Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 68 - 9. apríl 2008 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilarnir sum vórðu um­ mældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum miku­ dagin 9. apríl vóru BMW X5 við 3.0 litra turbodiesel motori við 286 hk, og Mitsubishi Grandis við 2,4 litra bensinmotori við165 hk. BMW X5 Fyrri bilurin var ein BMW X5 í fínastu útgávuni við allari hugsandi útgerð. 3,0 litra 6 syl. turbodiesel rekkjumotori við 286 hk og botntrekki upp á ikki minni enn 580 Nm við 1.750 snún/min, og koyrir frá 0­ 100 km/t upp á 7,0 sek. 6­ trins Steptronic automatgir er standard, og toppferðin er 235 km/t. Bilurin er ein uppliving av koyra, hann er stórur og komfortabul við so at siga allari útgerð. Eisini motor­ urin er ein uppliving í sær sjálvum, hann er kvikur og hevur næstan óendaliga kraft. BMW X5 hevur sjey siti­ pláss. Viðførisrúmið er 620 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.750 liter. Bilurin vigar 2185 kg. Bilurin er ein 4x4 við sera framkomnum undir­ vogni við t.d. xDrive skip­ anini hjá BMW, sum deilir drívmegina millum hjólini eftir tørvi, Active Steering sum broytir koyrieginleik­ arnar alt eftir sum ferðin er, og Adaptive Drive, sum til­ passar undirvognin eftir koyriumstøðunum. Bilurin, sum varð royndar­ koyrdur, hevði fyri umleið 300.000 krónur í eykaútgerð og kostar 1.100.000 krónur. Tað er bilasølan Nordcar í Smiðjugerði sum umboðar BMW. Mitsubishi Grandis Seinni bilurin var Mitsubishi Grandis, sum er ein rúm­ ligur og smartur MPV við sitiplássi til 7 vaksin. De­ signið er smart og sport­ ligt. 2,4 litra við 165 hk koyrir frá 0­100 km/t upp á 10,0 sek, botntrekkið er 217 Nm v. 4.000 snún/min. Hóast bilurin er design­ aður soleiðis, at hann ikki sær so stórur út, er hann ein av størstu og rúmligastu MPV í sínum klassa. Inn­ rættingin er sera liðilig. Aftaru setrini kunnu øll leggjast niður, soleiðis at Grandis verður sum ein rúmligur vørubilur. Instrumentborðið er ergo­ nomiskt rætt, og alt er lætt at koma til og at handfara. Girstongin situr í einum paneli í instrumentborði­ num. Bilurin er lættur at koma runt við í býnum og koyrieginleikarnir eru fast­ ir, tryggir og sportsligir. So gott sum øll trygdar­ útgerð er standard í Grandis, hann hevur t.d. hevur ABS bremsuskipan við EBD, (Elektronisk Bremsekraft Distribution), dupultvirk­ andi bremsukraftforsterk­ ara, BAS (Brake Assist System), airbag framman, í síðunum og gardinairbag. ferðpilot og heilautomatiskt klimaanlegg. Bilurin, sum varð roynd­ arkoyrdur, kostar 307.500 krónur. Grandis kann síggj­ ast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum. bilar BMW X5 og Mitsubishi Grandis Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir 7-persónabilar ummældir: BMW X5 og Mitsubishi Grandis, annar ein luksus SUV og hin ein av stórur og rúmligur MPV Hesin BMW X5 er ein 7-persónabilur í fínastu útgávuni við allari hugsandi útgerð Mitsubishi Grandis er ein rúmligur og smartur MPV við sitiplássi til 7 vaksin