Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 69 - 10. apríl 2008 tíðindi Tíðindaskriv Í morgin, fríggjadagin, hava handlarnir í SMS opið líka til kl. 23 – og hava nógv góð tilboð við nógvum avslátri bæði fríggjadagin og leygardagin – við upp til 50% í avsláttri. - Umframt mongu til- boðini fáa vit vitjan av Lort í býnum. Millum klokkan 17 – 21 verður Meyla stjóri í SMS, og tað verður stuttligt. Hon hevur nevn- liga boðið dansigentunum og klovninum JoJo at hjálpa sær, skrivar SMS í tíðinda- skrivi. Frá klokkan 17 og hvønn heilan tíma til klokkan 20 verður hon at síggja ymsastaðni í SMS. Hon fer at sita við kassan í Miklagarði, gera ísar í Horninum, servera burgarar í Burger King og kaffi í Baresso, og hon syngur og dansar í SMS. Eisini undirheldur klovnurin JoJo børnum og vaksnum. Millum klokkan 17 – 21 ber eisini til hjá børnum at seta hárið sum Meyla – púra ókeypis. Tað er bara at fara inn á salong McGavin á svalanum. Livandi dansigenturnar sníkja seg at dansa í vind- eygum í ymsum handlum og SMS, og tú kanst vita, um tú fær eyga á tær. Meyla signerar eisini Lort í Býin fløguna í Expert millum klokkan 19.30-20. Jens Marni og Guðrið Hansdóttir spæla í Baresso kl. 20, 21 og 22. Børnini fáa ókeypis ballónir allan dagin. Meyla stjóri í SMS í morgin... Heilsurenningin 2008 Heilsurenningin verður leygardagin 12. apríl kl. 16.00 Bólkarnir eru hesir: Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni Gentur/Dreingir f. 1999-2001 Gentur/Dreingir f. 1996-1998 Kvinnur/Menn f. 1963-1995 Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr Heiðursmerki verða latin til 3 tey bestu í hvørjum bólki. Øll, sum luttaka fáa frukt og vatn á málinum Tilmelding kann gerast á málinum ein tíma undan sjálvari renningini Leygardagin 12. apríl 2008 Meyla fer at seta sín serliga dám á SMS í morgin, tá opið verður til kl 23