Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 • 09. apríl 2008 MIÐvIkaN 29 og fong aftur til land. Tað skal sigast um eingilsk­ mannin, at hevur hann ført gull av okkara havi, so hevur hann eisini bjargað mangan mann úr havsneyð. Mong kvinna hevði sitið einkja, og mangt barn hevði grátið faðirleyst, um ikki enskar skútur við hjartagóðum og beinasomum monnum á bunka hevði søkt upp til okkara oyggjar. Tað hendi hetta várið, meðan várgrunnurin fyri norðan stóð stúgvandi fullur av fiski, at hann brast á við ódn av suðri. Ta ferð­ ina bjargaðust okkurt um 20 bátar á fremmandum skipum, mest enskum. Ein er dagur, ið átti at verið skrivaður við reyðum bókstavum í tí føroyska álmanakkanum, og er tað seinasti dagur í apríl. Á honum er mangt eygað í Føroyum hjá kristnum og heidnum brostið í tí vandafullu nátúr á sjógv og landi. Tað vildi verið eitt stórt mannalið, um allir teir Føroya synir, sum lótu lív á sjógvi ein seinasta apríl, tóku hvønannan í hond og slógu ring. Áminniligur er til dømis tann seinasta apríl, tá ið 50 bátar gingu burtur. Tann søgan doyr ikki í Føroyum, so leingi sum føroyingar búgva her. Óli var eitt reystmenni Tann 30. apríl 1779 sveipti seg úr náttarkápuni við gullglæmu á fjallatindarnar og silvitni var. Hann stóð við klettin, og ikki sást hvítan frá báru uttan í streymkraki á onkrum tanga, har broddur rann harður. Tað flotaði mong fjøl hendan vakra morgun, mest 8­mannafør. Ikki var enn so útliðið, at teir vóru farnir at brúka teir smáu bátarnar uttan onkra hendinga løtu. Men lúnut er veðrið í apríl. Tað var sannað ofta og skuldi sannast hendan dagin. Óli, ið búði á Homrum í bygd­ ini S., flotaði hendan morgun fýramannafarið hjá sær sjálvur fjórði, men hann var tann einasti mannvaksin á bátinum. Hinir tríggir vóru óvitar, tveir nýkonfirmeraðir og ein ókonfirmeraður. Tveir vóru synir Óla, og hin triði sonur einkjuna Torbjørg. Um Óla er at siga, at hann hevði verið giftur, men konan var deyð fyri trimum árum síðani, tey áttu átta børn. Elstur var tann konfirmeraði sonurin, ið var við. Óli var dugandi maður, og var hann roknaður fyri at vera eitt reystmenni. Tað var siður tá í tíðini, tá teir komu saman í handilsørindum – tá var bara tann eini handilin í Føroyum – javnan at royna styrki og sýna brøgd, og var Óli gitin um Føroyar sum ein tann ramasti í øllum strikum, har menn royndu megni og fimleika. Tað er sagt, at hann var so fimur og lættur á fót, at hann kundi renna eftir einum seyðahøgum garði lagaður av smágróti uttan at tyrnan fór niður. Og hittust tveir ella fleiri bátar á leið til Havnar í handilsørindum, so var tað siður, at teir skuldu kapprógva. Um Óla var sagt, at hann róði betri við tveimum árum, enn tveir góðir menn við hvør sínari. Feigdarútróðrardagur Óli sigldi út á várgrunnin hendan morgun, tó helt hann seg heldur innalaga, tí manningin var so ring. Tá sólin var í landsuðri kl. 9, byrjaði hann at seta ljót skýggj upp í havsbrúnni, tað líktist mest tám. Allir dugandi sjómenn drógu snøri á bátin, tá hesi óveðurboðandi skýggj sýndu seg. Óli var vitugur sjómaður. Hann dugdi at skina á tí liti, ið nú sást um sólina, hvat veður ið væntast kundi. Tað leið skjótt móti landi, men tann ljóta skaddan hvíldi heldur ikki á fótum, og brátt stóð sjógvurin í berum glaðuroki. Veðrið var Óla beint í stavn, men hann var komin nær móti landi. Teir stóru bátarnir vóru ivaleyst flest allir longu komnir aftur til lands. Veðrið versnaði í hvørjum, og Óli og smádreingir hans strembaðu tað, teir vóru mentir og meira