mikudagur 9. apríl 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 68 • 09. apríl 2008
siga – “lutter Øre”. Eg troðkaði
meg fram at vita, hvat ið hann
talaði um:
“Tit mugu eisini í hesum sum
í øllum øðrum, ið eg havi sagt,
geva mær rætt í, at hetta er
ein heilt út av lagi smíðað lóg,
at eingin skal hava loyvi til at
velja ríkisdagsmenn fyrr enn
hann er 30 ár, og hvaðna verri,
at ein ikki skal fáa loyvi til at
velja løgtingsmenn, fyrr enn
hann er 25 ára gamalur. Halda
tit ikki, at maðurin, sum hevði
verið í Amerika, hevði rætt, tá
hann segði, at “ilt er at vita,
at ein ið hevur verið í Amerika
og valt Norðamerikas hægsta
mann, presidentin, kemur aftur
til Føroyar og fær ikki loyvi til
at velja nøkur vesalavættir har
niðan”, hann peikar niðan móti
tinghúsinum, “tí sigi eg, at ein,
ið ikki er vorðin hugsandi maður,
tá ið hann er 20 ár, verður tað
sanniliga heldur ikki fimm ár
seinni. Tí biði eg tykkum við
mær: “Rópið eitt hurrá, livi
upplýsingin, livi ungfólkið og
livið socialdemokratiið”. Og alt
ungmannaliðið rópti trý hurrá, so
tað skulvu bæði torpar og garðar,
og kavin datt niður av trøunum í
Restorffs garði.
Maurentius hvarv í manna
múgvuni “som et Stjerneskud”.
Livið Maurentius!
Eg gekk mær niðan í avhalds
húsið at dansa, og løgið var tað,
at Maurentius dansaði ikki. Eg
trein dansin eina løtu og fór so
út aftur og hoyrdi eg sovorðið
málageip á Húsabrúgv. Eg gekk
eftir ljóðinum og fann her aftur
Maurentius talandi, ikki sum
í áðni á norðoyamáli, men á
sandoyarmáli: ”Tað er ikki langt
síðani, eg seinastu ferð talaði um
hetta evni, sum eg nú tosi um. Er
tað ikki margháttligt, at vit synir
av foldini skulu ganga og síggja,
hvussu teir menninir, sum eiga
teir tungu pengaposarnar, fara
við ogum og ogara. Eru tað ikki
vit, sum skulu reisa okkum móti
hesum pengagrísku – eg vil ikki
siga tjóvunum, ikki røvarum, men
pengagrísku monnunum, sum
ríða á pengagrísinum. Vit skulu
gera okkara plikt – krevja okkara
rætt – arbeiða við góðum huga
– krevja okkara løn.
Maurentius deklareraði:
Í stríðnum sum nú dunar víða um
lond
so mangur er boygdur í knæ
tí fylkist og takið hvønn annan í
hond
í trúgv til tann komandi dag.
Við tjald ogur reisa til verju í neyð
til arbeiðis lív ella deyð!
Ungfólkið rópti : “Livi Maurentius!”
“Nú byrjar dansurin í losjuni
tú hin rádni,” helt Maurentius
– hann fær eyga á meg, “Lat
okkum fylgjast niðan”, fóru inn
í dansin og dansaðu við góðum
huga, men eina løtu aftaná var
Maurentius horvin.
En Satans Karl
Eg fór út at leita eftir honum
og gekk mær oman eftir Ting
húsvegnum. Millum báðar
tinghústrappurnar stóð hann
sanniliga aftur og talaði, ikki á
norðoyamáli, ikki á sandoyarmáli
men á kølbláum donskum sum
Kollareyði plagar at taka til.
Helst mundi tað vera tí, at
tað vóru so nógvir danskarar til
staðar:
“Mine ærede Herrer, Lands
mænd for at bruge et her i Thors
havn meget yndet Ord – eller
mine Brødre. Vi er jo alle Sønner
af samme Mor.
Hør Brødre! Jorden er det
oprindelige, det evige Grundlag
for Menneskenes Tilværelse.
Om Ejendomsretten til de Ting,
der findes paa Jorden, som
Menneskene producerer, og
som bestandig maa fremskaffes
paany, kan der vel strides. Men
om Ejendomsretten til Jorden,
som er “Fundamentet” hvorpaa
vi er satte til at bygge, bo og
arbejde, er overhovedet ingen
Strid mulig.
Kloden er ikke skabt ved
Menneskehaand. Vi kan ikke
forøge eller formindske den, og
den bliver evindelig den samme.
