mikudagur 9. apríl 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 9. apríl 2008
23
tíðindi
dir góðum sjúkrahúsverki
javnvág við tillutaðu játtanina.
Her vil eg bert nevna nøkur av
týdningarmiklastu tiltøkunum:
Óheft kanning av rakstrinum:
Almanna- og heilsumálaráðið er
komið ásamt við
Fíggjarmálaráðið um bein-
anvegin at seta eina djúptøkna
kanning av rakstrinum av
sjúkrahúsunum í verk.
Fíggjarmálaráðið skal standa fyri
kanningini, sum ein
skjóttarbeiðandi bólkur við
óheftari útlendskari serfrøði skal
gera og koma við síni niðurstøðu
longu um einar 3-4 mánaðir.
Endamálið við kanningini er:
- at lýsa møguligar skeivleikar
og forðingar fyri rationellum
rakstri av sjúkrahúsunum,
- vísa á neyðugar broytingar í
fyriskipan og rakstri, og
- at leggja grundarlagið fyri
eini samanberandi
virksemismáting (bench-
marking) av føroysku
sjúkrahúsunum í mun til onnur
líknandi sjúkrahús í útlondum.
Er ein niðurstøða av kann-
ingini, at játtanin til sjúkrahúsini
– eisini játtanin sum fíggjarlógar-
uppskotið fyri 2008 fer at áseta -
ikki er í samsvar við ella er ov
lítil til tað neyðuga virksemið, ið
verður kravt av sjúkrahúsunum,
so skal tað verða tikið til eftirtekt-
ar, og landsstýrið skal taka stig
til at fáa játtanina broytta sam-
svarandi.
Alt heilsuverkið skal skipast
undir einari leiðslu:
Føroyska heilsuverkið skal virka
og skipast sum ein eind – sjúkra-
húsini, serviðgerð uttanlands,
kommunulæknaskipanin og
barnatænastan skal skipast undir
einum stýri. Hetta merkir m.a., at
tað verður ein leiðsla omanfyri
øll trý sjúkrahúsini, sum skal
hava møguleika og heimild til at
leggja virksemið til rættis upp á
tvørs av øllum trimum sjúkrahús-
unum – bæði hvat viðvíkur upp-
gávum, tey einstøku sjúkrahúsini
skulu loysa, og hvussu samlaða
tilfeingið, bæði fíggjarliga, starvs-
fólkaliga, tøkniliga og viðv. bygn-
ingum, verður gagnnýtt á besta
hátt. Endamálið er at fáa sum
mest og best burtur úr hvørjari
krónu, ið verður játtað.
Felagsheitið skal stutt og greitt
verða Heilsuverkið, stjórnað av
einum heilsuverkstjóra. Í fíggjar-
lógaruppskotinum verður pening-
ur settur av. So skjótt fíggjarliga
heimildin er fingin, verður starv-
ið lýst leyst. Fyrsta uppgávan
verður sjálvsagt at uppbyggja
nýggju fyriskipanina av Heilsu-
verkinum. Síðan at taka stig til
ein meira samskipaðan og harvið
meira rationellan rakstur av
sjúkrahúsverkinum. Ein onnur av
uppgávunum verður at gera eina
meting av verandi leiðslubygnaði
á teim 3 sjúkrahúsunum, við tí
sonevndu 3-streingjaðu leiðsluni,
og taka møgulig stig til at end-
urskoða henda bygnaðarháttin.
Mál- og avriksstýring:
Á øllum trimum sjúkrahúsunum
skal farast undir mál- og avriks-
týring, byrjandi við Landssjúkra-
húsinum longu frá komandi ári.
Endamálið við hesum er at fáa
ein greiðari dialog millum sjúkra-
húsleiðslu og politisku skipanina,
um tey mál, ið skulu setast fyri
sjúkrahúsunum, um ætlaða virk-
semið og um fíggjarligu fortreyt-
irnar fyri hesum. Hetta skal set-
ast upp í ein mál- og avrikssátt-
mála sum grundarlag fyri eini
virkisætlan um at fremja tey
settu málini, í mun til sjúklingin,
starvsfólkini og gagnnýtsluna av
fíggjarliga tilfeinginum.
Nýggj fíggjarstýringsskipan
fyri sjúkrahúsverkið:
Sum liður í mál- og avrikstýr-
ingini skal farast skal undir at
seta nýggjar fíggjarstýringsskip-
anir í verk, sambært álitinum um
framtíðar sjúkrahúsverk. Her er
serliga talan um eina virksemis-
treytaða fígging, sum er væl
kend frá okkara grannalondum. Í
mun til ta núverandi skipanina,
har ein fíggjarkarmur verður
ásettur uttan beinleiðis krøv um
eitt ávíst virksemi, so vil ein virk-
semistreytað fígging viðføra, at
tað verður ein samanhangur mil-
lum virksemið og fíggingina, út
frá nøkrum fastløgdum takstum.