til. Hann var nú so nær komin til land, at tey í bygdini væl kundu síggja bátin, og stóð alt fólkið í bygdini, tað ið gonguført var, og eyleiddi hann. Men eingin orðaði um at loysa bát. Tímarnir gingu, og Óli lá í sama stað. Óvitarnir fullu frá útlúgvaðir, og Óli sat við árarnar. Hann beit tenninar saman og ikki vildi hann gevast. Tað var eisini fyri børnini hann stríddi. Óvitarnir grótu, har teir lógu niðri í bátinum, men Óli hevði ikki stundir at troysta teir. Hann kveitti inn í millum fram um stavn, men eingin sást báturin at koma honum til hjálp. Hvat Óli hugsaði er dult, men ivaleyst hevði hann vónað, at frægari dirvi og hjarta lá í hansara bygdamonnum, sum tað, teir sýndu í dag. Tá dagur leið at skýming, lendi Óli í støðni. Nógvar hendur tóku í bátin, men Óli var tigandi, hann veitti teimum ikki tøkk. Hann dróg bátin við, men andlitið var bleikt og úr varrunum vætti blóð, soleiðis hevði hann bitið tær. Hann gekk stinnur at húsum, har hansara gamla mamma møtti honum í durunum við takkarbøn í munni til hann, ið hevði sent hann heilan aftur. Óli tókti ongum at ansa, men lat seg úr og fór í koyggjuna. Hann skalv og var heitur, og rann sveittin sum áarfossur um kroppin. Óli hevði slitið fyri lívinum, og nú føldi hann, at brátt fór lívið at týnast. Har var eingin, ið kundi hjálpa. Tigandi lá hann, men vitið hevði hann. Hann lá og stardi upp í koyggjuloftið. Sunnudagurin kom, og nógv leitaði fólkið at kirkjuni. Teimum tóktist ivaleyst, at tað var so nógv at takka fyri, nógv at biðja um miskunn fyri hjá honum, ið altíð fyrigav og var tolin og hjálpti, tá vandin gjørdist stórur. Tá prest­ urin hevði endað prædiku sína, segði hann: “Eg eri biðin um at biðja eina bøn fyri Óla, sum liggur og stríðist”. Hann bað av fullum hjarta, bað Harran loysa upp fyri honum og geva honum frið eftir tað stríð og strev, lívið hevði ført honum. Minti um tað vandafulla lív føroyingurin førir. Eitt lív, ið elur bróðurskap og ger, at hvør roynir at stiðja annan eftir førimuni. Hann bað so hjartaliga, at øll eygu í kirkjuni vóru blonk. Men mannfólkið í kirkjuni sat, teir føldu seg sekar. Teir kendu, at teir ikki høvdu sýnt seg sum tað høvir monnum, meðan Óli lá og strevaði fyri lívinum snørislongdir frá landi. Mánadagin doyði Óli. Stórur var skarin, ið fylgdi líkinum til gravar. Næst kistuni gekk hans­ ara gamla mamma og hansara átta børn, ið nú vóru faðir­ og móðurleys. Men høvdu bygdarmenninir følt seg sum vánamenn hesa einu ferð, tá umráddi, so løntu teir tað aftur tvífalt móti Ólasa børnum og mammu hansara. Fyrr skuldi matur tróta í hvørjum húsi í bygdini, enn at tey hjá Óla skuldu kenna nakra neyð. Soleiðis veittu teir syndabøtir fyri tað, teir høvdu brotið, og var tað síðan har í bygdini kappast um at koma teimum til hjálp, ið vóru í vanda á sjógv og landi. Ámæli Ólas livir enn millum fólkið har, og ofta verður hann havdur á orði, tá menn taka dømi um stórbrøgd ið gjørd eru. Kartni Ein røðari í Havnartúni Henda skemtiliga politiska frásøgn stóð í Baldursbrá 23.3 1912. Skrivað hevur (helst) Dia í Funningsstovu og blaðstjóri er N. A. Eidesgaard Eg hevði kvøldið aftaná valgið (helst í 1912) latið meg í at fara í dans. Eg gekk mær niðan eftir Áarvegnum og sá Maurentius (Viðstein) standandi tosandi undir Restorffs garði og ein nøgd av ungfólki, ið sýntust at vera ber oyrur – ella sum tey á donskum Ikki vóru húsini rúmsátt hjá ”vanligum” fólki í 19. øld, sum okkara søga er frá Inni var eisini trongt í roykstovuni Tað var munur á at fara til útróðrar tá og nú