Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 68 - 9. apríl 2008 Auto Service bjóða nú sínum Saab kundum at fáa bilin Hirsch- optimeraðan við t.d. meira hestakreftum, sportligari koyri- eginleikum og frekari útsjónd, samstundis sum hann verður meira økonomiskur og uhvørvisvinarligur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Sum nakað nýtt bjóðar bila­ sølan Auto Service sínum Saab kundum at fáa bilarnar optimeraðar við meira hesta­ kreftum, sportligari koyri­ eginleikum, frekari útsjónd, samstundis sum teir verða meira økonomiskir og um­ hvørvisvinarligir. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Saab og sveis­ isku fyritøkuna Hirsch, sum er samstarvsfelagi hjá Saab í sambandi við optimering av bilum (optimering merk­ ir at fáa sum mest burturúr). Hjá Auto Service eru longu tveir bilar Hirsch optimer­ aðir við sera góðum úrsliti. Hirsch fyritøkan byrjaði í 1967 sum umboð fyri Saab í býnum St. Gallen í Sveis. Tjúgu ár seinni, í 1987, var Hirsch Performance AG stovnað. Fyritøkan hevur spesialiserað seg í at optimera Saab bilar í tøttum samstarvi við svensku Saab verksmiðjuna í Trollhättan. Saab byrjaði sum flog­ verksmiðja, vóru fyrstir við turbomotorum í persón­ bilum, umframt at teir eru millum heimsins fremstu bilar, hvat aktivari og passiv­ ari trygd viðvíkur. Tað sum Auto Service kann bjóða sínum Saab kundum er t.d. at senka undirvognin (fríhæddin verður lægri), tuna motorin (meira hestakreftir), skifta til sportútstoyt, montera spoylarasett og alt sum hartil hoyrir so sum tilsvar­ andi felgur og dekk. Alt verður gjørt eftir for­ skriftunum. Tað eru einans produktir frá Hirsch, sum eru góðkend av Saab. Opti­ meringin av bilunum lýkur øll ES­krøv til dálking og umhvørvisvernd. Um t.d. bilurin fær meira hestakreftir, verða krøv sett til at hann skal hava røttu dekkini, sum eru góðkend til tær hestakreftirnar, sum bil­ urin fær eftir optimeringina. Eftir eina Hirsch optimer­ ing fær bilurin hægri topp­ ferð, brúkar minni brenni­ evni og dálkar minni. Sum dømi verður nevnt at í miðal fær ein Saab 9­3 upp til 45 hk meira, meðan ein Saab 9­5 fær upp til 65 hk meira. Auto Service ger arbeiðið eftir forskriftum frá Saab og Hirsch, og eigarin fær eitt Hirsch­sertifikat og fabriksgaranti er upp á optimeringina. Eisini fær bilurin eitt originalt Hirsch emblem á baklúkuna. Leiðararnir á bilverkstað­ num hjá Auto Service, Tummas Pauli og Anthonius Dalsgaard, siga, at teir fáa ofta fyrispurningur frá kund­ um, sum hava eitt ynski um at fáa bilin at krafta meira, betri og sportligari koyri­ eginleikar og eisini síggja meira sportligir út. Tað er munandi bíligari at fáa arbeiðið gjørt í Føroyum enn at keypa ein nýggjan Hirsch optimeraðan bil, og garantiið er tað sama. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Hirsch-optimering við fabriksgaranti Tummas Pauli av Reyni og Anthonius Dalsgaard, sum hava staðið fyri Hirsch Performance góðkenningini hjá Auto Service, við einum Hirsch-optimeraðum Saab 9-3 Bilurin fær eitt originalt Hirsch emblem á baklúkuna Hesin Saab 9-3 er optimeraður frá 255 hk (0- 100 km/ uppá 7,5 sek) til 298 hk (0-100 km/t upp á 6,3 sek)