Hetta tekur drúgva tíð at fyri-
reika og kann neyvan setast í
verk fyrr enn um eini 2-3 ár.
Talgilda heilsuskipanin
skal fullførast:
Sum neyðugt stýringsamboð má
hagtalsgrundarlagið fyri virk-
semið á sjúkrahúsunum styrkjast
munandi. Hetta er ein partur í
stóru KT-verkætlanini um
sonevndu Talgildu heilsuskipan-
ina, THS. Tí er heilt avgerandi at
THS verður framd til fulnar so
skjótt sum møguligt. Longu frá
komandi ári má tann sjúklinga-
fyrisitingarligi parturin verða fult
virkin (hetta snýr seg um sam-
bandið við kommunulæknaskip-
anina, innskriving, sjúklinga-
gongd, bíðilistar vm.). Tí hava vit
eisini raðfest hetta økið í kom-
andi fíggjarlógaruppskotinum.
Innanhýsis vikarstovu:
Finnast skal ein loysn á spurningi-
num um teir sera dýru útlendsku
vikararnar á Landssjúkrahúsinum
sum skjótast. Hetta kann t.d.
verða við at skipað eina innan-
hýsis vikarstovu á sjúkrahúsi-
num.
Flyting av fakmørkum:
Bæði fyri at minka um trotið á
ávísum starvsfólkum, og fyri at
fremja betri gagnnýtslu av starvs-
fólkatilfeinginum, skulu gerast
avtalur um flyting av mørkunum
fyri, hvat einstøku fakbólkarnir
taka sær av. Her verður serliga
hugsað um læknar, sjúkrarøktar-
frøðingar og heilsurøktarar. Hetta
er átroðkandi, og er eisini blivin
ein størri møguleiki, nú fyrsta
hold av nýggju heilsurøktarunum
varð liðugt av Almanna- og heilsu-
skúlanum í februar. Endamálið er
heilt greitt at optimera gagnnýtsl-
una av tøkum starvsfólkatilfeingi,
og at betra um møguleikarnar fyri
at rekruttera røttu starvsfólkini til
tær røttu uppgávurnar.
Strategisk menningarætlan:
At tað eru nógvar góðar kreftir í
sjúkrahúsverkinum, sum gera sítt
ýtarsta fyri at sjúkrahúsini skulu
kunna veita føroyingum tað best
møguligu tænastuna, og eisini
fyri at sjúkrahúsini skulu kunna
vera góð og vælvirkandi arbeiðs-
pláss, havi eg nógv dømi um á
vitjanum á Landssjúkrahúsinum
og Klaksvíkar og Suðuroyar
sjúkrahúsið. T.d. var eg boðin til
eina framløgu í síðstu viku á
Landssjúkrahúsinum. Tað var
gleðiligt og vónríkt at vera við til
framberingina av hesi menningar-
ætlan, sum leiðsla og starvsfólk á
Landssjúkrahúsinum hava arbeitt
so væl og longi við, og har tey nú
stinga út í kortið strategisk mál
fram til 2009 á fimm økjum:
Um dygd í sjúklingagongdini,
Um starvsfólkamenning og trivn-
að, Um kunning og samskifti, Um
KT-nýtslu sum heilsufakligt og
umsitingarligt amboð, og um At
alt tilfeingið skal verða gagnnýtt
munagott.
Henda menningarætlanin er
fult í tráð við uppskotini í áliti-
num um Framtíðar sjúkrahús-
verk, og eg vóni at tað fer at
eydnast teimum væl at gera hesa
djørvu ætlan ítøkiliga og fara
undir at seta hana í verk.
Henda ætlan er eitt gott dømi
um positiva viljan og potentialið
í sjúkrahúsverkinum, sum
føroyska samfelagið, almenning-
urin og ikki minst politiska skip-
anin ikki mugu sláa hondina av,
men fegnast um og stuðla upp-
undir.
at sjúkrahúsverkið sum heild verður rikið so effektivt og rationelt sum til ber, soleiðis at
Mynd: Álvur Haraldsen
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
í almanna- og heilsumálum
hevur skrivað hesi sjónarmið í
sambandið við viðgerðina av
løgtingsfíggjarlógini fyri 2008
Mynd: Jens Kristian Vang