarstøðið í sjúkrahúsverki­ num, tá ið hetta ár eftir ár vísir seg at liggja hægri enn játtanin, sum politiski myndugleikin áset­ ir. Skal raksturin ­ tvs. virksemið og tænastustøðið ­ á sjúkrahúsu­ num skerjast til eina játtan, sum ár eftir ár vísir seg at vera ov lítil, so kemur hetta at merkja eini stigvísa niðurlaging av føroyska sjúkrahúsverkinum: ­ Tað støðuga menning­ ararbeiðið sum alla tíðina skal vera, fyri dygd í arbeiðinum og trivnaði á arbeiðsplássinum, støðg­ ar upp, ­ tað verða versnandi møgu­ leikar at loysa innanhýsis trupul­ leikar á sjúkrahúsunum, sum tvørturímóti fara at økjast og lemja dagliga virksemið, ­ ónøgd frá borgarunum, sum vit annars hava sæð nógv til sein­ asta árið, fer at gera seg meira og meira galdandi, ­ og í hesi óndu ringrás fara royndirnar at tiltrekkja góð starvs­ fólk við neyðugum førleikum og serfrøði at miseydnast. Sjúkrahúsverkið fyri stórum avbjóðingum Tað er ikki bara í Føroyum at tað er stórt og vaksandi trýst á útreiðslurnar til heilsuverkið. Hetta er veruleikin í øllum OECD­londunum, at sjúkrahús­ útreiðslurnar veksa munandi meir enn almennu útreiðslurnar í miðal, og enntá meir enn miðal búskaparvøksturin. Tí standa vit fyri stórum avbjóðingum á hesum øki, um hvussu vit fram­ haldandi kunnu tryggja fíggjar­ liga grundarlagið undir einum góðum heilsuverki, sum í dygd er á sama støði sum í okkara grannalondum. Tað er ongin einføld loysn, sum bara at siga, at vit góðtaka ikki meirútreiðslur, og so trongja karmin uttan atlit fyri veruliga kostnaðinum. Tann stóra avbjóð­ ingin er, hvussu vit kunnu klára at hava tamarhald á útreiðslunum OG samstundis tryggja góðsku og menning í sjúkrahúsverkinum. Hetta gerst bert í einum neyvum samstarvi millum sjúkra­ húsverkið og politisku skipanina – landsstýrið og løgting – um hvørjar tænastur og hvørji tilboð sjúkrahúsverkið skal bjóða – og at hetta kann rúmast innan fyri ta játtan, sum verður ásett. Tað eru júst hesi viðurskiftini, sum álitið um ”Framtíðar sjúkra­ húsverk í Føroyum” snýr seg um. Tað var til aðalorðaskiftis í løg­ tinginum í fjør vár. Í álitinum verður nærri lýst, hvørjar avbjóð­ ingarnar eru, og hvørji ráð og tiltøk eiga at setast í verk. Tiltøk fyri at fáa javnvág og betri rakstur Tað ber ikki til bara at lata standa til við teirri skeivu gongd, sum ár eftir ár hevur verið millum játtan­ ina og útreiðslurnar av sjúkrahús­ verkinum. Neyðugt er við tiltøk­ um, bæði bráðfeingis og við strukturellum broytingum, so vit kunnu fáa betri tamarhald á útreiðslunum og neyðuga Tryggari grundarlag und Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum hugleiðir um viðurskiftini á sjúkrahúsunum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2008 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður heldur, at tað er neyðugt, at skipa stýringina av sjúkrahúsverkinum betur enn higartil, og a sum mest fæst fyri pengarnar