Ethvert Menneske er derfor født
med i det mindste en uomstride
lig, man kan sige guddommelig
Ret, nemlig Ejendomsretten til
den Jord, hvorpaa det er sat til at
leve og arbejde.
Men naar dette erkendes, da
maa denne Ret ogsaa være lige
for alle Mennesker, enten de
er fødte i Hytten eller i Borgen.
Ingen vil paastaa, at Grevens
Barn er født med en større Ret
til Livet end Arbejderens, og selv
om tidligere Slægter har ladet sig
fratage deres medfødte Ret til
Jorden, saa er derved ikke skabt
nogen ny og hellig Ret. Hver
Slægt kan kræve sin Andel i det,
som er alle Mennerskers Eje.
Socialismen er ikke noget
nyt, f.eks. i Frankrig. Vi kender
alle Franskmændenes Samd
Simon, der i 1777 i en alder
af 19 Aar agiterede for den
ægte Socialisme. Paa Gader
og Stræder talte han, og Social
ismen har sikkert mistet en af
sine bedste Forkæmpere, da han
døde i en Alder af 65 Aar.
I England begyndte den lidt
senere. Vi kender for eksempel
den engelske Digter George
Byron, der som ingen anden
hudflettede Snobberiet og
Skinhelligheden i det saakaldte
gode Selskab. Han døde i en
alder af 36 Aar i 1824.
Nogle Aar senere kom den til
Tyskland og senere til Danmark.
Vi er alle sammen Socialister
– det er Vorherre ogsaa – han vil
have hvad han kan faa, og det vil
vi saa sandelig ogsaa.”
Her endaðu Maurentius røðu
sína, og teir hildu allir sum
ein: “Det var dog en Satans
Karl, altsaa findes der ogsaa
Socialister her.”
Leingi livi
sosialistarnir
Eg tók í Maurentius, tí eg vænt
aði, at hann kom at vera ov íðin
í síni socialistisku agitiatión og
bað hann tí koma at dansa. Vit
fóru so oman í Avhaldshúsið og
dansaðu. Teir kvóðu Fuglakvæðið,
og Maurentius royndi at kvøða
við tað, hann kundi og rópa tað,
hann var mentur.
Dansurin endaði og fylgjandi
við nøkrum gentum og dreingjum
fóru vit niðan á Sanatoriuvegin,
sum í kvøld eins og øll onnur
kvøld var breiður nokk.
Tá ið vit komu til tann stóra
viðaskógvin, sum nú verður røkt
aður av tí manni, sum var føddur
við urtagarðsforstand og ber tað
havgirda navnið Tróndur, hostaði
Maurentius og bað fólkið steðga.
Tey støðgaðu, og Maurentius
settist upp á hagagrindina,
hostaði aftur, og helt somu røðu,
sum hitt kvøldið, tá hann leiddi
inn til tjak í ungmannafelagnum.
Tá røðan var at enda “deklar
eraði” hann soljóðandi ørindi:
Tann sveitti sum rennur av strevi
og stríð
væl nørir um ríkmannabjølg,
og prestarnir lýsa ta komandi tíð
til heljar til devil og dølg.
Teir køva tó ikki tað rópið sum
beyð
til arbeiðið lív ella deyð.
Maurentius leyp niður av haga
grindini, og var eg kvikur at
fáa fatur á honum. Vit stevndu
omaneftir og múgvan aftaná, øll
fylgjandi honum út á Reynargarð,
bóðu góða nátt og takkaðu hon
um fyri hansara nógvu og góðu
røður og róptu: “Leingi livi social
istarnir og Maurentius við Stein
“hurrá!”
Ein áhoyrari
Restorffs Garður, har Maurentius helt sínar røður
Maurentius við Stein hevur verið um 20 ára aldur, tá hann fór at berjast fyri
sosialismu í Føroyum, sum tað er greitt frá í Baldursbrá. Hann varð valdur
inn á ting fyri javnaðarflokkin í 1928. Men hann var meira víttgangandi enn
flokkurin var sjálvt tá og fór úr javnaðarflokkinum aftur
Avhaldshúsið var eitt tilhaldsstað hjá ungdóminum í Havn. Fremst á myndini
sæst grundin til gamla apotek á Vaglinum
Komandi Miðvika
Í 1908 var ein stórhending, tá
ið Sanatoriið varð tikið í brúk.
Vit fara seinni at umrøða
sanatoriið nærri, men í
komandi parti verður nakað
av hesi 100 ára søgu, serliga
við atliti til tey frímerki,
sum eru givin út í hesum
sambandi.